Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 74 - 18. apríl 2006 Fokus verður sett á blaðtekningina sum listargrein og sum amboð í samfelagsliga orðaskiftinum alla hesa vikuna. Seks danskir, ein norskur, ein íslendskur og tveir føroyskir blað- teknarar eru við á framsýning í Norður- landahúsinum leygar- dagin kl. 15. Pall- borðsorðaskifti verð- ur í Miðlahúsinum fríggjakvøldið BLAÐTEKNINGAR Jan Müller jan@sosialurin.fo Norðurlendskir blaðteknar- ar hava sett hvørjum øðrum stevnu í Føroyum í hesum døgum. Talan er um at seta fokus á blaðtekningina sum lista- grein og sum týðandi part av demokratiska orðaskifti- num í Norðurlondum. Tekningar hjá seks donsk- um, einum norskum, einum íslendskum og tveimum føroyskum blaðteknarum verða við á eini stórari framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin 22. apríl. kl. 15. Teknararnir fara alla vik- una at tekna frá ymsum plássum í landinum og verða hesar tekningar eisini við á framsýningini. Hósdagin frá klokkan 14 til 17 verður verkstova í Miðlahúsinum, har høvi verður hjá almenninginum at hitta teknararnar og eis- ini síggja teir arbeiða. Fríggjakvøldið 21. apríl klokkan 19 verður stórt pallborð í Miðlahúsinum, har evnið er: "Blaðtekning og fólkaræði" - týdningurin blaðtekningin hevur fyri almenna orðaskiftið í Norð- urlondum. Í pallborðinum verða nakrir av útlendsku teknarunum og eisini um- boð úr Føroyum. Sjálv framsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin klokkan 15 og fer at standa uppi í tríggjar vik- ur. Seinni verður hon so eisini víst í Norðurlanda- húsinum í Reykjavík og á Bryggjuni í Keypmann- havn. Tað er Miðlahúsið í Vágsbotni, sum hevur tikið stig til framsýningina, sum er tann fyrsta av sínum slag í Norðurlondum. Ein av or- søkunum til at skipa fyri framsýningini er at hátíðar- halda 70 ára føðingardagin hjá føroyska teknaranum Óla P. Við á framsýningini verða nakrar hundrað tekningar. Stuðlað verkætlanini hava m.a. Nordisk Kultur- fond, Dansk Færøsk Kult- urfond, Politikkens Fond, BP, og Atlantic Airways hevur syrgt fyri at fáa allar blaðteknararnar væl og trygt til Føroya og heim- aftur við sínum flogførum. Norðurlendskir blaðteknarar til Føroya Donsku blaðteknararnir komu til Føroya við Atlantsflogi 2. páskakvøld og nýttu teir høvi at hoyra Martin Joensen Band spæla í Miðlahúsinum hetta kvøldið. Og tað var skjótt, at henda konsertin kom niður á tekniblokkin. Úrslitið síggja tit her. Teknarar Annette Carlsen og Claus Seidel.