Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 18. apríl 2006 9 Í morgun høvdu sem­ings­ menninir boðið Starvs­ mannafelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag á fund á Hotel Føroyum fyri at vita, um tað ber til at finna ein loysn á trætuni um ein nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele. Terji Sigurðsson, sem­ ingsmaður, segði beint undan fundinum, at hann javnan hevur havt samband við partarnar, síðani sam­ ráðingarnar slitnaðu, og nú metti hann, at tíðin var búgvin at sessast aftur við samráðingarborðið. – Nú royna vit so aft­ur, og eg havi ongar ætlan­ir um at steðga sam­ráðingunum, fyrr enn ein loysn er funnin, segði Terji Sigurðsson undan fund­inum í morgun. tn Í sambandi við at lýsingarfyritøkan Sansir hevur ment eina nýggja heimasíðuskipan, fer fyritøkan tann 1. august í ár at lata upp deild í Keypmannahavn Vinnulív Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í góð tvey ár hava fólk á lýsingarfyritøkuni Sansum miðvíst arbeitt við at menna eina nýggja heimasíðuskipan, ein sonevnd CMS-skipan, sum fyrst og fremst er gjørd við brúkaranum í huga. Á tíðindafundi á Hotel Føroyum í morgun bleiv nýggja skip­ anin løgd fram fyri miðl­ u­m, samstarvsfeløgum hjá Sansum og øðrum viðkom­ andi fólki. Ætla sær á heims­ marknaðin Høgni Rasmussen, stjóri á Sansum, segði á tíðinda­ fundinum, at talan var um ein stóran dag hjá lýsingarfyritøkuni, tí talan var um eina loysn, ið Sansir ætlar sær á heimsmarknaðin við. – Hetta er ein tann størsti dagurin í søguni hjá Sansum. Vit hava arbeitt miðvíst við hesi ætlan í tvey ár, og tað seinasta hálvtannað árið hevur eitt fólk burturav arbeitt við hesari verkætlan, segði Høgni Rasmussen. Nýggja skipanin, ið hevur fingið navnið Sansir.net, er forritað á framkomna net. pallin hjá Microsoft, og hetta ger, at skipanin hevur lætt við at samkoyra við aðrar skipanir og dátagrunnar. Tvey sløg av brúkarum Ein av stóru styrkunum hjá Sansir.net er, at skipanin er býtt upp í tvey sløg av brúkarum – easy og ad­vanc­ ed. Hjá teimum brúkarum, ið nýta easy-háttin, er ikki neyðugt við nøkrum ser­ ligum KT-førleika til tess at arbeiða við Sansir.net. Um brúkarin dugir at nýta skriviforritið Word, hevur hann eisini neyðuga førleika til at arbeiða í Sansir.net í easy-háttinum. Hinvegin kunnu tey, ið hava eitt sindur størri KT- førleika, arbeiða i advanced- háttinum, sum eisini gevur brúkaranum nógv fleiri møgu­leikar. Eisini er skipanin gjørd soleiðis, at tað ber til at geva brúkarunum ymisk rættindi, so at nøkur til dømis hava atgongd til brúkarastýring, meðan onnur ikki hava. Somuleiðis ber til at bakka aftur í skipanini og síggja, hvør hevur gjørt hvørjar broyt­ingar, og nær hesar broyt­ingar eru gjørdar. – Júst hetta at vit hava tvey sløg av brúkarum er ein stórur styrkur, meta vit. Skipanin er ótrúliga løtt at brúka, og tí meta vit, at hon fer fram um aðrar CMS-skipanir, sigur Høgni Rasmussen. Hann heldur tískil, at Sansir nú hevur eina vøru, sum kann gera seg galdandi á heimsmarknaðinum, og tí verður farið út um landodd­ arnar at selja skipanina. Fýra fólk í Keypmannahavn Í hesum sambandi fer Sansir tann 1. august í ár at lata upp eina deild í Keypmannahavn. Á nýggju deildini koma fýra fólk at starvast, og trý av hesum fólkum eru longu í starvi hjá Sansum. Skrivstovan hjá Sansum í Keypmannahavn fer fyrst og fremst at arbeiða við CMS-skipanini, men hon fer eisini at virka sum eitt slag av millumliði hjá viðskiftafólki, ið hava tørv á øðrum veitingum frá Sans­ um. – Vit byrja við teimum londum, har Sansir longu hevur eitt netverk, og síðani verður farið víðari út í heim við skipanini, siga tey hjá Sansum. Umframt nýggju skriv­ stovuna í Keypmannahavn ger Sansir eisini aðrar íløgur í Danmark. Lýsingarfyritøkan hevur nevnliga keypt seg inn í donsku fyritøkuna DocPassion, ið er ein fyritøka, sum hevur serkunnleika innan dokumentskipanir. – Hetta er ein fyritøka við ógvuliga dugnaligum fólkum. Millum annað hevur fyritøkan ment skjala­ skipanina hjá yvirskipaða ákæruvaldinum í Danmark, greiddi Høgni Rasmussen frá á tíðindafundinum í morg­un. Mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at mæla til at byggja aftrat Santa Frans skúla. Skúli Snorri Brend Havn: Orsøkin til hetta er, at partar av skúlanum eru ikki egnaðir til sítt virksemi í dag. – Tí verður, samstundis sum gamlar skúlastovur verða lagdar saman, neyðugt at byggja nakrar skúlastovur aftrat í einum bygningi fyri seg omanfyri núverandi skúla, sigur Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini á heimasíðu sínari. Hesar stovur eru ætlaðar til forskúla, fyrsta flokk og frítíðarskúla. Forskúlin og fyrsti flokkur hava ikki havt nøktandi umstøður í fleiri ár. Hjá pávanum í Rom Málið hevur havt sína gongd í býráðnum í fleiri ár, og hevur m.a. verið hjá pávanum í Rom, sum skuldi taka støðu til sølu av jørð til kommununa. Málið hevur eisini ver­ið til viðgerð hjá friðingar­ myndugleikum, um møguøleikarnar at byggja so nær viðarlundini. – Nú alt hetta er fingið í lag, hevur mentanarnevndin samtykt at mæla til bygging­ ina, sigur Jógvan Arge. Arbeiðið skal bjóðast út í umvendari licitatión, og til byggingina verða játtaðar 9 milliónir krónur. Sansir letur upp í Keypmannahavn Samráðast aftur um Føroya Tele starvsfólkini Terji Sigurðsson, sem­ings­­maður, fór í morgun á fund aftur við Starvs­mannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag at royna at finna eina loysn á trætuni um nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele. Mynd: Jens Kr. Vang Pávin í Rom góðkent útbygging av Nunnuskúlanum Høgni Rasmussen, stjóri á Sansum, greiddi á tíðindafundi í morgun frá nýggju heimasíðuskipanini, Sansir.net, ið fyritøkan hevur ment, og sum nú hevur við sær, at Sansir letur upp deild í Keypmannahavn. Mynd: Jens Kr. Vang