Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 74 - 18. apríl 2006 Spurningurin um limaskap í EFTA tykist nú av álvara at vera komin á politisku dagsskránna. Frá fleiri síðum verður spurt, hvørjar møguligar forðingar, ið eru, fyri føroyskum limaskapi. Meginforðingin er sjálvsagt hetta, at EFTA er fyri suverenar statir og Føroyar eru ikki ein suverenur statur. Hinvegin hevur íslendski forsætisráðharrin nú boðið sær til at hjálpa føroyingum, um Føroyar veruliga ynskja limaskap í EFTA. Hann bar í útvarpinum uppundir eina loysn, sum inniber, at EFTA broytir sínar viðtøkur soleiðis, at eitt land við statsrættarligari støðu sum Føroyar, kann gerast limur. Um føroyingar ynsktu tað, kundi Ísland virka fyri slíkari loysn. Tilboðið er áhugavert og eigur at vera umhugsað, serstakliga um Ísland samstundis býður sær til at hjálpa okkum við limaskapi í Norðurlanda Ráðnum. Tað, sum ber til í EFTA, ber eisini til í Norðurlanda Ráðnum, skuldi ein hildið. Hví skulu Føroyar søkja limaskap í EFTA, tá ES er okkara størsta handilspartnari? Henda spurning eru tað mong, ið seta. Svarið er helst hetta, at tað er størri møguleiki at fáa sjálvstøðugan limaskap í EFTA enn í ES. EFTA limaskapur er ES limaskapur uttan limaskap, verður mangan tikið til, og nakað er um hetta. EFTA hevur so umfatandi og so góðar avtalaur við ES, at EFTA londini í roynd og veru hava allar teir fyrimunir, sum ES limalondini hava uttan, at EFTA londini formliga at eru limir. Hetta gongur sjálvsagt tí, at báðir partar hava stórar fyrimunir av skipanini. Tað er lítið at ivast í at størsti fyrimunurin fyri Føroyar av EFTA limaskapi eru fyrimunirnir, sum hesin limaskapur gevur í mun til ES. Noreg og Ísland hava, sum íslendski forsætisráðharrin vísti á herfyri í útvarpinum, sera stórar búskaparligar og politiskar fyrimunir av samstarvinum við ES. EBS avtalan gevur, sum longu nevnt, EFTA londunum mestsum allar fyrimunir uttan at hava allar skyldurnar, sum limalondini hava. Umframt beinleiðis búskaparligar fyrimunir hava Noreg og Ísland sera stórar fyrimunir av samstarvinum innan gransking, útbúgving og mentan. Her er talan um beinleiðis stórar fíggjarligar fyrimunir, ið geva stórar upphæddir til gransking og mentan. Men her er eisini talan um netverk og alt tað sum fylgir við slíkum samstarvi. Hartil kemur útbúgvingarsamstarvið, sum gevur ungdómi í EFTA londum veldugar møguleikar. Føroyar eru uttan fyri alt hetta. Tað er ófatiligt, at landsins politiska leiðsla ikki ger nakað við alt hetta. Tað er ófatiligt, at fyrilitið fyri fiskivinnuni skal vera so sterk, at hetta fyrilit forðar fyri einum skilagóðum og gevandi samstarvi við EFTA so væl sum við ES. Her má annað skinn verða tikið um bak. DAGSINS MEINING Sosialurin EFTA og búskaparligir fyrimunir VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Við sínum nýggja skúla­ akrobatiska sirkusnummari hevur nýklækti formaðurin fyri tingbólkin hjá Tjóð­ veldisflokkinum Tórbjørn Jacobsen lopið alt upp í varg, í sínum egna flokki og aðrastaðni við. Út­varpið hevur so eisini dúg­liga undir­ hildið okkum onnur undrandi frá hesum tjóðveldisliga glantrileiki. M.a. mælir Tórbjørn Jacob­ sen til at støðga byggingini av nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum annars verður klárt at bjóða út nú um nakrar fáar vikur. Og Fiskivinnuskúlin skal sam­bært hesum eina av for­monnum Tjóð­veld­is­flok­ sins flytast úr Vest­manna og útbúgvingin í stað­in leggjast sum ein grein í miðnámsskúlanum í Kambs­ dali. Henda hugsanin, at Fiskivinnuskúlin uttan trupulleikar kann leggjast sum ein linja á øðrum gymnasialum útbúgvingum, er høpisleys, og er einans grundað á manglandi vitan um Fiskivinnuskúlan. Hóast tað onki hevur við mítt málsøki í landsstýrinum at gera, loyvi eg mær at skriva hesi fáu orð, tí eg standi Fiskivinnuskúlanum nær. Eg var sjálvur tímalærari har tey fyrstu 8 árini, og havi fylgt ógviligi væl við menningin av skúlanum øll árini. Og kenni eisini væl til allar tær forðingar, hann hevur havt at stríðast ímóti - ikki minst ósakligar forðingar frá óvit­ andi politikarum Útbúgvingarnar á Fiski­ vinnuskúlanum eru skip­ aðar øðrvísi enn á øðrum miðnámsskúlum. Á skúl­ anum eru tvinnar breytir – eina fiskavirkis- og eina ali­breyt. Næmingarnir fáa undirvísing burturav í yrkislærugreinum innan fiskavirkis- og alivinnuna tveir dagar um vikuna bæði í støðisárinum (1. árin­um) og í tí 3. skúlaárin­ um. Harafturat eru læru­ greinir í útbúgvingini, sum eru vendar móti vinnuni, sum t.d. smáverulívfrøði og matvøruframleiðslulæra. Sum einasti miðnáms­ skúli í landinum hevur Fiski­ vinnuskúlin samskipað yrkis­ gymnasialar og yrkis­útbúgv­ ingar (lærlingaútbúgvingar) innan fiskavirking og aling í somu útbúgvingarskipan. Lærlingarnir ganga støðisárið saman við yrkisgymnasialu næmingunum. 2. árið eru teir í læru og 3. árið eru teir í skúla 2 dagar um vik­una (saman við teimum yrkis­ gymnasialu), meðan teir eru á læruplássinum hinar tríggjar dagarnar. Henda skipan finst ikki á hinum miðnámsskúlunum ! Av tí at útbúgvingarnar eru samskipaðar, kostar tað ikki eina krónu at útbúgva lærlingar.  Útbúgvingarnar á Fiski­ vinnuskúlanum geva bein­ leiðis førleika til størv í vinn­ uni. Næmingarnir á skúlan­ um eru vanliga eldri enn á øðrum skúlum, og teir søkja inn á skúlan, tí teir ynskja sær eina førleikagevandi útbúgving. Ein kanning, sum varð gjørd í desember 2005, vísir, at sløk helvtin av næmingunum fer beinleiðis í starv í vinnuni, og av hesum fara tey flestu í leiðandi størv. Hesi starvast sum virkisleiðarar, góðskuleiðarar, arbeiðs­for­ menn, fabriksformenn á trolarum og innan aling og fiskasølu. Men tað ein ein styrki við útbúgvingini, at summir næmingar kunnu velja sær heilt aðra lívsleið, sum t.d. at útbúgva seg til lærara, sjúkrasystir ella taka hægri útbúgvingar.  Fiskivinnuskúlin er eisini klárur at fara undir heilt nýggj­ar lærlingaútbúgvingar, sum eru skipaðar eftir leist­in­um omanfyri. M.a. um yrkis­útbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót. Leiðandi fólk úr vinnuni hava sagt skúlanum frá, at teir vilja fegnir hava gongd á nýggju útbúgvingina nú í summar. Og leiðandi fólk innan landbúnaðarvinnuna hava somuleiðis boðað Fiskivinnuskúlanum frá, at tey fegin viljað hava skipað eina lærlingaútbúgving innan landbúnað á Fiskivinnu­ skúlanum, so tey, sum skulu festa komandi árini, kunnu lúka nøkur førleikakrøv.  Einhvør eigur út frá hesum at skilja hvussu høpisleys henda hugsanin hjá Tórbirni Jacobsen er, at morla alla hesa útbúgvingarskipanina sundur og kroysta hana niður í eina “linju” í studenta- og handilsskúlanum í Kambs­ dali – ella kanska niður í onkran tekniska skúla aðra­ staðni í landinum, sum onnur onkuntíð møsna um. Nú verður skjótt farið undir at byggja nýggja Fiskivinnu­ skúlan í Vestmanna. Tað er bæði átroðkandi og alneyðugt, meir enn nakran­ tíð. Hesar ætlanir hava longi verið ávegis, og tað er at frøðast um, at tað nú verður veruleiki burturúr – at tá hetta samgonguskeiðið er komið til enda, tá stendur ein nýggjur og prýðiligur Fiskivinnuskúli inni á Fjørð í Vestmanna. Tjóðveldisslagsmál forðar ikki nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna landsstýrismaður Hans Pauli Strøm