týsdagur 18. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 18. apríl 2006
11
Havi verið burturstaddur,
og havi tí ikki verið við í
nøkrum orðaskifti, hvørki
innan- ella uttanfloks, um
fyrispurningin, sum Tor
bjørn Jacobsen hevur sett
landsstýrismanninum,
Jógvani á Lakjuni. Men lat
meg siga beinanvegin, at eg
haldi fyrispurningin vera
meira enn viðkomandi, tí
hann tekur støði í nøkrum
so essentiellum, nevniliga
at vit eru tjóð upp á 48.000
fólk hvør fremsta mál
má og skal vera at gerast
sjálvstøðug tjóð. Og um
hetta mál skal røkkast, má
og skal vera samsvar millum
tær ovurhonds stóru íløgur
vit gera í m.a. infrakerv,
samferðslutól, sjúkrahús-,
skúla- og aðrar bygningar
og so nyttuna og gagnið,
sum kann fáast burtur úr
hesum. Tað gevur jú ongan
meining, at vit bora hol eftir
hol, uppi á landi og niðri í
undirgrundini, at vit byggja
flott sjúkrahús, stásiligar
skúlabygningar, um fremsta
endamálið við hesum er at
gerast persónlig bringuprýði
hjá lokalum politikarum ella
flokkum. Vit bora og byggja
fyri milliardir fyrst og fremst
fyri at samskipa okkara
ikki so øgiliga stóra land.
Fyri at tey ymsu tilboðini á
t.d. skúlaøkinum ikki vera
eyðkend fyri meiningsleysar
dupultfunktiónir men fyri
menningarmøguleikar,
góðsku og kappingarføri. Tí
haldi eg tað er púra rætt, at eitt
land við 48.000 fólkum bert
hevur ein tekniskan skúla (í
Klaksvík t.d.), sum so kann
mennast við útbúgvingum
upp móti verkfrøðingastøði,
bert ein sjómansskúla (í
Havn t.d.) o.s.fr. Kanska
kann rættvísgerast, at tveir
handilsskúlar eru í landinum,
tá trýsti á hesar lestrargreinar
er so mikið stórt.
Kandidatútbúgving
innan fiskivinnu
Tá tað um gymnasialu
útbúgvingarnar
ræður,
dugi eg illa at síggja hvørki
fyrimunir ella meining
við, at hesar verða nýttar
sum eitt av okkara fremstu
økismennandi
átøkum.
Gymnasilau útbúgvingarnar
eru í dag so fjøltáttaðar og
verða tað í enn størri mun,
at tær eiga at verða savnaðar
á fáum deplum. Tí gevur
tað ikki meining at leggja
eina tílíka í t.d. Vestmanna.
Hetta skal als ikki skiljast
soleiðis, at eg ikki virði og
dugi at síggja góðskuna við
Fiskivinnuskúlanum. Men
hann liggur ov einsamallur
í Vestmanna sum gymnasial
útbúgving, og er tað neyv
an skilagott í dagsins Før
oyum at skipa eitt lítið
fiskivinnufróðskaparsetur
avsíðis í Vestmanna. Tað
skilabesta hevði verið, at
man kundi tikið fiskivinnu
sum sergrein á einum av
miðnámskúladeplunum.
Tobbi skýtur upp á Kambs
dali, og hví ikki tað. So
kundu vit ístaðin nýtt ætlaðar
íløgur og rakstrarútreiðslur
til at styrkja okkara fróð
skaparsetur
við
m.a.
kandidatútbúgving innan
fiskivinnu. Tobbi hevur í
fyrispurninginum uppskot
um, hvussu Norðurstreymur,
Vágar og Sandoyggin
kunnu økismennast við
t.d. skúlatilboðum. Og eru
hesi uppskot eins skilagóð
og mesta av greinini
er. Taki somuleiðis fult
undir við at savna fleiri
útbúgvingartilboð, so sum
pedagog-, sjúkrasystra- og
læraraútbúgvingina undir
Fróðskaparsetrinum. Og skal
miðnámsskúlin í Suðuroy
sjálvsagt byggjast har, sum
eitt samt ting hevur avgjørt
at byggja hann, nevniliga í
Vági.
Ódámlig persónsálop
Haldi fyrispurningurin hjá
Tobba er so mikið skilagóður
og viðkomandi, at vit áttu
at nýtt grundhugsanina í
honum sum frymil fyri,
hvussu vit skipa okkara
land. Haldi í veruleikanum,
at fyrispurningurin er kanska
tað mest frameftirlítandi
skjal, eg havi sæð í longri tíð.
Men heldur enn at ásanna
hetta, nýta ávís innihaldið
í skjalinum sum høvi til at
persónsdálka høvundin. Og
tað harmar meg. Og hetta
harmar meg enn meira, tí
Tobbi hevur allan rættin í tí,
sum hann skrivar í nevnda
fyrispurningi. Og so er
innihaldið í honum, sum
Tobbi sjálvur leggur dent
á, eitt íkast í orðaskiftið
um framtíðina á føroyska
skúlaøkinum, og ikki nøkur
endalig ætlan sum so.
Míni ráð til tjóðveldisfólk
og allar aðrar føroyingar er:
“Lesið fyrispurningin við
opnum sinni. Hugsið síðan
um, hvør grundleggjandi
hugburðurin í honum er.
Roynið síðan at ímynda
tykkum, hvussu vit fáast
best og mest gagn burtur úr
risastóru íløgunum, vit hava
gjørt í samferðslukervið o.a.
Og leggið tykkum síðan í
geyma, at vit, hóast fáment,
hava allar møguleikar at
gerast fræls tjóð, bert vit
hugsa rætt og miðvíst. Og
arbeiða rætt og miðvíst.
Tá tit hava gjørt tað,
rokni eg við, at tit koma til
ta niðurstøðu, at nú kann
vera well, og at lokalu
gamasjubuksurnar
eru
vorðnar nakað strammar.
Tit ásanna, at nú er tíð,
antin til at lata seg úr
gamasjubuksunum ella til
at klippa tær upp í síðunum.
Ja, kanska skulu vit tora at
ganga við berum lørum
nøkur ár.
– Sorrig og glæde de vandre
til hobe
Lykke, ulykke de gange på
rad
Tað er nógvur politikkur
til:
Tunnils- og vegapolitikkur
Grótpolitikkur
fíggjarpolitikkur
Umhvørvis- og
nátturupolitikkur
Virðipolitikkur
Hyggja vit eftir Norðoya
tunlinum og vegaføringini
báðumegin, síggja vit, at
allur hesin politikkur hevur
verið í brúki. Tað eydnaðist
at finna eina gongda leið
við tunlinum, sum verður
liðugur um fáar dagar.
Óført og sera gleðiligt. Ein
nútímans tunnil, sum eftir
øllum at døma fer at vera
norðingum hentur og harvið
okkum øllum.
Men vegaføringin í Klaks
vík og Leirvík hevur ikki
verið løtt at greiða. Tó hava
klaksvíkingar loyst hetta á
sín hátt, og vegaføringin er
greið. Tað er ikki lætt. Væl ber
til við tunnilsmunnan, men
norðureftir verður býurin
Stangamegin órógvaður av
øktu ferðsluni.
Verri er Leirvíkarmegin.
Fyrst noyddust teir at taka
meginpartin av Bólagerði
til arbeiðsveg, mold- og
grótgoymslu. Síðan løgdu
teir ein grótveg úr tunnils
munnanum og allan vegin
gjøgnum Kettuvík heim á
Kráartanga. Nú bar til at
flyta grót av Kráartanga
inn í vánna í Klaksvík og
at gera eitt stórt slættlendi
út frá Kráartanga. Kettuvík
av Enni og allan vegin heim
við sínum tangum, sker
um og søguligu støðum
hvarv. Bygdarráðið hevur
eisini avgjørt at brúka
nakað av tunnilsgrótinum
til at fylla út inni á Tofta
nesstøðni. Sanniliga her
er grótpolitikkur við lít
báðumegin fjørðin. Sama
síggja vit út fyri ósanum
í Kollafirði, á Sundi og
mangar aðrar staðir. Líggjas
í Bø yrkti: føroyingar eta
mold. Men nú ert tað grót.
Grót her og der og alle
vegne.
Landsverk dugir væl
at arbeiða við gróti. Teir
gera snotuligar grótlaginar.
Bæði við smágróti og stór
um klettum. Hetta duga
teir. Nýggi Kráartangi
er eitt dømi. Sera snøgg
laging. Víkin er innibyrgd
við tveimum veldugum
grótmolum. Fyrr var útsýni
silvitni, sjóarfall og sjóarilska
og stundum alfagur sólsetur.
Nú er útsýni grefligir grót
garðar. Sjóarilskan er úti
hýst. Tó setir sólin enn í
Djúpunum og kyrt er innan
fyri garðarnar
Men álavartos
Leirvík er ikki bara Leirvík,
men eitt dømi í nútíð og
framtíð um, hvussu mál vera
loyst politiskt og tekniskt
havandi í huga øll tey sløg
av politikki, sum nevnd eru
omanfyri. Alt sum fer fram í
Leirvík er so árent og ábart,
at tað verður ein talandi,
søguligur varði um hvussu
mentað tjóð føroyingar vóru
um 2000 – 2010.
Rætt skal vera rætt.
Mangar staðir er farið um
við hygni og skynsemi í
torførum lendi. Peningur
kann ikki vera til uppaftur
betri loysnir allar staðir. Tað
kundi verið vert at gjørt eitt
katalog yvir støð, vega- og
havnargerð, har væl er gingið
um og væl er frágingið.
Tíverri ber eisini til at gera
eitt annað katalog, sum
vísir, at stundum er reinur
kleyvarskapur og óvilji
uppií, so nógv er oyðilagt,
sum kundi verið betur ógjørt
t.d. inni í Kollafirði.
Sorrig og glæde
Saman við mongum øðrum
havi eg fegnast um at Norð
oyatunnilin verður gjørdur.
Mong
nýskapan
man
fara at standast av hesum
nýggja vegi millum tær
seks systrarnar eystanfyri
og stórabeiggjarnar í mið
økinum, sum hava fingið
so nógv til sín, sum allar
hinar oyggjarnar máttu
vera fyri uttan. Vónandi
verður skjótt talan um
annað enn handilskjarnar.
Og um Havnin er sterkari
magnetur enn Klaksvík.
Vónandi verður tað so, at
felags mentanarlív, vinnu
lív og handilslív mennist í
stóra kjarnanum: Klaksvík,
Leirvík, Gøta og Fugla
fjørður. Hetta er alt glæde.
Men sorrig er tað sum
hendir í Leirvík. Syndarligt.
Ikki bert skandala, men
skandalissimus.
Bæði
tað sum hendir millum
landspolitikarar og bygdar
ráðið, tað sum hendir í
bygdarráðnum og tað sum
hendir á Víkini. Bygdin
er troyttað av orðastríðið,
løgtingssamtyktum, fráging
num samtyktum, ivasom
um orðum hjá landsstýris
monnum og sjey uppskotum
til vegaføring gjøgnum bygd
ina. Og so endar alt yvir á
Bug. Bygdin er jarðløgd
av Enni sunnanfyri og inn
á Høvdan norðanfyri. So
langt strekki við so nógvum
søguligum støðum finnur tú
ikki aðrar staðir í Føroyum.
Men alt fer undir grót. Hetta
er náðileyst. Her skortar poli
tikkur. Her er einans grót- og
vegapolitikkur eftir. Her er
eingin politikkur um virðir,
náttúru, umhvørvi, vakur
leika, siðsøgu og søgu.
At leggja vegin fram við
fornminnum á Toftanesi,
fram við bygdarkirkjuni,
eftir “torginum” oman fyri
Tavuna og so oman og tvørtur
um Bugin út á Kráartanga er
sum ein keisarligur straffur
til eitt bygdarfólk, sum setti
seg upp móti teimum, sum
ráða fyri borgum. Hetta er
órímuligt, ósømiligt og er
farin tíð.
Sessist við sama borð
Mytan sigur at Kallur og
Konan eystanfyri bóðu
gudin koma inn fyri Borð
at gera sáttmála. Tey gjørdu
avtalu um Viðin, Fuglin og
Svíni (marsvíni), um luftina,
jørðina og havi. Hiðani stava
nøvnini Kalsoy, Kunoy,
Borðoy, Viðoy, Svínoy og
Fugloy. Men lat tað liggja.
Nú ræður um at konan
í Leirvik og kallur í Havn
stevna til fundar og sess
ast aftur við sama borð at
gera nýggja avtalu. Bygdar
ráðsfrúan í Leirvík og Bjarni
Djurholm landsstýrismaður
noyðast at finna haldgóða
loysn, har øll politisk sjónar
mið verða tikin við.
Venja og loysnir
Nú fer ferðslan at ganga
eftir vegnum, sum longu
er tøkur gjøgnum Leirvík.
Ferandi fara at venjast
við hesa vegføring. Fólk
og myndugleikar fara at
eygleiða hvussu tað riggar.
Hvussu nógvur ampi stendst
av hesum. Onkru fer at meta
um, hvussu nógv skal til
fyri at hetta eisini verður
framtíðarvegføringin. Gyrð
ingar, snyrlar og annað kann
gerast, so ferðin ikki verður
so nógv. Vegurin er har og
Bólagerði er farið. Ja, hví
ikki nýta hendan vegin,
spyr onkur. So er málið
loyst. Verður beinanvegin
gjørt nakað álvarsamt við
hesa vegføring, venja fólk
seg við tað.
Hvør loysnin er hin
rætta, dugi eg ikki at siga.
Tunnil niðan fyri neystini
er ein loysn. Tunnil í erva
er ein onnur loysn. Men
eg loyvi mær at vísa á tað,
sum eftir mínum tykki
er skeivt at gera. Tað er
nevnt omanfyri. Bygdin og
bygdarráðið skula saman við
landsmyndugleikum finna
haldgóðaloysn.
Marina og torg
Ein greinarøð um Víkina,
Bugin og neystini er í
Dimmalætting í aprílmánað.
Í henni verður greitt frá
staðarnøvnum, søgu og
siðsøgu fram við víkini av
Kráartanga og inn á Toftanes.
Hetta er søga.
Tá ið eg komi til bygdar,
síggi eg fyri mær at stóra
slættlendi oman fyri Tav
una verður gjørt til eitt
vakurt torg. Tavan verjir væl
niðanfyri og veggurin kundi
verið fríðkaður. Sama inn
móti Pakkhús-inum. Tí kann
eingin landsvegur leggjast
hendan vegin.
Neystini eru til lítið
prýði longur. Bátur verður
næstan ikki drigin. Men
neyst skula vera og bátar er
eitt must. Eftir at hava fylt
út á Bugin og alla víkina í
eini 75 ár, er tíðin komin
til at taka okkurt uppaftur.
Nú er so kyrt at ymist kann
ruddast burtur, sum fyrr
var neyðugt. Endamálið
skal vera at snøgga, fríðka
og gera eina fitta báta-,
lystbáta- og kajakkhavn,
ella –vág. Gera eina vá/
marina við atløguplássum,
vegføring framvið og snøgg
um neystum á landi. Fólk
kunna leasa/leiga/keypa
sær neyst. Fyrr átt fólk
ikki neystagrund, men bert
neystið. Onkur av hesum
nýggju neystum kundu hýst
øðrum endamáli.
Men skal hetta vera fram
tíðarmusikkur, ber ikki til at
leggja ein landsveg tvørtur
um Bugin. Antin má hann
liggja fram við landi ella
far undir heilt herniðri. Tað
ræður um at gera okkurt,
sum fríðkar og mildnar teir
tungu grótmolarnar. Innan
fyri teir er nú ein vág, har
børn og ung kunna rógva við
smábátum og kajakkum, seta
segl á jollur o.a. Tað verður
spennandi at síggja, hvør
politikkur verður lagdur á
Buginum. Møguleikarnir eru
mangir. Summir destruktivir,
aðrir konstruktivir.
Til lukku og góða eydnu
Lat meg ikki troytta tykkum.
Tað er einki forgjørt í at seta
nøkur sjónarmið fram og tað
havi eg gjørt. So er tað ikki
ógjørt. Ein og hvør annar
kann gera tað sama. Nú er
bert eftir at ynska norðingum
og øllum ferandi til lukku við
nýggja tunlinum. Gævi hann
verður øllum til frama.
løgtingsmaður
Finnur
Helmsdal
Martin
Fjallstein
Men Tobbi hevur jú rætt
Tað er ein vegur aftur
Um vegaføringina í Leirvík o.a.