Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 18. apríl 2006 12 Nógv skip hava verið á Sørvági seinastu tíðina. Flestu hava lagt veiðina upp til Landingar­mið­ støðina, og onnur hava verið eftir fólki og útgerð Sørvágur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu duttu vit á ein­ ar tríggjar vinnuligar tíð­ indastubbar, sum geva heimasíðuni ein frískligan dám. Vit kunnu lesa um nóta- og trolskipið, Norðborg, sum var á Sørvági langa fríggjadag eftir fólki og útgerð. Umframt at proviantera, bunkraði skipið eisini 100 túsund litrar av gassolju. Úti um páskirnar Nótaskip eru ikki hvønn­ dagsgestir í Vágunum og soleiðis heldur ikki í Sør­ vági. Upplýst verður, at skip­ ið hevur verið í dokk í Reykja­vík, har ymiskt við­ líkahaldsarbeiði er gjørt. Teir avgjørdu at leggja inn á Sørvág eftir fólki og útgerð, áðrenn stevnt varð til fiskiskap seinni langa fríggjakvøld. Norðborg fór ætlandi suður móti markinum at royna, nú svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv. Sum skilst, hava svart­ kjaftaskipini brúkiligan fiski­skap á hesi leið í løt­ uni. 11 mans eru við Norð­ borg, sum ætlandi var til fiskiskap um páskirnar. Venus undan Íslandi Á heimasíðuni vita tey eisini at siga, at Land­ing­ ar­miðstøðin í Sørvági landaði línuskipið, Venus, í páskavikuni. Hendan túrin hevði línuskipið verið undir Íslandi. Annars hevði túrurin hjá Venusi verið í tveimum. Tað fyrsta, teir høvdu fing­ið undir Íslandi, høvdu teir lagt upp í Vestmannaoyggjunum, og síðan løgdu teir tað, sum fingið varð teir seinnu dagarnar, upp í Sørvági. Veiðan, sum løgd varð upp í Sørvági, var umleið 450 kassar. 14 mans vóru við Venusi hendan túrin, og teir hildu páskir heima við hús. Nógv virksemi Sum skilst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, hevur fitt av virksemi verið á Landingarmiðstøðini í Sørvági fyrsta ársfjórðing í ár. Umframt Venus, land­aðu eisini línuskipini, Tumm­ as Nygaard, Grani og Morgunstjørnan í Sørvági herfyri. Haraftrat hevur trolarin, Vesturvarði, eisini lagt veiðina upp í Sørvági. Sum skilst, er tað misjavnt, hvussu nógv arbeiði er á Landingarmiðstøðini, men tá ið ”rendini” eru, hava landararnir í Sørvági og tey, sum skilja fiskin inni á Landingarmiðstøðini, nóg mikið at gera. Nógv virksemi er við bryggju- kantin í Sørvági – Alt er nýtt, og eg eri við frá byrjan. Tað ger ikki uppgávuna minni áhugaverda og spennandi, sigur Rut Smith Láadal, sum verður dagligur leiðari í Kalos Mynd: Vilmund Jacobsen – Aftur hesaferð koma vinna og mentan at njóta gott av hvørjum øðrum, meðan altjóða vinnustevnan verður hildin í Runavíkar- økinum, sigur Símun Hammer á Sp/f Virkisráðgevingini, sum samskipar Faroexpo Faroexpo 06 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðsta mikudag skipaði Virkisráðgevingin í Sal­ tangará fyri tíðindafundi í býráðsskrivstovuni í Saltangará um altjóða vinnu­ stevnuna, Faroexpo 06. Tað er Sp/f Virkisráð­gev­ ingin, ið samskipar Faro­ expo, sum í ár verður hildin í Runavík í døgunum, 24.-26. oktober. Vinnustevnan varð fyrstu ferð hildin í fjør heyst, og fyrireikararnir eru samdir um, at stevnan eydnaðist sera væl. – Í ár fara vit at víðka nakað um tiltakið, og vit hava stórar vónir um stevnuna hesaferð, sigur Símun Hammer á Virkisráðgevingini. Eins og í 2005, verður aftur í ár skipað fyri eini ment­anarviku í Runavík, meðan Faroexpo verður hildin. Mentanarliga skráin verður sera fjølbroytt við konsertum, framsýningum, events av ymiskum slag og øðrum. – Soleiðis koma vinna og mentan aftur í ár at njóta gott av hvørjum øðrum, sigur Símun Hammer. Í stuttum er Faroexpo stevnan fyri ídnaðar-og tæn­ astufyritøkur innan fiski-og oljuvinnu. Sambært Virkisráð­gev­ ingini eru fyrireikingarnar til stevnuna nú komnar so mikið áleiðis, at konseptið er staðfest. Símun sigur, at yvirskip­ aða endamálið við vinnu­ stevnuni er at vera eitt átak, sum er vitanarrættað, út­flutningsrættað og ment­ anarrættað. – Hetta skal náast við, at vinna og myndugleikar í Føroyum og uttanlands fáa høvi at knýta gagnlig sambond og menna fram­ tíðar samstarv – og fyri almenningin verða fyrilestrar um viðkomandi evni fyriskipaðir, sigur hann. Luttakarar Útlendska luttøkan á stevnuni í ár verður víðkað. Innbodnu luttakararnir hesaferð koma úr skandinavisku londunum, serliga Danmark, Noregi og Íslandi. Aftrat hesum, er luttøkan víðka til eisini at fevna um Estland og Letland – og eisini eru einstøk virkir úr Bretlandi við. – Málið fyri 2006 er, at 35 føroysk og 50 útlendsk virkir og stovnar luttaka á tí, sum rópt verður par­ tenaria­tinum. Talan verður um virkir og stovnar inn­an ídnaðarvinnuna, tænastu­ vinnuna og oljuvinnuna. Símun vísir á, at endamálið er at skapa varandi úrslit gjøgnum samstarv millum føroyskar og útlendskar fyri­ tøkur og stovnar. – Um útlendsku fyritøk­ urnar eru heldur fleiri í tali enn føroysku, gerst møgu­ leikin fyri at finna varandi samstørv eisini størri, heldur hann. Faroexpo – ”kon Norðborg á Sørvági langa fríggjadag eftir manning og útgerð. Teir fóru útaftur um kvøldið og vóru úti um páskirnar Línuskipið Venus landar í Sørvági. Teir hava roynt undir Íslandi – og hava lagt ein part av veiðini upp í Vestmannaoyggjunum Tummas Nyggaard við stívliga 80.000 pundum, sum teir hava fingið vestanfyri