Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 18. apríl 2006 13 Jeffri Johannesen og Leif Høj yvirtóku um ársskiftið Skósøluna hjá Tórleifi Hansen í Runavík. Hølini eru sett í stand, og bygningurin er klæddur á framsíðuni. Skósølan skiftir eisini navn, og dagligur leiðari verður Rut Smith Láadal Skósøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Vit keyptu Skósøluna hjá Tórleifi og bygningin, har skósølan heldur til, um ársskiftið. Vit høvdu útsølu í januar, og stongdu síðan aftur síðst í mánaðinum. Síðan hava vit sett hølini í stand av nýggjum, og í morgin lata vit uppaftur –. í nýístandsettum og snotu­ ligum hølum og undir nýggj­ um navni. Tað sigur annar av eig­ arunum, Jeffri Johanne­sen. Vakurleiki og dygd Men hvat merkir so ”kalos”, spyrja vit Jeffri: – Kalos er grikst og merkir vakurt, prýðiligt, vælgjørt – ella dygd, sigur hann. Uppi á í bygninginum í Heiðunum er íbúð, og har fer dagligi leiðarin í Kalos, Rut Smith Láadal, at húsast. Vit venda aftur til Rut og hennara útbúgving og royndir seinni í greinini. Jeffri Johannesen sigur, at Kalos fer at selja skógvar bæði til menn, kvinnur og børn, og millum kendu merkini verða eitt nú ekko- skógvar, ambre-skógvar og sanilet-skógvar. – Vit fara at hava eitt breitt úrval av skóm til allar aldursbólkar, og vit fara eisini at hava góðar gangi- og renniskógvar. Í byrjanini fara vit ikki at selja fótbóltsskógvar sum so, men um hetta verður ein partur av úrvalinum seinni, fer tíðin at vísa, sigur hann. Dagligur leiðari Tað verður Rut Smith Láadal, sum verður dagligur leiðari í Kalos. Hon hevur búð í Danmark og hevur seinastu árini arbeitt hjá fyritøkuni, Sanita í Ikast. – Hetta er eisini ein skógvaverksmiðja, sum eitt nú ger tuflur og trygdartuflur, sigur hon. Rut er útbúgvin proces- designari í Herning. Hetta er ein design-skúli, har hon hevur spesialiserað seg í skóm. Hetta er ein styttri útbúgvin sum fram­leiðslu­ leiðari. Rut sigur, at hon tekur við spenningi ímóti uppgávuni sum dagligur leiðari hjá Kalos í Heiðunum. – Alt er nýtt, og eg eri við frá byrjan. Tað ger ikki uppgávuna minni áhuga­ verda og spennandi, sigur hon. Dygd og prísir Gjøgnum sítt arbeiði í Dan­mark kennir Rut eisini søluliðið, tí umframt starvið hjá Sanita í Ikast, hevur hon eisini arbeitt hjá danskari stórketu, ið selir skógvar. – Vit fara at hava eitt breitt úrval av skóm, og vit arbeiða fram ímóti at kunna veita okkara viðskiftafólkum bæði bíligar, miðal-og dýr­ ar skógvar – til allar aldurs­ bólkar og bæði kynini. Rut Smith Láadal sigur, at málið hjá Kalos er at vera kappingarførir í úrvali, dygd og prísi. Kalos – skósøla í ”nýggjum” hølum í Heiðunum Útbýtið á Faroexpo Á Faroexpo verða eitt nú fundir við møguligar sam­ starvsfelagar frameftir, har fyritøkur sjálvar velja, hvønn tær vilja hava fundir við. man vil hava fund við. Sp/f Virkisráðgevingin vísir annars á hesar møgu­ leikar: • Fundir við møguligar keyp­ arar av teimum vørum/ tænastum, sum tykkara virki bjóðar • Vitan um veiting til olju­ vinnuna, eitt nú koma innkeypsfólk frá fyritøkum innan oljuvinnuna at lut­ taka á partenariatinum • Samstarv við útlendskar fyritøkur, sum ein møgu­ leiki fyri at byrja ella økja um útflutning • Netverk: Eitt partenariat skapar meira enn nakað annað átak eitt gott netverk millum fyritøkur – Vit vilja leggja stóran dent á at røkja hetta netverk og fáa tað til at veksa so hvørt, sum tiltøkini verða fleiri. Eitt netverk gevur stórar møguleikar fyri ófor­mellum og formellum samstarvi og samskifti, tá ið avbjóðingar eru, sigur Símun Hammer. Almenni parturin Ein týðandi partur av Faro­expo er almenna ráð­ stevnan. Í 2005 hevði ráðstevnan góð 200 vitjandi. Tá varð dentur lagdur á evnir innan útflutningsfígging og olju­ vinnuna. – Í ár hava vit valt at leggja dent á tvey høvuðs­ evni, nevniliga ES og var­ andi orkukeldur. Undir­ evnini, sum verða um­rødd av viðurkendum fyri­lestrar­ haldarum, eru m.a.: • Vinnumenning gjøgnum ES-verkætlanir • Føroyar og ES: Eru forð­ ing­arnar forðingar ? • Hvat vildi fiskivinnu­ politikkurin í ES ført til fyri Føroyar? • Hvussu er ES samansett, Mál, visiónir og struk­ turur? Eisini verður røtt um varandi orkukeldur, sólorku, brint og aðrar loysnir, sum arbeitt verður við globalt. – Hesir fyrilestrar eru almennir, meðan par­ tenariatsparturin bert er fyri fyritøkur, sum hava fulla lut­tøku á Faroexpo, sigur Símun Hammer. nseptið” fyri 2006 er nú staðfest Tað er Sp/f Virkisráðgevingin, ið samskipar altjóða vinnustevnuna, Faroexpo, sum í ár verður hildin í døgunum, 24.-26. oktober. Myndin er tikin á tíðindafundi í býráðshøllini í Runavík síðsta mikudag