týsdagur 18. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 74 - 18. apríl 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ala Monrad, fødd
Jensen úr Vági, andaðist
páskadag á Bispebjerg
Hospitali, 90 ár. Jarðar
ferðin verður mikudagin
26. apríl kl. 10 frá Gar
nison kirkju.
Poul Martin Eliasen fer
til gravar úr Fuglafjarðar
kirkju mikudagin kl.
13. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey ið vilja
minnast Martin kunnu
lata eina peningagávu
til
Eldrasambýlið
Vesturstovu í Fuglafirði
Kistan við Elmu Ern
ingsdóttir Djurhuus,
Nes Vági, fer úr kap
ellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi í dag kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Bethel í Vági mikudagin
kl. 12.30. Tey ið vilja
minnast Elmu, kunnu
lata eina gávu til
Kristnastovu, konto í
peningastovnunum.
Kistan við Jastrid
Marnu Jacobsen fer úr
Landssjúkrahúskapell
inum mikudagin kl. 14.
Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju hósdagin
klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Jastrid kunnu lata eina
gávu á konto í Føroya
Sparissa.
Marjun
Wágsnes
Niclasen andaðist á
Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi páskadag,
82 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
MARKNAÐARRÁK
At kalla allar rávørur, ið
verða handlaðar á alheims
fíggjarmarknaðum,
eru
hækkaðar munandi seinasta
árið. I hesum tíðarskeiðinum
er m.a. oljan hækkað 33%,
gass 35%, gull og alumini
um 39% og kopar heili
83%. Hesar hækkingar
ávirka prísvøksturin í heim
inum. Nú amerikanski
tjóðbankin og evropiski
miðbankin eru byrjaðir at
hækka leiðandi renturnar
m.a. við grundgeving í
prísvakstrargongdini, er
gongdin á rávørumarkn
aðunum veruliga komin
í andglettin. Hækkandi
rávøruprísirnir kunnu fara
at tálma búskaparvøksturin
um okkara leiðir, men enn
er hetta ikki sannlíkt. Heldur
vera høgu rávøruprísirnir
tengdir at prísvøkstrinum
og hetta kann føra við sær
fleiri rentuhækkingar.
Renturnar hækkaðar
Lánsbrævarenturnar hildu
á at hækka um páskini.
Danska 10-ára rentan er nú
4,01%. Hetta er fyrstu ferð
síðan novembur í 2004, at
hon er oman fyri 4%. 10-
ára rentan er sostatt hækkað
0,72%-stig higartil í ár. Ein
mótrørsla niður í rentu er
væntandi.
Nokia hevur uppmett
inntøkurnar
Farna týsdag uppmetti
heimsins størsti fartelefon
framleiðari, Nokia, inn
tøkumetingarnar fyri 1.
ársfjórðing. Hetta er onnur
bjarta fráboðanin frá Nokia í
stutta tíð. Seinastu dagarnar
av mars uppmettu tey eisini
metingarnar um vøksturin
á fartelefonmarknaðinum.
Kurshækkingin í Nokia
kann halda fram, eisini nú
Nokia væntandi fer at keypa
egin partabrøv. Kursurin á
Nokia er hækkaður 18% í
17,25 evrur síðani februar.
Kaupthing metir at kursurin
kann at hækka í 19,2 næstu
mánaðirnar.
Hesa vikuna
Nú prísvøkstur er í and
glettinum er áhugavert, at
prísvakstrartøl úr bæði USA
og Evropa verða kunngjørd
hesa vikuna. Vikan verður
eisini merkt av, at m.a. IBM,
Texas Instruments, Yahoo!,
Motorola, Apple, Intel,
Nokia og Ericsson kunngera
roknskap fyri 1. ársfjórðing.
Roknast skal tí ikki við, at
fíggjarmarknaðirnir verða
stillir hesa vikuna.
Rávørur á sera høgum stigi
Vika 16 2006
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
LISTAFRAMSÝNING
Tann 23. apríl og ein
mánað hevur Pól Skarðenni
framsýning á Fjørukrónni í
Vestmanna.
Í sirminum leygardagin
kom myndamaðurin fram
á Pól oman fyri Vestmanna
Skipasmiðju, har hann
málaði ein oljumálning til
nevndu framsýning.
Pól sigur, at hann hevur
gjørt nakrar oljumálningar
úr vestmanna í seinatuni,
tí hann veit av royndum, at
fólk vilja síggja okkurt úr
sínum egna umhvørvi.
Pól Skarðenni sýnir fram í Fjørukrónni
Pól Skarðenni leygardagin
oman fyri skipasmiðjuna í
Vestmanna, har hann málaði
lokalan málning
Myndir: Birgir Waag Høgnesen
Dagurin í morgin
19. apríl. Dánjal. Ein av teimum fýra profetunum
í Gamla testamenti. Bíbilska navnið merkir Guð er
dómari mím.