týsdagur 18. apríl 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Superveteranurin í
NSÍ-málinum dylur
ikki fyri, at talan er
um kreppu. Men Jens
Martin Knudsen
heldur fast um málið,
sum varð sett í vetur.
FM skal vinnast, og
enn heldur hann tað
ikki vera ov seint
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Boðini vóru greið, tá farið
varð undir ársins útgávu av
Formula-deildini. Eftir at
hava amast upp móti teimum
bestu í nøkur ár, skuldi NSÍ
nú taka stóra fetið. Gullið
skuldi til Løkin – hvørki
meira ella minni.
Kreppa
Eftir fýra umfør er støðan
tó ein heilt onnur. NSÍ hev
ur bara fingið eitt stig úr
tveimum heimadystum,
og samlaða úrtøkan er ikki
meira enn fýra stig. Og tá
eru trý av hesum vunnin á
útivølli móti liðnum, sum
higartil hevur teknað seg
sum tað veikasta í deildini.
Kreppa tykist vera skrivað
við stórum stavum, og tá vit
mánakvøldið tosaðu við Jens
Martin Knudsen, duldi hesin
ikki, at talan er um kreppu.
– Tað kanst tú róliga siga.
Úrtøkan hevur í øllum førum
verið nakað nógv lakari,
enn vit høvdu roknað við.
Og sjálvt mest døptu for
søgnirnar høvdu neyvan
verið somikið svartskygdar,
sum veruleikin hevur teknað
seg, heldur hann.
Leitað eftir
samleikanum
Tá hetta er sagt, so leggur
Jens Martin tó afturat, at tað
tó langt ífrá er alt, sum hevur
gingið galið hjá teimum.
– Fyrst og fremst, so haldi
eg, at vit ikki hava funnið
okkum til rættis í spælistíli.
Í náttúruni liggur tað okkum
nær at leypa á við fullari
ferð, men samstundis vita
vit, at tú eisini skalt ansa
eftir verjupartinum. Og tað
er nokk hesa javnvágina,
sum vit ikki hava funnið
enn.
Júst verjuparturin tóktist
annars undan árinum vera
sterkasti parturin av liðnum.
Ein styrki, sum tó ikki var
sjónlig í Gundadali?
– Tað snýr seg aftur um
tað sama. Í longum løtum
høvdu vit einki trýst av mið
vøllinum, og tá verður sjálvt
besta miðverjan í landinum
løtt at yvirspæla. Og fyri tað
stóra haldi eg, at tað var tað,
sum hendi í dag.
– Og samstundis megna
vit ikki at stilla okkum rætt
í dystinum. Fyrstu løtuna
leypa vit á og skapa nógv,
men tá teir so skora, fella vit
púrasta niður. Ikki fyrr enn
teir fáa næsta málið – uttan
at eg skal tosa meira um tað
– byrja vit at rakna viðaftur.
Og tað er ov seint.
Hava knívin á
barkanum
Komandi vikuskifti fær
NSÍ vitjan av EB/Streymi,
og einki er at ivast í, at tann
dysturin skal vinnast, um
NSÍ skal ætla sær nakað sum
helst í ár.
– Tað sigur seg sjálvt.
Stigatalvan prógvar, at vit
eru í djúpari kreppu, og tí
fáa vit ikki runnið undan.
Samstundis er tað eitt lið fult
av sjálvsáliti, sum tá kemur á
vitjan, so nakran lættan dyst
verður talan avgjørt ikki um.
Vit hava knívin á barkanum,
og tí er ógvuliga umráðandi,
at vit finna røttu javnvágina
á liðnum alt fyri eitt. Enn
hava vit í øllum førum ikki
slept málinum, sum er at
enda ovast. Tað trúgvi eg
framvegis fult og fast uppá.
Og vit hava alla tíðina vita,
at tað ikki er nøkur løtt upp
gáva, staðfestir Jens Martin
Knudsen.
Føroyingar
taptu finalu
í Noregi
Føroysku flog
bóltsspælararnir
í Noregi taptu
finaluna um norska
meistaraheitið
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagin var seinna
finalan í norsku lands
kappingini í flogbólti
spæld í Kristiansund.
BK Tromsø, har bæði
Bárður B. Mikkelsen og
Rúni Weihe spæla, var
annað liðið í finaluni, og
teir lógu fram við eftir
greipuni, tí teir vunnu
steypakappingina fyrr í
ár.
Men heilt so væl gekk
ikki í landskappingini, tí
BK Tromsø taptu fyrru
finaluna, sum var á heima
vølli, og á útivølli sunnu
dagin taptu teir aftur.
Harvið máttu teir lata seg
noyða við silvurmerkini í
landskappingini.
Dysturin var javnur,
men tað var liðið úr
Kristiansund, sum hevði
munin, tá ið avtornaði.
Vertirnir vunnu tvey tey
fyrstu settini, áðrenn
teir úr Tromsø svaraðu
aftur og vunnu triðja sett
26-24. Fjórða sett vann
Kristiansund, og harvið
høvdu teir vunnið dyst
in.
Rúni manglaði
Liðið úr Tromsø var nak
að merkt av, at tveir av
stuðulsspælarunum ikki
vóru við. Annar teirra var
føroyski landsliðsspæl
arin Rúni Weihe, sum
meldaði avboð vegna
barnadóp.
– Tað bleiv so til silv
ur í landskappingini, og
sjálvsagt eru vit skuffaðir,
tí tað er bert gullið sum
telur. Vit fingu tó gull
í steypakappingini, so
heilt galið bleiv tað ikki
í ár, sigur Bárður Bendix
Mikkelsen.
Finalan var samstundis
seinasti dystur hansara
fyri BK Tromsø. Nú er
Bárður í Danmark, og
hann hevur ikki gjørt av,
hvar hann fer at spæla
flogbólt næsta kapping
arár, men nógv bendir
á, at tað verður í gamla
felagnum í Odense, sum
er kanska sterkasta liðið
í Danmark
Rúni Wiehe verður helst
at síggja á BK Tromsø
liðnum aftur kommandi
kappingarár – um ikki
Bárður fær lokkað hann
at koma til Odense at
spæla.
Kreppa í Runavík
Jens Martin Knudsen ásannar, at talan er um úrslitaliga kreppu hjá NSÍ. Men hann heldur framvegis fast um, at málið hjá
felagnum enn er at enda ovast
Mynd: Álvur
Nr. 74 • týsdagur • 18. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo