Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ] Jón Rói hugdi at Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið AaB sunnudagin spældi enn ein javnleik í donsku superliguni. OB var á vitjan í Aalborg, og einki mál kom í dystinum. Jón Rói hevur verið fastur maður í verjuni hjá AaB, men sunnudagin var hann settur á beinkin, og har sat hann allan dystin. Súni Olsen var ikki við í hópinum hesaferð. Hjá NSÍ kann velduga avbjóðingin á heimavølli móti oddaliðnum verða møguleikin, sum skal til fyri at venda keðiligu gongdini 4. UMFAR Jóannes Hansen Í Onglandi plaga teir at siga, at tað fyri endaliga úrslitið av kappingini hevur stóran týdning, hvussu úr­tøkan er um høgtíðina. Tá verður hugsað um jól­ ini og nýggjárið, tá ið fleiri umfør eru á skránni í landskappingini. Heima á landi vóru tvey umfør á páskum – Skíris­ dag og 2. páskadag. Fyri ítróttarskrivarar og tey, sum dáma væl at fylgja við í ítróttinum í bløðunum var hetta einki serligt, tí tað eru eingi bløð frá skírisaftan og til 3. páskadag. Nú er tað kortini frægari, enn tað plagdi at vera á tann hátt, at tað ber til at samskifta við lesararnar umvegis portalin. Men tað er ikki nóg gott. 3. og 4. umfar eru fingin frá hondini. EB/Streymur var einasta felagið, sum fekk fulla úrtøku burturúr báðum umførunum. B36, B68 og KÍ fingu fýra stig. GÍ, HB og Skála fingu trý stig. At NSÍ bara fekk eitt stig, og at ÍF og VB/Sumba framvegis einki stig eiga á kontini undir­ strikar, at støðan ikki er góð hjá teimum. Undan kappingarbyrjan varð tað roknað við, at bæði VB/Sumba og ÍF fóru at fáa tað torført. Serliga hjá ÍF hevur tað gingið illa við fólki, og nú var tað heilt forgjørt, at hjálparvenjarin og álitið í verjuni, Símun Eliasen, breyt armin á Mølini. Soleiðis er ofta, tá ið tað frammanundan gongur illa. Undan kappingarbyrjan tóktist roknistykkið, sum segði, at NSÍ skuldi hava fulla úrtøku, áðrenn teir fóru í Gundadal at spæla móti HB, ikki at vera við síð­una av. Teir høvdu undan havnarferðini verið í Vági og spælt móti B68 og KÍ á heimavølli. Nú hevði NSÍ bara fýra stig undan stóru avbjóðingini í Gundadali. Sovorðið tyngir, og tað sást aftur í hugburðinum, at teir í NSÍ hava tað tungt. Eftir ágangandi fyrstu løtuna fór luftin úr ballónini, tá ið teir vóru fyri mótgongd. Tað ber við sær, at Trygvi Mortensen og hjálparmenninir hjá hon­ um nú skulu arbeiða við heilt øðrum lutum, enn tað fyri ikki so langari tíð síðani varð roknað við. Næstu ferð verður EB/ Streymur gestur í Runavík. Tað er stór avbjóðing hjá liði, sum ikki hevur staðið seg nakað serligt. Men tað ber eisini til at venda tí tann vegin, at hetta júst er møguleikin hjá NSÍ at venda gongdini. Troystin má vera, at enn er kappingin lítið liðin, og enn eru tað 70 stig eftir at spæla um! Hjá EB/Streymi gongur tað, sum tað ofta ger hjá toppliði. Hóast teir móti GÍ fyrst fingu mál ímóti sær, so megnaðu teir at reisa seg, og tað boðar frá góðum, tá ið tað eydnast at fáa sigursmálið í síðstu løtu. Hetta var fyrsta ferðin, at GÍ tapti í ár. Eftir laka úrtøku Skírisdag vóru B36 og HB 2. páskadag aftur har, sum tey plaga at vera. At B36 sigurin í Vági var so tepur, hóast teir bein­ anvegin fingu stórt páskar­ egg frá heimaliðnum, boðar kanska frá, at tað ikki verður heilt so lætt at fáa øll stigini frá VB/Sumba, sum tað hig­ artil hevur verið. Tað er hópin stuttligari hjá B68, enn tað hevur verið. Javnleikur í Runavík og sigur á skálamonnum telur nógv á Skálafjørðinum! Serliga í 2. hálvleiki var KÍ avrikið í Fuglafirði einki at reypa av. Men KÍ fekk stigini við sær um fjørðin, og tað ber við sær, at fótbóltslagið er gott í Klaksvík. Í fimta umfari, sum verður sunnudagin 23. apríl, sær skráin soleiðis út: GÍ-ÍF, NSÍ-EB/Streymur, Skála- HB, B36-B68 og KÍ-VB/ Sumba. Meira ítróttur í morgin Tíverri er talan um pláss­ trot í blaðnum, sum les­arin situr við. Tað merk­ir, at vit partur av ítrótt­inum ikki verður í blaðnum fyrr enn í morg­in. Millum ann­ að kann tá lesast um stóra gallkvøldið, sum hondbólturin hevði miku­ dagin, eins og øll hagtøl v.m. frá fótbóltinum um pásk­ini eisini verður í mikudagsblaðnum. -mørk Felagsliðið vinnur hvørja ferð EB/Streymur er einasta liðið, sum enn hevur fulla úrtøku. Tvær ferðir um páskirnar megnaði liðið at vinna dystir í seinastu minuttunum, og tað verður vanliga tikið sum gott tekin Mynd: Sofus D. Johannesen Rosenborg setti Toda og teir upp á pláss Start megnaði einki í útidystinum ímóti Rosenborg í norsku tippuliguni sunnudagin. Sigursvanda felagið úr Tróndheimi var greitt við yvirlutan og vann 3-0. Todi Jónsson var á beinkinum frá byrjan, men tá ið 74 minuttir vóru spældir – og støðan longu var 3-0 – kom hann á vøllin. Todi hevði eina roynd í síðsta minutti, men verjuspælari blokeraði skotið.