Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ] Frem tapti báðar páskadystirnar Danska 1. deildarfelagið Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum, tapti báðar sínar dystir um páskirnar. Skírsdag spældi Frem ímóti Køge á útivølli, og teir taptu 3-2. Í gjár vitjan Lyngby í Valby, og Lyngby fór við øllum stigunum, tí teir vunnu 4-2. Jónas Tór Næss spældi báðar dystirnar sum høgri bakkur, meðan Atli Gregersen spældi eina løtu í dystinum Skírisdag. Gunnar Nielsen var eykamálmaður báðar dystirnar. Enn einaferð gjørdu teir tað. Í seinastu minuttunum av dystinum móti GÍ vissaði oddaliðið, EB/Streymur, sær enn trý stig Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í fjør var tað ein stórur bági fyri EB/Streym, at alt ov nógv stig vórðu mist á heimavølli. Fleiri ferðir javnaði mótstøðan eisini í seinastu løtu, og tað var mangan herskin biti at svølgja hjá áskoðarunum. Í ár er er støðan full­komu­ liga viðvend í so máta. Hig­ artil hevur felagsliðið fingið trý stig úr fýra uppgerðum á rað, og tær báðar seinastu ferðirnar er sigursmálið skot­ið móti dystarenda. Hesa ferð var tað Ronnie Samuelsen, sum í evstu løtu langaði bóltin í kassan, tá hann var seinasti maður á hornasparki. GÍ hevði annars fingið betri byrjanina, tá Hanus Jacobsen eftir fáum minutt­ um legði teir á odda, og tó at EB/Streymur trýsti, so stóð greitt, at talan fór at gerast um trupla uppgávu. Eisini hóast Hans Pauli Samuelsen javnaði á hálva tímanum. Uppliving Sigurin ber við sær, at EB/Streymur framvegis er einsamalt oddalið, og tað skerst ikki burtur, at talan nú er um fótbóltfepur kring økið, sum felagsliðið fevnir um. – Tað kanst tú ætla, at fólk eru íðin. Hetta er jú ein púrasta óvanlig støða fyri okkum, og nú er bara fótbóltsprát á skránni millum manna. Soleiðis sigur Egil á Bø, sum eisini var partur av lið­num, sum í 1993 fyri fyrstu ferð flutti upp í bestu deild­ina. Síðani hevur hann eisini roynt seg aðrastaðni, og eitt nú hevur hann verið meistari við B36. Men tað skerst ikki burtur, at verandi støðan stendur sum ein av fremstu fótbóltsupplivingum hansara. – Nú er kappingarárið sjálvandi ungt, so fyribils taka vit bara hetta sum eina stóra uppliving. Og so er bara at vóna, at hendan stendur við sum longst. – Samstundis vita vit, at fleiri av dystunum, sum vit higartil hava spælt, eru av slagnum, sum tú helst skal vinna, um tú skalt gera tær nakra vón í oddinum. Tá verður talan helst um truplari uppgávur, nú NSÍ, Skála og B36 standa fyri framman. Unglingarnir búnaðir Um frágreiðinga til verandi støðuna heldur Egil annars, at tað sum so ikki er nakað loyndarmál. – Vit hava at kalla sama hóp, sum vit høvdu í fjør. Rafael Kwiecinski og John Heri Dam eru komnir til, meðan vit hava mist Pacek, Sonna L. Petersen og Jákup Martin Joensen. Men bulurin á liðnum er tann sami. Í tí, sum verður mett sum bulurin á liðnum, hevur EB/ Stremur fleiri frálíkar ungar spælarar, og Egil dylur ikki fyri, at hesir nú av álvara eru búnaðir. – Menn sum Bárður, Hans Pauli, Gert og Marni eru traðkaðir alt meira til. Og nú vita teir kanska við sær sjálvum, hvat teir eru verdir fyri liðið. Hartil eru eisini fleiri aðrir ungir mans, sum eru ávegis, so eg haldi, at hópurin í ár er breiðari og sterkari, enn hann nakran tíð hevur verið. Og hvør er so tín leiklutur í hesum. Ert tú eitt slag av stuðli hjá hesum ungu? – Als ikki. Teir megna væl at lyfta sína uppgávu sjálvir. Eg noyðist bara at stríðast, so frægt sum eg kann, og so vóna, at eg klári at hanga í, ljóðar staðfestingin. Taka einki fyri givið Eitt er, hvat talvan sigur. Ein annar ævigur sannleiki er – sum Søren Lerby segði – at tú ongan tíð ert betri enn seinasti dysturin vísti. Og Egil tykist eisini ásanna, at enn er nógv og hart arbeiði fyri framman hjá liðnum. Eisini hóast teir hitta eitt av botnliðunum, tá teir komandi umfarið fara til Runavíkar. – Í løtuni eru teir botnlið, men tað var so ikki tað, sum vit høvdu roknað við undan kappingini. Og vit taka so avgjørt ikki lætt upp á uppgávuna heldur. Vit vita, at NSÍ hevur eitt sera sterkt lið, og vit hava eisini tvær ferðir tapt móti teimum í venjingardystum. So tað skal arbeiðast sera hart. Og so kundi kanska verið skoytt uppí, at tað vanliga er kalt á toppinum. EB/ Streymur má í øllum førum brynja seg við, at teir neyvan fáa alt ov nógva hjálp frá hinum liðunum. Men tí hava teir so heldur ikki havt nakran tørv á higartil. Fótbóltsfepur kring Eiði og Streymin GÍ EB/S Símun hevur brotið armin Tað var steinur om­an á byrðu hjá ÍF. Fugl­ firðingar hava einki stig fingið í trimum teimum fyrstu umførunum. Móti EB/Streymi hildu teir tørn, inntil bara lítil løta var eftir. So skrædnaði, og EB/Streymur fekk tvey mál. Tá var verjuálitið hjá ÍF, Símun Eliasen, farin av vøllinum. Hann noyddist út við nógvari pínu í arminum. Seinni hevur tað víst seg, at armurin er brákaður. Hvussu leingi hann verð­ ur burtur frá fótbólti, vita teir ikki í Fuglafirði. -jh Andrew skoraði Andrew av Fløtum skoraði eitt av málunum, tá ið Fremad Amager í gjár vann 3-2 á heimavølli ímóti Herfølge. Andrew skoraði til 3-1 í seinna hálvleiki. Fremad Amager, sum hevur fingið vánaliga byrjan til seinnu hálvu av donsku 1. deild, hevði einar góðar páskir, tí liðið vann báðar sínar dystirnar seinastu dagarnar. Skírisdag vann Fremad Amager somuleiðis 3-2, men ta ferðin var Andrew ikki millum málskjúttarnar.  Veteranurin hjá EB/ Streymi hevur einki boð um, hvussu langt tað fer at bera hjá liðnum í ár. Men hann staðfestir, at teir í løtuni njóta tilveruna sum oddalið Mynd: Sofus D. Johannesen