Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ] Hóast teir í løtum vóru illa kroystir, so vóru fuglfirðingar ikki so langt burtur frá endiliga at koma á stigatalvuna ÍF-KÍ Jóannes Hansen jóannes@sosialurin.fo Klaksvíkingar fóru sunnu­ kvøldið fyri seinastu ferð um Leirvíksfjørð eftir fót­ bóltsferð hjá besta liðnum. Um smáar tvær vikur fara teir undir fjørðin, eftir at teir hava verið á Svangaskarði! Sunnukvøldið var hýrurin góður umborð á Dúgvuni. KÍ hevði fingið fulla úrtøku í Fuglafirði, og tað var týdn­ ingarmikið. At leikliga av­rikið ikki var nakað at reypa av verður skjótt gloymt. Tað eru stigini, sum telja. Fuglfirðingar eru fram­ vegis stigaleysir. Um teir høvdu havt verið hepnir, so kundi tað havt endað við javnleiki móti KÍ. ÍF hevði ikki nógv at bjóða uppá. At Símun Eliasen ikki er førur fyri at vera við og stýra verjuni er katastrofalt, og móti KÍ var tað steinur omaná byrðu, at Alexander Jovevic og Eyðun Ryggshamar ikki vóru førir fyri at spæla á miðvøllinum. ÍF hópurin er ikki óenda­ liga stórur. Tað kundi kanska roknast við, at við fýra klaks­víkingum á ÍF liðnum fór stríðsviljin at vera eyka stórur hjá fuglfirðingum. Men fyritreytirnar hjá ÍF vóru ikki nóg góðar. Tað vóru ov nógvir ov lítið royndir spælarar á vøllinum, og tað sást aftur. Tað var ov sjáldan, at teir reyðu tordu at bjóða seg til, temja bóltin, spæla víðari til næsta mann og finna nýggja støðu. Mest upplagda loysnin var ov ofta at sparka, og tá ið tað ofta var langt og ikki so neyvt, so sigur tað seg sjálvt, at ÍF møguleikarnir vóru fáir. Bartal Eliasen tamdi bólt­ in í sítt egna mál, og so var 1-0 til KÍ, eftir at Iulian Florescu hevði sent fríspark innfyri úr vinstru, og Atli Danielsen frá handara stólp­ anum hevðí stútað upp á tvørs aftur. Hesa løtuna vóru teir bláu sera ágangandi. Flyt­ingarmynstrið tóktist hampu­liga umhugsað. Við skjótleika og kropsligari tyngd settu teir ÍF undir trýst, og tað var fleiri ferðir tætt við, at Paul Clapson, Heðin á Lakjuni og 16 ára gamli Steffan Kalsø fingu mál. So var tað, at ÍF mest sum burtur úr ongum opinber­ aði, at verjuparturin hjá KÍ ikki var so ógvuliga sann­førandi. Eftir innlegg úr høgru frá Tóruri Lervig var Atli Petersen púra leys­ ur í brotsteiginum. Hann smekkaði bóltin í mál­ið. Tað sveið hjá KÍ, og heima­ menninir vórðu upplyftir. KÍ var tó omaná, og teir høvdu bóltin í netinum tvær ferðir og eisini á stólpunum. Linjuverjin kolldømdi, tá ið Harley Bertholdsen hevði sett bóltin í tóma málið, eftir at Karstin Joensen hevði hálvbjargað skotroynd frá Heðini á Lakjuni. Tað var ivamál, men KÍ fekk undan hvíldini nýtt leiðslumál. Ein­mansavrikið hjá Hjal­ grími Elttør í vinstru og mitt innfyri og skot úr 19 metrum, sum tók tvørtræið, áðrenn bólturin fór í málið, var fínt. Men støðan kendist ikki serliga sannførandi fyri ÍF verjupartin. Eftir steðgin var leingi lítið skil á. KÍ misti pippið, og tað kom fyri, at Atli Peteresen, Arnhold Joensen og Hanus Eliasen vístu, at KÍ verjan var at tosa við. Útjavnandi málið var bæði klossut og perla. Klossinum stóð KÍ málverjin fyri, tá ið hann óneyðugt gav ÍF horna­spark í vinstru. Perl­ una átti ein av teimum minst royndu. Bólturin varð beindur út frá eitt sindur í mótsatta borðinum. Frank Poulsen, sum royndi at vera nærlagdur á høgra vongverja og seinni á miðvøllinum, heilfluktaði úr 20 metrum, og bólturin fór dygst inn við nærra stólpanum, áðrenn hann sang í netinum. Framúr mál! Klaksvíkingar vóru skelk­ aðir, og eina løtu gjørdist tað uppaftur verri, enn tað hevði verið fyrstu løtuna eftir steðgin. Verjukendi mið­vallarin, Høgni Madsen, fekk annað gula kortið, og so tóktist mótbrekkan móti trimum stigum at vera sera tung hjá KÍ. Gestaáskoðararnir undrað­ ust á, hví tað gekk so long tíð, áðrenn onkrir av góðu bóltspælarunum á beinkinum vórðu settir inn. Síðstu løtuna batnaði KÍ spælið eitt vet aftur. Álopsspælararnir megnaðu ikki at raka málið, men tað gjørdi ein av innskiftu monnunum, Sím­ un Joensen, eftir at Harley Bertholdsen, sum aftur var millum teir mest eyðsýndu á KÍ liðnum, hevði sent frí­ spark mitt innfyri málið, har Símun, sum misti góð­ an møguleika at gera sigurs­ málið í Gundadali móti B36, tamdi og sendi dygst inn við stólpanum. Trý stig og frøði á KÍ, hóast spælið avgjørt ikki var at rópa hurrá fyri. Einki stig til ÍF, sum skal arbeiða nógv fyri at sleppa burtur úr nulllíminum. Coventry fekk javnt Coventry uttan føroyska landsliðsspælaran Claus Bech Jørgensen spældi javnt í næstbestu ensku deildini í gjár. Leicester var á vitjan, og bæði málini í dystinum komu beinanvegin. Leicester legði seg á odda eftir 9 minuttir, men bert tveir minuttir seinni javnaði Coventry. Einki mál kom afturat í dystinum, hóast Leicester spældi seinastu 20 minuttirnar við 10 monnum. ÍF-KÍ 2-3 (2-1): KÍ setti seg sjálvt undir trýst Tað svíður í Fuglafirði Petur Simonsen, ÍF venjarin, ásannar, at tað kennist tungt ikki at vera komin á stigatalvuna. – Longri frástøðan verður, torførari verður tað, sigur ÍF venjarin, sum móti KÍ restaði seks av spælarunum, sum hann hevði roknað millum teir fyrstu tólv. – Vit mugu arbeiða við fólkinum, sum er tókt, og um tað vildi heilt væl við, so høvdu vit kanska fingið stig í dag. Eg sigi ikki, at úrslitið hevði verið so nógv øðrvísi, men dystargongdin hevði verið øðrvísi, um vit høvdu havt fleiri við nógvum royndum á vøllinum, heldur ÍF venjarin. Símun við skeiva beininum Óvæntað kendist tað fyri klaksvíkingum kring vøllin, at Símun Joensen, sum stóð stinnur í myndini í Gundadali, ikki var millum teir fyrstu ellivu í Fuglafirði. Hann kom á vøllin, tá ið tað restaði eitt korter. Símun hevðí gott pláss at spæla á, og hann setti dám á – bæði í spælinum og við at skjóta sigursmálið. – Eg var vónbrotin ikki at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu. Tað var gott, at vit fingu sigursmálið. Eg haldi, at vit høvdu tað uppiborið. Tað hevði verið heilt við síðuna av, um vit ikki høvdu fingið øll stigini. Móti B36 kundi eg havt skorað sigursmálið. Tá lá bólturin eitt sindur aftarlaga til høgra beinið, sum eg ikki brúki eins nógv og hitt. Hesa ferð bar til við høgra beininum, staðfestir væl nøgdi 3-2 málskjúttin hjá KÍ. KÍ ÍF Atli Danielsen hevur fyri tað nógva sýnt stórspæl í ár, men eins og restin av KÍ-liðnum, tóktist hann sparka meira enn spæla í Fuglafirði Mynd: Norðlýsið AC Horsens dragnar AC Horsens tapti báðar sínar dystir í superliguni á páskum. Felagið, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum, hevur annars staðið seg sera væl í superliguni í ár, men eftir seks dystir uttan tap, var tað liðugt. Skírsdag tapti AC Horsens á útivølli ímóti OB, og í gjár taptu teir á heimavølli ímóti Silkeborg.