Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ] Holst drívur á aftur Christian Lamhauge Holst spældi fulla tíð í báðum dystunum hjá Lyngby um páskirnar. Lyngby vann báðar dystirnar, men Christian var ikki millum málskjúttarnar, hóast hann var raskur í álopinum. Skírsdag vann Lyngby 1-0 á Ølstykke, og í gjár vann Lyngby 4-2 á Frem á útivølli. B36 sat á størsta partinum á Eiðin­ um í Vági, men stórspælarin VB- málverjin helt tó alla tíðina lív í vónini um, at heimaliðið skuldi fáa stig Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á pappírinum tóktist talan verða um lætta uppgávu hjá B36, tá teir ferðaðust til Vágs mánadagin. Meistararnir hava higartil í ár sýnt eins góðar taktir, sum teir gjørdu stóran part av árinum í fjør, meðan mest sum einki hevur borið til hjá VB, sum enn eigur fyrsta stigið til góðar. Trýstir í botn Tað sá heldur einki serligt út hjá vertunum, tá teir longu eftir einum minutti hjálptu meistarunum ígongd. Hetta tá verjuleikari var óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gav alt fyri eitt B36 frið yvir spælið, og næstu trý korterini skolaðu álopini móti VB-málinum. Tað eydnaðist eisini at økja um leiðsluna, tá Óbi stutt fyri steðgin stútaði teir upp á 2-0. Men fram til tá mundu fleiri av teimum svørt/hvítu ivast, hvørt hetta av álvara skuldi verða ein svartur dagur. Tí møguleikarnir trutu ikki hjá gestunum. Einasta forðingin var, at Marcin Dawy í VB- málinum enn einaferð stóð ein branddyst, har hann ferð eftir ferð togaði stórspælið fram, tá naskar álopsroyndir skuldu steðgast. Málið málið fyri steðgin sissaði kanska B36 nakað. Í øllum førum var talan langt ífrá um sama trýst, tá liðini komu út eftir steðgin. B36 hevði tó framvegis fult tamarhald á støðuni. Men fram móti endanum fekk liðið tó ein ordans skelk, tá innskifti Henning Joensen minkaði um munin. Málið kom tó ov seint, til at hetta veruliga gjørdi nakran mun, men tað skerst ikki burtur, at gestirnir kortini lætnaðu nakað um hjartað, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Trý stig afturat vóru komin á kontina, og tað var væl tað, sum fyrst og fremst varð farið eftir. B36 hevði mest sum alt spælið í Vági mánadagin. Bert stórspæl frá Marcin Dawy í málinum helt vertunum so nøkun lunda inni í dystinum Mynd: Áki Bertholdsen Tað tykist verða ólíka hugaligari at vera GÍ-fjeppari í ár, enn tað var í fjør. Ikki minst, tí eyðkendi stríðsviljin hjá felagnum nú er funnin aftur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram um nakað, so man stríðsviljin vera tað, sum hevur borið GÍ fram móti hæddunum, sum liðið hevur upplivað so stóran part av tíðini, sum teir hava verið í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Nú skal ikki sigast, at eingin stríðsvilji var til á lið­ num í fjør, men tað tóktist, sum restaði eyðkendi vill­ skapurin til tíðir í spælinum. Ein villskap, sum felagið vónaði at finna aftur, tá Petur Mohr varð settur sum venjari. Stríddust allan vegin Og eftir fyrstu dystunum at døma, so kann illa sigast annað enn, at venjarain so ruddiliga hevur rokkið hesum partinum av setninginum. Hóast HB við einum brotssparksmáli fekk eina dreymabyrjan upp á dystin, so tóktist hetta als ikki at nerta heimaliðið. Teir hildu á at spæla við fullari ferð, og tað var eyðsæð, at tað hóvaði ikki lætta HB- miðvøllinum serliga væl, at spælt var somikði nógv við kroppinum. Hetta tóktist stressa HB- liðið væl meira, enn gott var, og kanska var hetta eis­ini viðvirkandi til, at mál­ gevandi mistøk vórðu framd á liðnum. Fyrru ferðina slapp GÍ dekan ov lætt upp í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, kundi Hans Jørgin Djurhuus seta í kassan. Seinnu ferðina, tá frísparksinnlegg frá Magna Jarnskor slapp at ferðast beina leið í málið. Eitt mál, sum málverjin ivaleyst má taka á sín kappa. Dramatikkur Umframt málini, so var eisini undirhald í kortspæli í Sarpisgerði. Gøtumenn vóru alt annað enn nøgdir, tá Sámal Joensen varð rikin av vøllin. Hetta fyri hevnisøku, sum Sámal tó als ikki kendi seg sum part av. Fólksliga yvirtalið nýtti HB til at javna um støðuna, tá Johan Ejvind R. Mouritsen fluktaði teir upp á 2-2, men dómarin var ikki liðugur við kortspælið. Janus Joensen, sum fekk gult kort, tá Sámal varð útvístur, fekk sítt seinna gula kort, og so var tað GÍ, sum kundi gera sær dælt av óskipaða mótstøðuliðnum. Hesa ferð var Kaj Ennigarð hægstur eftir fríspark frá Magna, og ta leiðsluna megn­aði GÍ at halda fast um. Um teir so eisini megna at halda fast um góðu støðuna á talvuni, er eitt annað mál. Men alt annað líka, so man tað vera ólíka hugaligari at vera GÍ’ari í dag, enn tað var eftir fyrstu umførini av kappingini í fjør. GÍ-HB 3-2 (2-1): Gøtumenn fram í oddin HB GÍ Keflavík tapti steypadyst Keflavík, har Símun Samuelsen er ein av spælarunum, tapti í síðstu viku steypdyst ímóti Víkingi. Hetta var fyrsti ósigurin hjá Keflavík í hesari steypakappingini, sum er ein upphiting til sjálva landskappingina. Símun Samuelsen var ikki við frá byrjan í dystinum. Rógvi Jacoben hjá KR hevur ikki spælt um páskirnar, tí hann hevur verið heima og hildið frí í nakrar dagar. VB/Sumba-B36 1-2 (0-2): Meistararnir fingu stigini B36 VB