týsdagur 18. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
Shearer kanska spæltseinasta dystin
Liðformaðurin hjá Newcastle, Alan Shearer, hevur møguliga spælt sín seinasta
fótbóltsdyst á hægsta stigi. Shearer noyddist av vøllinum við skaða í dystinum
ímóti Sunderland í gjár, og vandi er fyri, at hann ikki kann spæla aftur í hesum
kappingarárinum. Shearer gevst við at spæla fótbólt í summar, og tí kann
dysturin í gjár gerast hansara seinastu. Hann kann so í øllum førum fegnast
um, at hann endaði, sum hann er best kendur, við at skora eitt mál.
Krepputosið fekk
av álvara ferð á í
Runavík, tá liðið
hvørki dugdi at verja
ella at skjóta mál í
Gundadali
Fótbóltur
Jákup Mørki
jakup@sosialurin.fo
4-0 ljóðar sum ein knúsandi
tryggur sigur. Og mett eftir
seinastu 60 minuttunum var
hesin sum so eisini í fínasta
lagi.
Men fyrstu minuttirnar
mundu HB-viðhaldsfólkini
í Gundadali als ikki vera
serliga vís í sigrinum.
Mest sum áðrenn hesi vóru
komin upp á pláss, høvdu
runavíkingarnir
fleiri
møguleikar – harav einir
tríggir vóru í 100% klass
anum. Men tað einu ferðina
bjargaði Bárður Johannesen
við rygginum! og tvær ferðir
vórðu returbóltar í fimm-
metrinum lossaðir upp um
HB-málið. Og skorar tú ikki
upp á slíkar møguleikar, so
er tað altso hampuliga trup
ult at vinna nakrar fótbólts
dyst.
Fullu púrasta saman
Mongu møguleikarnir tala
sítt greiða mál um, at HB-
verjan var til at tosa við.
Serstakliga kom NSÍ fyrstu
løtuna væl ígjøgnum í høgru,
og miðverjan tóktist heldur
ikki serliga sannførandi.
Tað gjørdi hon so heldur
ikki hjá NSÍ, og hetta dugdu
havnarmenninir at revsa. Teir
høvdu fingið nakað av friði
yvir spælið eftir ógvusligu
byrjanina hjá NSÍ, og eftir
bara 13 minuttum kom eis
ini hol á. Óli Hansen og
Pól Thorsteinsson hava
fleiri hundrað dystir í bestu
føroysku deildini sínamill
um, men kortini var talan
um reina barnasjúku, tá HB
legði seg framum. Teir báðir
miðverjanir vóru staddir
einar 20 metrar frá hvørjum
øðrum, og so var Páll M.
Joensen púrasta leysur, tá
Jákup á Borg lyfti inn um
verjuna.
Hetta var ein ordans bakka
láari at fáa hjá gestunum, og
støðan gjørdist ikki betri lítið
korter seinni. Jens Martin
Knudsen misti í tveimum
atløgum hornasparksbólt, og
so kundi Emil N. Leifsson úr
stuttari fjarstøðu pota í tóma
málið.
Og so var ikki stórt, sum
NSÍ megnaði at gera restina
av dystinum. Gaman í høvdu
teir onkrar hissini royndir,
men tað tóktist, sum hevði
HB alla tíðina fult tamarhald
á støðuni. Snøgt sagt, so
hevur liðið fleiri og betri
bóltspælarar enn NSÍ, og
málið til 3-0 var eisini ein
kraftig undirstrikan av hes
um. Mortan úr Hørg, Jákup
á Borg og Rókur av Fløtum
Jespersen tagaðu við trimum
sendingum NSÍ-verjuna full
komuliga, og so kundi Rókur
við eini perlu banka bóltin
fram við Jens Martini. Og so
hoyrir tað nærum til søguna,
at Johan E. R. Mouritsen
enn einaferð kom á vøllin
og skoraði.
Ov fá kilo
Umframt veikleikarnar,
sum báðir partar sýndu í
verjupartinum, so tóktist
eisini, talan fyrst og fremst
er um fysiskar manglar hjá
liðunum. HB hevur áður
havt trupulleikar, tá mót
støðuliðini byrja at spæla við
kroppinum, og tað kundu
teir kanska eisini fingið
hesaferð. Men NSÍ hevði ikki
spælaran, sum kundi skapa
neyðuga trýstið. Her vildi
Helgi L. Petersen annars
verið sannur fongur, men
við honum á skaðalistanum
var ikki nóg stór tyngd í
spælinum. Heldur ikki fram
eftir vøllinum, har runavík
ingar mest sum lótu alt upp
í hendurnar á einsamalla
Christian Høgna, og tað
heldur ikki gjøgnum heilan
dyst.
Kreppa í Runavík
Meðan sigurin sum vera man
munaði væl hjá HB, sum nú
er komið upp á seks stig, so
var hetta steinur oman á
byrðu hjá NSÍ. Higartil hevur
liðið bara vunnið ein dyst - á
útivølli móti niðasta liðnum.
Ein heimadystur er taptur og
ein er endaður við javnleiki,
og tí skal nærum eitt undur
til, um liðið skal verða partur
av oddastríðnum. Nakað
sum annars var málið hjá
felagnum í ár.
Og skal liðið ikki vera
liðugt, longu áðrenn kapp
ingin veruliga er byrjað,
so skulu heilt aðrir bollar
á suppuna. Á pappírinum
tykist verjuparturin at vera
ein tann sterkasti í landinum,
men í praksis hevur hetta
so langt ífrá fungerað.
Kanstpælið, sum annars
hevur verið vørumerkið hjá
liðnum í fleiri ár, er mest
sum ikki-eksisterandi. Og
tá er altso trupult at skapa
nóg mikið av møguleikum.
Tað gjørdi liðið kortini
fyrstu fimm minuttirnar í
Gundadali, men tá sjálvt
slíkir møguleikar verða mis
nýttir, so standa kreppu-
tekinini at lesa í reyðum
neon-stavum.
Sagt um HB
Ein serlig frægd var
at eygleiða unga Poul
Thomas Dam á vinstra
bakki í dag. Hann spældi
sum ein garva gomul
rotta og gjørdi valla ein
feil í øllum dystinum.
Vann nógvar nærdystir
og slepti sær skilagott av
við bóltin mestsum alla
tíðina. Valdi tær einklu
og røttu loysnirnar.
Í løtuni má sigast, at
venjari okkara hevur
ein luksustrupulleika á
vinstra bakki, og liðskip
arin má av røttum stúra
fyri ”sínum” annars ára
langa trygga plássi.
www.hb.fo
Sagt um NSÍ
Tolið rakk ikki til at
vinna bóltin og síðani
at halda upp á bóltin,
og tá so HB sera lætt
kom upp á 2-0 eftir
málmansdropp,
fór
ein rúgva av gassi úr
ballónini hjá okkara
monnum, og mótloysið
kom.
www.nsi.fo
HB-NSÍ 4-0 (2-0):
Víðopnar verjur
NSÍ
HB
Emil N. Leifsson var sera eyðsýndur á miðvøllinum hjá HB. Og við málinum til 2-0 slapp hann fyri fyrstu ferð á talvuna í
Formula-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen
Nygaard skoraði
fyri QPR
Hálvi tvørámaðurin Marc Nygaard skoraði
málið, tá ið Queens Park Rangers spældi javn
leik 1-1 ímóti Derby Skírisdag. Hetta var nóg
mikið til at tryggja støðuna hjá QPR í næstbestu
ensku deildini, og málið var tað áttanda hjá
Nygaard í hesum kappingarárinum. Í gjár
spældi QPR ímóti Norwich, men teir taptu
dystin 3-2.