týsdagur 18. apríl 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
At Skála hevur ilt við
at seta dagsskránna
ber við sær, at tað er
munandi torførari hjá
teimum, enn tað áður
hevur verið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð síðani teir
aftur gjørdust partur av bestu
deildini, eydnaðist tað B68
sunnudagin at fáa fulla úr
tøku.
B68 vann 1-0 á heimavølli
móti Skála. Talan var um
rættuliga tætta uppgerð, og
tey á Toftum kunnu fegnast
um, at nú er tað teirra lið,
sum hevur marginalirnar
við sær.
Súni Fríði Barbá hevði
skorað í øllum teimum trim
um undanfarnu umførunum,
og hann gjørdist einsamallur
málskjútti í fjórðu B68 roynd
ini í Formula deildini.
Málið fingu toftamenn
fimm minuttir eftir hvíldina.
Eftir frísparksinnlegg lyfti
Øssur Hansen bóltin innfyri
aftur mótstøðumálið. Tað
tóktist sum um Skála verjan
roknaði við, at teirra málverji
hevði tak á støðuni. Men
málverjin varð standandi,
og so var Súni Fríði, sum
máltevið tykist vera eins
stórt hjá ella kanska størri,
enn tað nakrantíð hevur
verið, framvið og sendi bólt
in í málið.
Stríð um konsept
Jóhan Nielsen er venjari hjá
Skála. Høvuðseyðkennið
hjá øllum liðum, sum hann
hevur verið venjari hjá, er, at
tey royna at spæla skjótan og
hugflogsríkan fótbólt. Tað
gjørdi Skála í fjør, og tað
roynir Skála at gera í ár.
Trupulleikin hjá Skála er,
at liðið á Svangaskarði – sum
tað eisini hevur verið í fleiri
av undanfarnu umførunum
– ikki megnar at seta dám á
gongdina á sama hátt, sum
liðið megnaði í fjør. Eitt
nú tí teir ikki hava sama
miðvallarprofil, sum teir í
fjør høvdu í Nenad. Tað ber
eitt nú við sær, at tað ikki
eydnast teimum at píska leik
ferðina upp.
Jóannes Jakobsen er venj
ari hjá B68. Hansara fót
bóltsmenning og fatan í HB
var undir avgerandi ávirkan
frá júst Jóhan Nielsen. Liðini,
sum Jóannes Jakobsen hevur
havt ábyrgdina av, hava
roynt at spælt á sama hátt,
sum Skála spældi í fjør, og
sum Skála menn fegnir vilja
spæla í ár. Hetta er ivaleyst
eisini í ár málið hjá Jóannesi
og B68.
Trupulleikin hjá Jóannesi
hevur higartil í ár verið, at
tað ikki enn hevur eydnast
liðnum at vinna ella finna
rætta snittið. Toftamenn hava
verið ov tunnir í framrættaða
partinum. Ov sjáldan hevur
tað eydnast at varðveita bólt
in og at spæla seg til innlegg
av baklinjunum. Tí hevur
verið neyðugt at dúva upp á
aðrar dygdir, sum eisini eru
týdningarmiklar fyri at vinna
stig og dystir, og soleiðis var
tað eisini sunnudagin.
B68 vísti fínan hugburð.
Toftamenn vóru tættir í verju
partinum, og teir vóru væl
mannaðir á miðvøllinum. Har
vóru nógvir nærdystir, og í
teimum vóru heimamenninir
oftari omaná. Tað var meiri
soleiðis, at Skála liðið
noyddist at innstilla seg eftir
dygdunum, sum í løtuni eru
tær týdningarmestu hjá B68,
og tað var minni soleiðis, at
Pauli G. Hansen og Bjarni
Jørgensen á sentrala Skála
miðvøllinum fingu tak á
og kundu stýra bóltinum í
borðini og við stingarum
fram ímillum.
Undan steðginum var
Skála í 4-4-2 uppstilling.
Teir høvdu møguleikar. Um
hepnið var við teimum, so
kundi eitt nú Bogi Greger
sen havt fingið mál, tá ið
hann lyfti upp um B68 mál
verjan.
Ta ferðina fór bólturin við
síðuna av málinum, og Skála
fekk einki mál. Heldur ikki
tá ið teir í 2. hálvleiki vóru
í 4-3-3 uppstilling – Bjarni
Jørgensen á toppinum saman
við Jónhardi og Boga – og
nógv tað mesta gekk fyri seg
á B68 hálvuni.
Heimaliðið varð kroyst
langt aftur á egna hálvu.
Tað tóktist bæði tilvitað og
ikki tilvitað. B68 hevði einki
ímóti at sleppa eitt sindur í
álopspartinum – Súni Fríði
Barbá varð miðvallari – men
teir høvdu ikki ætlað at
leggja seg so aftarlaga, sum
teir vóru stóran part av 2.
hálvleiki. Magnus Jakobsen
var í miðverjuni saman við
Ova Magnussen. Hann
loysti veteranin Arnbjørn
Danielsen av. Arnbjørn var
skaddur, og Magnus stóð
seg væl.
Hjá Skála var tað dyggur
smeitur, tá ið liðformaðurin
Pauli G. Hansen longu í 38.
minutti noyddist av vøllinum,
tí hann var skaddur. Pætur
Dam Jacobsen, sum sat smá
skaddur á beinkinum, kom
inn fyri hann. Pætur er stríðs
maður, men tað er munur á
dygdunum hjá honum og
Paula, og spælið hjá Skála
dúvar nógv á dygdunum hjá
Paula. Tí nívdi tað serliga
nógv, tá ið liðformaðurin
var burtur.
Gravesen vil ikki
taka heiligvág
Danski landsliðsspælarin Thomas Gravesen hevur gjørt
vart við seg í Spania, tí hann vil ikki taka heiligvág, og
nú um dagarnar var aftur galið. Gravesen vildi ikki taka
antibiotika í farnu viku, og tí gjørdist hann ikki klárur
til dystin hjá Real Madrid ímóti Getafe sunnudagin.
Sagt verður, at hevði Gravesen tikið heiligvágin, sum
hann fekk tilskrivaðan, hevði hann verið førur fyri at
spæla.
Pauli sleppur við skrekkinum
Tað var einki lag í Skála leguni. Teir høvdu tapt móti B68,
og teir høvdu mist tveir av lyklaspælarunum. Alexandur
Johansen varð vøddaskaddur og kom ikki á vøllin eftir
steðgin.
Pauli G. Hansen var borin av vøllinum sjey minuttir
undan hvíldini. Teir kvíddu fyri, at hann hevði brotið
beinið. Seinni sunnukvøldið vísti tað seg tó, at tað ikki
var heilt so galið.
– Pauli var á sjúkrahúsinum, og har vístu myndirnar,
at talan ikki var um brot. Heldur var talan um dyggan
smeit niður á fótablaðið. Vit vóna, at liðformaðurin skjótt
verður tøkur aftur, sigur hjálparvenjarin hjá Skála, Pauli
Poulsen.
– Tað vóru nógvir nærdystir, og vit vóru ikki nóg stinnir
í teimum. Tað eydnaðist B68 at fáa ferðina nakað niður, og
tað var avgjørt ikki okkum til fyrimunar, staðfestir Pauli
Poulsen, sum ikki heldur tað hevði verið órímuligt, um
Skála í hvussu so er hevði havt fingið eitt stig.
-jh
Moralurin ber langt
Súni Fríði Barbá er vandamiklasti álopsspælarin eftir
fýra tey fyrstu umførini. Hann hevur skorað í øllum fýra
umførunum, og hann hevur kanska stríðst meiri, enn hann
nakrantíð áður hevur gjørt:
– Vit hava góðan moral, og hann ber langt. Vit eldru á
liðnum eru tilvitaðir um týdningin av, at vit hjálpa og stuðla
yngru monnunum.
Tað liggur væl fyri hjá tær at gera mál?
– Eg kenni meg vera væl fyri. Skaði í innandura fótbólti
bóru við sær, at eg ikki var væl fyri í 2003 og 2004. Í fjør
gekk væl í næstbestu deildini í AB. Nú royni eg aftur í
bestu deildini, og tað er hugaligt at staðfesta, at tað saman
við góðum liðfeløgum higartil hevur hilnast væl.
-jh
B68-Skála 1-0 (0-0):
B68 fekk
fult fyri
fyrstu ferð
Skála
B68
Súni Fríði Barbá hevur verið
flúgvandi í ár. Mánadagin
gjørdist talan um fjórða
málið í fýra dystum
Beckham var avsettur
Enski landsliðsspælarin David Beckham var ikki millum spælararnar, sum
byrjaðu á vøllinum, tá ið Real Madrid spældi á útivølli ímóti Getafe fyrsta
páskadag. Orsøkin var heilt einføld, at Beckham var settur av liðnum.
– Beckham spældi ikki, tí eg gjørdi av, at soleiðis skuldi tað verða. So vítt
eg veit, hevði hann ikki nakran skaða, segði venjarin hjá Real Madrid, Lopez
Caro, eftir dystin.
Beckham koma á vøllin í dystinum, sum endaði við javnleiki 1-1, og
Lopez vildi ikki vísa aftur, at hann kanska hevði gjørt eitt mistak við at seta
Beckham av.
– Eg royni altíð at finna fram til besta liðið, men sjálvandi kann eg gera
eitt mistak, segði venjarin.