týsdagur 18. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
Málmaður fekk skaða
í køkinum
Málmaðurin hjá AGF, Steffan Rasmussen,
mátti geva avboð til dystin í superliguni í gjár.
Orsøkin var, at han heði skorið seg heima í
køkinum, tá ið hann var í ferð við at gera mat
um páskirnar. Málmaðurin skar seg í bæði
peikifingurin og tummulfingurin, og hann var
tí ikki førur fyri at spæla ímóti Viborg í gjár.
Við tveimum
málum í seinastu
minuttunum vissaðu
heimamenninir sær,
at teir vóru einasta
liðið, sum fór inn í
halguna við fullum
stigatali
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist, sum meina teir
hjá EB/Streymi nakað heilt
alvorligt við liðnum í ár.
Seinnu árini hevur liðið
av álvara amast upp móti
oddinum, men enn hevur
seinasta fetið restað. Eitt
fet, sum tó nú tykist vera væl
áleiðis. Ikki minst tí liðið
nú eisini tykist vinna teir
dystirnar, har tað leikar javnt
á. Ein dygd, sum serstakliga
vantaði fyrru hálvu í fjør, har
hópatals heimadystir endaðu
við javnleiki.
Ein endurminning av hes
um tóktist ikki vera langt av
leið, tá ÍF var á vitjan. Talan
var sum so ikki um tað heilt
flótandi fótbóltsspælið,
men teir møguleikar, sum
vóru, tóktust tó at fella til
heimaliðið.
Gestirnir vóru sjónliga
komnir fyri at halda fast
um stigið, sum teir høvdu, tá
farið varð á vøllin, og hetta
tóktist eisini eydnast. Ikki
minst tí heimaliðið sýndi
lítið hugflog, og fyri tað
nógva satsaði upp á langar
bóltar fram til áleypararnar,
sum vórðu hildnir í stuttum
tjóðuri av kropssterku ÍF-
verjuni.
Fram til seinasta minuttin
stóð framvegis á jøvnum, og
ein stútari á tvørtræið skuldi
helst verða tað nærmasta,
sum EB/Streymur kom
einum sigri. Men so tók Hans
Pauli Samuelsen sakina í
egnar í hendur. Í eyðkendum
stíli dróg hann seg leysan av
verjuni, áðrenn hann legði
bóltin yvir í handara síðunet
til 1-0.
Hetta kom sjálvandi
sum vátur vøttur hjá fugl
firðingunum,
sum
nú
fullu púrasta í fátt. Tað
gav samstundis rúm hjá
vertunum at spæla, og teir
fýra minuttirnar, sum lagdir
vórðu afturat, eydnaðist tað
eisini Jóhann á Stongum at
økja um leiðsluna til 2-0.
Og so var fagnaðurin
kring Mølina ovurhonds
stórur. Áskoðararnir vistu
av, at dysturin í Havn var
endaður við javnleiki, og við
sigrinum hevði EB/Streymur
soleiðis lagt seg einsamalt
á odda í bestu deildini. Og
tað man vera fyrsta ferðin
yvirhøvur, at tað er komið
fyri seg.
NSÍ hevði aftur hesa
ferð torført við at
undirstrika, at tað er
veruleiki aftanfyri,
tá ið teir droyma um
toppplasering
NSÍ-B68
Jóannes Hansen
NSÍ hevur ilt við at liva upp
til tað, sum teir í Runavík
undan
kappingarbyrjan
løgdu á seg sjálvar. Tað sást
aftur í grannauppgerðini við
Løkin, har B68 vitjaði. Har
var tað ferðmikið, kontant
og harvið høgur intensitetur
og gott undirhald. Petur
Reinert var 23. maðurin á
vøllinum, og hann megnaði
sera væl at halda skil á sum
góður skúlalærari, uttan at
tað nýttist honum at tveita
um seg við kortum.
Toftamenn vóru eitt
vet grammari enn heima
menninir. Á sentrala mið
vøllinum vóru tað meiri
Ralph van Door, Jann Ingi
Petersen og Kári Hansen,
sum stríddist sum leyva móti
gomlu liðfeløgunum hjá sær,
ið settu dagsskránna, enn tað
vóru teir á NSÍ miðvøllinum,
sum høvdu tað eitt sindur
torført í nærdystunum.
Øssur Hansen er framvegis
fínur fótbóltsspælari, og
sum heild hekk spælið betri
saman hjá gestunum, enn tað
gjørdi hjá NSÍ
NSÍ hevur nógv fólk, og
hesa ferð høvdu teir broytt
uppstillingina eitt sindur.
Jóhan Troest Davidsen,
sum sat uttanfyri í Vági,
var á høgra vongverja, og
Brynjolvur Nielsen var hesa
ferð verjukendi miðvallarin
aftanfyri Dánial Hansen
og Boga Løkin. Sjúrður
Jacobsen var vongverji í
vinstru fyrstu løtuna, inntil
hann noyddist at gevast av
skaðaávum, og 18 ára gamli
Einar Hansen kom inn á
vongverjan.
Heimaliðið kundi havt
fingið mál beinanvegin.
Tórur Thomsen tóktist at
vera eitt sindur áhælsin, og
Brynjolvur Nielsen, sum
støðan tóktist koma eitt
sindur óvart á, lyfti upp um
málverjan og upp um tóma
málið.
Stutt undan steðginum
fekk B68 mál. Súni Fríði
Barbá, sum var einsamallur
á toppinum, meðan Kristian
Anton Andreasen og Jóhan
Petur Poulsen vóru ytstir
í
miðvallarborðunum,
fekk tak á framlegging frá
Jann Inga Petersen, ið var
rættuliga eyðsýndur, bólturin
tók í onkran og snýtti Jens
Martin Knudsen, og so vóru
fyritreytirnar hjá B68 í 2.
hálvleiki uppaftur betri.
NSÍ hevði bóltin mesta
partin av 2. hálvleiki.
Teir royndu at leggja trýst
á, men tað var ikki stór
tyngd og broddur í, og
málmøguleikarnir vóru fáir
og smáir. B68 verjan hevði
gott tak á, og tað hjálpti
teimum, tá ið heimaliðið ofta
fall í grøvina at royna við
longum sendingum fram til
Christian Høgna Jacobsen.
Tað var barnamatur hjá
Arnbirni Danielsen og Ova
Magnussen.
Korter undan leikloki
fingu teir í NSÍ nyttu burturúr
hornasparksinnleggi.
Innskifti Sonni L. Petersen
setti krúllin undir bóltin,
og so var mál og eitt stig í
part.
NSÍ skifti í seinna
umfarinum skjótar og kondi
tiónsstinnar spælarar inn.
Onkrir av B68 monnunum
tóktust síðstu løtuna moyrari
enn gott er, men tað ávirkaði
ikki úrslitið. 1-1 og eingin ivi
um, at tey niðanfyri vøllin
fóru betri nøgd til hús, enn
tey omanfyri vøllin vóru.
tað.
NSÍ-B68 1-1 (0-1):
Toftamenn tóku sín part
EB/Streymur-ÍF 2-0 (0-0):
Í evstu
løtu
B68
NSÍ
ÍF
EB/S
Fuglfirðingar hildu fast í stiginum í 89 minuttir skírisdag, men tað hjálpti lítið, tá EB/Streymur kortini skoraði tvey mál móti
dystarenda
Mynd: Sofus D. Johannesen
Venjarin mátti lúgva
Cesare Prandelli, sum er venjari hjá italska felagnum Fiorentina, kendi seg
noyddan lúgva fyri sínum spælarum í hálvleikinum av dystinum ímóti Treviso
leygardagin. Hann segði, at Roma, sum Fiorentina kappast við um eitt Champions
League-pláss, var aftanfyri 3-0 imóti Palermo, og tí skuldi Fiorentina bara vinna
dystin fyri at fara fram um Roma. Úrslitið var, at Fiorentina tók seg saman í seinna
hálvleiki og vann dystin ímóti Treviso. Hinvegin var Roma á odda 3-0 ímóti
Palermo í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki javnaði Palermo púra óvæntað,
og so fór Fiorentina fram um Roma hóast alt.
– Eg segði ósatt fyri spælarunum, so at teir fingu rætta hugburðin til seinna
hálvleik av dystinum, segði Fiorintina-venjarin eftir sigurin.