týsdagur 18. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
Raul vil hava Laudrup
Liðformaðurin hjá Real Madrid, Raúl, heldur, at danin
Michael Laudrup kundi verið rætti venjarin til felagið.
Í eini samtalu við Ekstrablaðið sigur Raúl, at Laudrup
var ein framúr spælari og ein stórur persónur uttanfyri
vøllin, tá ið hann spældi í Real Madrid.
– Um Laudrup hevði fingið høvi at gjøgnumført sína
fótbóltsfilosofi í Real Madrid, so er tað einki mark fyri,
hvat vit kundu nátt, sigur Raúl við Ekstrablaðið.
Tað skulu heilt aðrir
bollar á suppuna, um
teir í VB/Sumba skulu
hava møguleika at
spæla seg til stig og
sigrar
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbólturin hevur tað ikki gott
í Suðuroy. Tað hava úrslitini
í hesum kappingarárinum
boðað frá. Á Skála Skírisdag
fingu áskoðararnir hetta so
rudduliga staðfest.
VB/Sumba vóru komnir
norður at verja um tað, sum
teir høvdu í viðførinum. Í
1. hálvleiki vóru teir sera
varnir. Eftir steðgin fluttu
teir seg longri fram, og tá
høvdu teir bóltin ikki so
heilt lítið. Fyrri parturin av
2. hálvleiki minti ikki so lítið
um 3. deildardyst av gamla
slagnum. VB/Sumba hevði
bóltin ein part av tíðini, men
teir vóru sørir frameftir, og
teir á heimaliðnum vóru lítið
áhugaðir í at blanda seg ov
nógv.
Vlada Filipovic, sum var
komin aftur í Skála málið,
hóast hann framvegis tykist
eitt sindur skaddur, hevði
millum evarska lítið og einki
at gera.
At heimasigurin ikki gjørd
ist størri enn 5-0, átti VB/
Sumba málverjin Marcin
Dawid sín part av heiðrinum
fyri
Undan steðginum var
tað Alexandur Johansen,
sum skoraði tvey mál. Í
útgangsstøðuni var hann
frammarlaga í vinstra
borði. Hann reikaði nógv,
og í tí leiklutinum trívst
hann væl. Eftir steðgin kom
Alexandur ikki á vøllin.
Eftir drúgva skaðasteðgin,
sum helt honum burtur frá
fótbólti mest sum alt árið í
fjør, er eingin orsøk at leggja
ov nógv fyri. Serliga tá ið
spurningurin var avgreiddur,
hvagar stigini skuldu fara,
og tá ið avloysarin var so
góður, sum Levi Hanssen
er tað.
Triðja málið fekk Poul N.
Poulsen, sum er uppvaksin
í VB, og sum hesa ferð fekk
møguleikan í høgru hjá
Skála, tí Bjarni Jørgensen var
skaddur. Fjórða málið fekk
Jónhard Frederiksberg, eftir
at hann og Bogi Gregersen
høvdu spælt seg ígjøgnum,
og liðformaðurin og mið
vallar generalurin Pauli G.
Hansen setti punktum,
At Skála fekk futt í
aftur seinna partin av 2.
hálvleiki komst av, at teir
umskipaðu eitt sindur.
Bárður Danielsen, sum í ár
hevur endurvunnið plássið
á høgra vongverjanum, sum
hann misti eitt skifti eftir
summarsteðgin í fjør, fekk
loyvi at blanda seg longri
frammi á vøllinum, meðan
Pætur Dam Jacobsen, sum
tað í orðsins sanna týdningi
haltaði eitt sindur hjá, varð
fluttur longri aftur, har hann
ikki hevði trupulleikar at taka
sær av verjuuppgávuni.
B36 hevði bóltin
meira, men KÍ var
vandamiklari, tá
liðini býttu stigini
sínamillum í Gunda
dali skírisdag
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nógvir av heimaáskoðarun
um náddu ikki somikið sum
at síggja tað, sum skuldi vísa
seg at gerast teirra hædd
arpunkt á degnum. Bólturin
var ikki meira enn givin
upp, tá Sylla streyk avstað
í síðuni. Neyva innleggið
ferðaðist upp um Meinhardt
Joensen í KÍ-málinum, og so
kundi Fróði Benjaminsen
við handaru stong stýra í
kassan.
Yvirfólkaðu miðvøllin
Jú, tað var heilt skjótt, at
B36 vístu, hvat teir ætlaðu
við dystinum móti skírisdag.
Málið tóktist eina løtu bara
seta enn meira ferð á, men
spakuliga fingu gestirnir tó
eisini eitt ávíst tak á dystin
um. Ikki soleiðis at KÍ setti
seg á spælið, men við skila
góðum kontraspælið fóru
teir nú eisini at hótta. Og tó
at útjavnandi málið var ein
perla av einum deyðbólti, so
var tað sum so als ikki so
óuppiborið.
Og so slapp KÍ av álvara
at spæla tolna kontraspælið,
sum liðið tykist trívast væl
við í ár. Við eini verju, sum
fyri tað nógva er sett saman
av garvaðum veteranum, og
einum bæði vælpakkaðum
og hartarbeiðandi miðvølli
eru fortreytirnar fyri hesum
góðar. At B36 so eisini opti
meraði hesar við støðugt at
hava allar tríggjar sentralu
miðvallararnar á linju, er
ein onnur søga, men henni
tóktist KÍ tó ikki at hava nak
að ímóti.
Og í veruleikanum var
KÍ nakað nógv nærri sigrin
um, enn B36 var tað. Sæð
burtur frá einum drønskoti
á tvørtræið frá Santos fyri
steðgin, og eini góðari roynd
frá mest sum blankum Fróða
Benjaminsen móti dystar
enda, so var tað sjáldan,
at KÍ-málið av álvara var
hótt.
Opnu møguleikarnir hjá
KÍ vóru kanska heldur ikki
so heilt nógvir, men oft
ani var talan um ítøkiliga
hóttanir kortini. Ikki minst
skapti Hjalgrím Elttør støð
uga órógva í hvítu verjuni,
og tað var eisini hann, sum
var upphavið til størsta møgu
leikan í dystinum. Men ta
ferðina fekk Símun Joensen
ikki rættiliga skot á bóltin,
sum fór grøvandi omanfyri
mest sum manntóma B36-
málið.
Bæði og
Alt íalt, so var talan kanska
um ein rættvísan javnleik,
men fyri báðar partar var
galdandi, at tey kundu bæði
vera nøgdir - og ikki. B36, tí
tað sjálvandi altíð ræður um
at vinna á heimavølli. Men
við tveimum útisigrinum í
skjáttuni, var javnleikurin
kortini til at liva við. KÍ, tí
ein javnleikurin á útivølli
móti meistarunum sjálvandi
ikki er at kimsaa at. Men
sum dysturin tók skap, so
kundi talan eins væl verið
um trý stig.
Um visjón 2009 er komin
nærri Klaksvíkini, er enn ilt
at siga, men danska orðafellið
sigur, at ein góð byrjan er
helvtin av verkinum. Og í so
máta hava bæði KÍ og Tony
Paris helst nógv at gleða seg
til.
B36-KÍ 1-1 (1-1):
Effektivir
klaksvíkingar
Sekkur til suðuroyingar
VB
Skála
KÍ
B36
Hartarbeiðandi og væl mannaði KÍ-miðvøllurin hevði fyri tað nógva takið á sterku
miðspælarunum hjá B36
Mynd: Álvur
Gjørdu seg inn á bilin hjá Park
Manchester United-spælarin Ji-Sung Park hevur skift bil. Orsøkin
er, at Kia-bilurin hjá honum fekk ikki frið fyri liðfeløgunum, sum
í heilum gjørdi seg inn á bilin. Park hevur Kia sum sponsor, og
hann hevur brúkt ein av smærru bilunum hjá Kia til at koyra í.
Liðfelagarnir í Manchester United hava fleiri ferðir verið úti eftir tí
lítla bilinum, og teir hava tikið viskararnar og síðuspegl av bilinum
og hava enntá punkterað hann. Nú hevur Park fingið sær ein størri
Audi-bil at koyra í, og so vónar hann at fáa frið fyri teimum nasku
liðfeløgunum.