Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ] Saman við Atlantic Airways lutar Sosialurin í ár ikki færri enn 13 flogferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic.Ein vinnari verður hvørt umfarið í Formula-deildini Møguleikarnir fyri flogferðum úr Føroyum hava ongan tíð verið so stórir,sum teir verða tað í ár. Við fimm flogførum í støðugari flúgving eigur Atlantic Airways sín stóra lut í øktu valmøguleikunum,og nú kanst tú saman við Sosialinum og Atlantic verða partur í nøkrum av mongu fráferðunum. Eftir hvørt umfarið í Formula-deildini verður ein mynd at síggja her í blaðnum,har vit hava »sletta« bóltin úr myndini.Uppgávan hjá lesaranum er so at gita,hvar hesin bólturin eigur at vera. Við at senda SMS-boð á 1441 ber til hjá lesarunum at vera við í kappingini,har Atlantic Airways hevur eina flogferð tøka eftir annaðhvørt av teimum 27 umførunum í Formula-deildini. Heldur tú,at bólturin er í teigi 1,skal teksturin í SMS-boðnum vera »hvar 1«.Soleiðis skal hvørt boðið bara innihalda orðið »hvar« og so nummarið á teiginum,har tú heldur bólturin eigur at vera. Kostnaðurin fyri at senda boðini er 5 krónur umframt vanligan SMS-takst. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 FINNIÐ BÓLTIN Hvar er bólturin? Hvar heldur tú,at bólturin er? Við at senda eini SMS-boð til 1441 kanst tú vera við í lutakastinum um eina ferð á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Skrivað hvar og so nummarið á teiginum,har tú heldur bóltin vera. Spilti dómaran út og rann avstað Markus Schuler, sum spælir fyri týska felagið Bielefeld, var illur eftir tapið ímóti Eintrach Frankfurt um páskirnar. Eftir dystin royndi hann at sparka bóltin eftir kenda dómaranum Markus Merk, og síðani fór hann yvir til hann og segði: Og so skal ein sovorðin reyv døma í HM. Merk var eftir øllum at døma tikin á bóli av Schuler, sum rann avstað, eftir at hann hevði sagt orðini, og tí gav Merk honum ikki tað reyða kortið. Hinvegin hevur Merk skrivað eina frágreiðing til fótbóltssambandið um tilburðin. Martin Poulsen vann sannførandi føroyameistaraskapin í Klaksvík. Hóast síni bert 22 ár, hevur Martin longu vunnið FM tríggjar ferðir Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tá havnarmaðurin Mart­in Poulsen vann føroya­meist­ araskapin fyri fyrstu ferð í 2003, sum 19 ára gamalur, var hann ein av okkara yngstu føroyameistarum. Bert Jens Kristian Hansen (FM 1979) og Hans Kristian Simonsen (FM 2002) vóru yngri meistarar. Tað hava verið serstakir telvarar, ið hava dominerað nøkur tíðarskeið seinastu 30 árini: Luitjen Apol vann FM í 1974, 1975 og 1976. Jens Kristian Hansen vann í 1979, 1981 og 1982. Heini Olsen gjørdi ikki mætari enn at vinna FM 1989, 91, 92 og 1993. Vit kunnu nú siga, at Martin hevur verið talvkongurin í nøkur ár. Hann vann FM 2003, endurvann heitið í 2004, tapti tepran finaluumdyst í 2005 og vann nú aftur FM í 2006. Tað undrar tí helst onkran, at Martin enn ikki hevur ognað sær nakran IM- norm. Men teir mugu fara at koma skjótt. Heini og Martin Klaksvíkingurin Heini Olsen varð tann, ið gav Martini harðastu kapping. Heini telvaði væl, hóast hann læt onkran sigur gleppa millum fingrarnar. Finnbjørn Vang og føroyameistarin frá 2005 Carl Eli Nolsøe Samuelsen hingu eisini leingi í oddinum, men vórðu teir ikki eins drúgvir sum Heini at bjóða Martini av. Í 7. umfari hevði Heina leingi góða støðu í lykla­ talvinum ímóti Martini. Men Martin hevur eginleika sum fáur at finna sterkar verjuleikir. Tá støðan tyktist jøvn í endatalvinum, var Heini offur fyri sokallað talvblindni. Heini var nevn­ liga sannførdur um, at hansara finna á f4 var vard, men so var ikki. Martin tók einfalt finnuna við deyðligum skáki og tríggjar leikir seinni varð Heini skák og mátaður. Ótrúliga óvæntað vend í talvinum. Slíkt kann henda fyri tann besta, tá ein hevur sitið í drúgvum talvi í fleiri tímar. Martin kundi nú leika tvey tey seinastu talvini remis fyri at verða FM. Hann var nevnliga hálvtannað stig fremstur innan seinastu umførini. Rani Nolsøe og Sjúrður Thorsteinsson tóku av remistilboðum Martins. 7 stig og eitt sera uppiborið triðja FM-heitið. Heini varð nr. 2 við 6 stigum og Finnbjørn Vang fekk eitt heldur óvæntað og flott 3. pláss við 5,5 stigum. Finnbjørn telvar mangan rættiliga álopskent, og kanska sindur kaotiskt, ið kann órógva balansuna hjá mótstøðumanninum. Effektivur telvari. Carl Eli fekk eitt skuffandi 4. pláss við 5 stigum, meðan Torkil Nielsen, Rani Nolsøe og Hans Kristian Simonsen allir fingu 4 stig. 4 stig er so dánt hjá Rana og Torkili, men fyri Hans Kristian er úrtøkan heldur katastrofal. Góði endaspurturin hjá koll­ firðinginum við tveimum sigrum prýddi av álvara um úrslitið hjá honum. Sjúrður Thorsteinsson fekk 3,5 stig og 8. pláss, meðan Eyðálvur Johannesen og Haldur Suni Johansen deildu 9-10. plássið við 3 stigum. Nielsen úr Sandavági Synirnir hjá Torkili Niel­ sen hava seinastu árini gjørt um seg í føroyskari ungdómstelving. 8 ára gamli Høgni E. Nielsen fekk 5 stig og deilt 6. pláss í Klaksvík. Enn betur gekst eldra beiggjanum, Rógva E. Nielsen, ið eftir umdyst móti Hjalta T. Jógvansson, varð unglingaføroyameistari. Fimta umtalvið avgjørdið FM-heitið hjá unglingunum. Spennandi var at fylgja umdystinum. Hjalti legði best út, men Rógvi svaraði hvørja ferð aftur og vann loksins seinasta snartalvið. Rógvi og Hjalti, báðir 13 ár, fingu 8 stig í kappingini. Ratingfavoritturin Margar Berg fekk 3. plássið við 6,5 stigum. Unglingaføroyameistarin frá í fjør, Rógvi Dragaberg, vann almenna bólkin. Hann fekk 7 stig. Honum næstir komu tríggir telvarar á 2. plássi: Jógvan Joensen, Gutti Petersen og Esbern Christiansen við 6 stigum. Helgi í EM Normjagstrarin Helgi Dam Ziska, hevði eina slaka kapping, tá hann herfyri telvaði við í Evropa­ meistaraskapinum. Hann fekk 4 stig av 11 møguligum í hørðu kappingini ið taldi eini 80 stórmeistarar. Kozul Zdenko (2606) vann EM við 8,5 stigum og favoritturin Vassily Ivanchuk (2731) varð nr. 2 við 8 stigum. Helgi telvaði móti fleiri stórmeistarum og altjóða meistarum. Miðalmótstøða hansara var 2337. Helgi missir nakað av rating, men fer ivaleyst eina roynd ríkari víðari til næstu avbjóðing. Helgi hevur longu ognað sær tveir normar og jagstrar tann triðja og 2400 ratingstig. Landsliðsbólkurin 2006 1. Martin Poulsen 7,0 2. Heini Olsen 6,0 3. Finnbjørn Vang 5,5 4. Carl Eli N. Samuelsen 5,0 5-7. Hans Kristian Simonsen 4,0 5-7. Rani Nolsøe 4,0 5-7. Torkil Nielsen 4,0 8. Sjúrður Thorsteinsson 3,5 9-10. Eyðálvur Johannesen 3,0 9-10. Haldur Suni Johansen 3,0 Føroyameistari fyri triðju ferð Arsenal jagstrar risa Arsenal liggur nú úti eftir at keypa serbiska álopsspælaran Nikola Zigic, sum er nakað heilt fyri seg. Hann er heilar 208 sentimetrar høgur, og tað er óvanligt fyri ein fótbóltsspælara. Zigic spælir fyri Reyðu Stjørnu í Beograd, og hann skorar nógv mál. Seinastu trý árini er hann tvær ferðir valdur til ársins spælara í Serbia. Roknað verður við, at Arsenal má av við 75 milliónir krónur, vilja teir keypa Zigic. Fyri triðju ferð í fýra ár vann Martin Poulsen FM- kappingina fyri talv hjá einstaklingum