týsdagur 18. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
FSF flytir dystir
Fótbóltssambandið hevur flutt eitt umfar í Formula
deildini og 1. deild orsaka av landsdystinum ímóti
Póllandi tann 14. mai. Umfarið í Formuladeildini,
sum skuldi spælast hendan dagin, er flutt til miku
dagin 10. mai. Harafturat boðar FSF frá, at 1. deild
menn spælir sítt 8. umfar sunnudagn 14. mai, men
landsliðsúttøka kann hava við sær, at onkur dystur
verður fluttur – her verður serliga hugsa um dystin
hjá TB, har Óli Johannesen spælir við.
Í báðum toppupp
gerðunum var tað
ógvuliga tætt, og í
báðum førunum varð
sigursmálið skorað
fram móti dystarenda
1. DEILD 4. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tvær toppuppgerðir vóru á
skránni, og í báðum førum
var tað ógvuliga tætt. B71,
LÍF, FSV04 og AB stríðast
um tey bæði fremstu pláss
ini. Í løtuni eru LÍF og AB
oddalið, men tað er ógvuliga
tætt.
B71 hevði leikliga yvir
vág fyrstu løtuna, og síðani
var tað heilt javnt. Men tað
vóru gestirnir av Argjum,
sum fóru við øllum. Allan
Mørkøre gjørdist einsa
mallur og sveik ikki. Tá var
2. hálvleikur meiri enn 47
minuttir gamal!
Í Leirvík var tað ein inn
skiftur klaksvíkingur, sum
stutt undan leikloki skoraði
einasta málið fyri heimaliðið.
Marius Nystrøm Hansen
setti krúllin undir bóltin og
so var 1-0 til LÍF. Í Leirvík
er áhugin fyri liðnum,
sum ikki hevur roynt seg í
fremstu deildini í treittan ár,
rættuliga stórur.
FSV04 misti í 2. hálvleiki
tríggjar spælarar, sum sóu
reytt!
Hjá TB hilnaðist páska
fótbólturin stak væl. Eftir
3-2 móti KÍ á heimavølli
Skírisdag vunnu teir 4-1 á
HB á heimavølli. Uni Arge
minkaði um munin við brots
sparki til 3-1. Olivur Abra
hamsen, sum var skaddur í
fyrstu umførunum, og Kaj
Roest skoraðu tvær ferðir í
part fyri TB.
SÍ vann í Vági, men tað leyp
einki av. Tríggjar minuttir
undan leikloki skoraði Bogi
Selfoss sigursmálið, eftir
at John Poulsen eitt korter
undan leikloki hevði javnað.
VB/Sumba gjørdi sjálvmál í
1. hálvleiki, og teir eru fram
vegis stigaleysir.
KÍ og Royn høvdu undan
2. páskadegi ikki fingið
stig. Royn hevur framvegis
einki stig fingið. Tað hevur
KÍ, sum vann 5-0 og harvið
hevur tikið fyrsta stigið móti
málinum, sum er at varðveita
plássið í deildini.
AB og LÍF mistu
fyrstu stigini, tá ið
innanhýsis uppgerðin
teirra millum á
Argjum endaði við
javnleiki
1.DEILD 3. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B71 og FSV04 høvdu
fulla úrtøku eftir trý tey
fyrstu umførini, tá farið
varð um skírisdag. B71
var frammanfyri 2-0 og 4-
2 í Gundadali móti HB, og
teir vunnu 4-3. Men tað var
um reppið, at teir mistu á
stokkinum, tí HB misnýtti
fyri opnum máli í yvirtíð
ini.
FSV04 vann 7-0 á Vall
oyrini móti Sumba/VB,
sum sjáldan var í nánd av
brotsteiginum hjá heima
liðnum. Birgir Joensen skor
aði fýra ferðir.
AB og LÍF mistu fyrstu
stigini, tá ið innanhýsis upp
gerðin teirra millum á Argjum
endaði 1-1. Spælandi LÍF
venjarin, Hans Fróði Hansen
legði gestirnar framum eftir
deyðbólt, og ein onnur gom
ul landsliðskempa, Allan
Mørkøre, javnaði eitt korter
undan leikloki.
Eftir fyrsta korterið tóktist
TB skula vinna stórsigur
móti KÍ, men tað gjørdist
kortini meiri spennandi
enn so. Tvær ferðir var TB
frammanfyri við tveimum
málum, og tvær ferðir svaraði
KÍ aftur. 3-2 Heimasigurin
vóru fyrstu TB stigini í hes
um kappingarárinum.
Sørvingar vóru fullkomu
liga oman á móti Royn, sum
einki hevði at bjóða uppá.
Fýra av SÍ málunum vóru
brasilsk. Marcello skoraði
tríggjar ferðir og tykist rættu
liga at vera í støtinum.
FSF-skipanin komin
Fótbóltssambandið hevur nú givið kappingarskipanina fyri
2006 út. Í skipanini eru yvirlit yvir allar kappingarnar hjá
FSF – frá teimum vaksnu til tey yngstu – og harafturat eru
viðkomandi upplýsingar um feløgini, FSF, kappingarreglur
og mangt annað. Skipanin er eitt hent amboð hjá teimum,
sum á onkran hátt varða av fótbólti ella fylgja við í onkrum
av kappingunum.
LÍF og AB
eru nú tey
fremstu
B71 og FSV høvdu fult
Hjá TB hilnaðist væl á páskum.
Leygardagin vunnu teir næsta
dystin upp í slag. Hesa ferð móti HB
Mynd: Áki Bertholdsen