týsdagur 18. apríl 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 74 - 18. apríl 2006 ]
Hevur HB nýtt Páll
M. Joensen, uttan
at spælaraloyvið
var í lagi. Tað er
spurningurin, sum
Kappingarnevndin
hjá FSF skal viðgera
á fundi komandi
hóskvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Og fjør ruku bæði KÍ og
B36 úr steypakappingini,
tí feløgini ikki høvdu øll
spæliloyvi í lagi á besta
mansliðnum. Og í ár kundi
tað bent á, at HB stendur fyri
tørni.
Í øllum førum kundi
Dimman mikukvøldið borð
reiða við søgu um, at ivamál
hevur stungið seg upp kring
spæliloyvið hjá Páll M.
Joensen, sum er partur av
besta mansliðnum hjá HB.
Hóast eingin niðurstøða
varð gjørd í greinini, so
hevði blaðið fingið váttað, at
kappingarnevndin hjá FSF
kannaði málið.
Upprunin til málið skal
finnast í, at HB í fjør leigaði
spælaran út til NSÍ. Partur av
avtaluni var, at spæliloyvið
varð latið HB aftur, tá
kappingarárið var av. Og
tað hevur NSÍ eisini gjørt.
Runavíkingar hava nevnliga
sent HB eina leysgeving,
og sentrali spurningurin er,
hvørt hendan er skrásett hjá
FSF ella ikki.
Stjórin í P/F Havnar Fót
bóltur, Steinfinnur Mittel
stein, sigur við Sosialin,
at teir meta seg hava slætt
borð.
– NSÍ sendi okkum leys
gevingina, og vit hava so
eisini sent hana til FSF,
men har eru boðini, at hon
er ikki móttikin. Og tí eru
vit als ikki samdir í, sigur
Steinfinnur.
Men hevur HB eitt gald
andi spæliloyvi upp á spæl
aran?
– Tað halda vit, at vit
hava. Vit hava í øllum førum
móttikið eitt spæliloyvi, og
tí halda vit okkum hava eina
góða sak.
Men spælarin var ikki á
listanum, sum FSF hevur
lagt út á heimasíðu sína. Er
hetta ikki nakað, sum tit hava
kannað, áðrenn kappingin
fór ígongd?
– Vit hava hugt eftir list
anum. Og har síggja vit,
at talan er um fleiri vill
ur. Bæði hjá okkum og
hjá øðrum feløgum. Og
tí loyva vit okkum eisini
at seta spurningin, hvørt
tað skal vera spæliloyvið
ella spælaralistin, sum er
avgerandi. Í øllum førum
má samsvar vera millum
hesi, staðfestir stjórin í parta
felagnum hjá HB.
Spæliloyvið er
grundleggjandi
Er tað so, at HB veruliga
hevur spæliloyvið hjá Páll
M. Joensen, so er eingin
ivi. Tað verður so ruddiliga
staðfest í frágreiðingini til
kappingarreglurnar hjá FSF,
at spælari er lógligur, tá hann
hevur fingið loyvisbræv frá
FSF. Spæliloyvið er í so
máta grundleggjandi fyri
rættin hjá einum spælara
at umboða eitt felag. Og í
veruleikanum skuldi tað
verið eins sjálvsagt, at hetta
var í lagi, sum tað er at læta
spælaran í gaggur, áðrenn
farið verður á vøllin.
Her á síðunum skulu vit
ikki fara at viga fyri og
ímóti, hvørt søgdu orðini
eru røtt ella ikki. Men eftir
lagnuna hjá B36 og KÍ í fjør,
tykist tað merkisvert – fyri
ikki at siga fantastiskt – at
sama skil aftur skal valda í
ár.
Skal nakað konstruktivt
takast burturúr tí, sum
hendi í fjør. So er tað væl,
at spælaralistar hjá øllum
feløgum vórðu lagdir út á
netið. FSF hevur alla tíðina
sagt, at tað langt ífrá er víst,
at tað langt ífrá er víst, at
hesir eru fullfíggjaðir. Og
tí hevur eisini verið heitt á
feløgini um at kanna sínar
spælarar, fyri síðani at frá
boða møguligar villur til
FSF. Tað hevur alt annað líka
gjørt tað munandi lættari hjá
feløgunum kring landið at
kanna eftir, um allir spælarar
í hópinum eru skrásettir.
Og tað mátti eisini fingið
klokkur at ringt,um komið
verður eftir, at spælari ikki er
skrásettur í yvirlitinum.
Í dag er Páll skrásettur
í hesum yvirliti. Men tað
framgongur eisini, at hendan
skrásetingin er gjørd 1. apríl
í ár. Altso aftan á at spæl
arin hevur umboðað HB í
steypakappingini.
Fleiri revsimøguleikar
Sambært kappingarreglunum hjá FSF, so eru møguleikarnir fyri revsing fleiri, um
felag hevur forbrotið seg mótvegis kappingarreglunum.
Sambært grein 40 í kappingarreglunum, so kunnu brot verða revsað við:
• ávaring
• bót
• felag verður dømt at tapa dyst
• felag verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir
• felag verður koyrt úr kappingini
Hinvegin er lítið at ivast í, hvør avleiðingin verður, um úrskurðurin hjá kappingarnevndini
ikki gongur HB á møti. Fordømini bæði frá í fjør staðfestu greitt, at spælaraloyvið
er ein somikið grundleggjandi partur av fótbóltsreglunum, at ein hørð revsing var
neyðug, um hesi viðurskifti ikki vóru í lagi. Og tí er illa hugsandi, at revsingin verður
nakað linari hesaferð, skuldi niðurstøðan verið, at spæliloyvið hjá Páll M. Joensen
ikki hevur verið í lagi.
Og um so er, so merkir tað, at HB ikki longur er partur av steypakappingini. eins
og liðið einki stig hevur eftir fyrstu fýra umførini av Formula-deildini. Tí hóast tað
longu kom fram mikudagin, at ivi var um spæliloyvið, so var Páll partur av liðnum í
Gøtu skírisdag og í Gundadali annan páskadag.
-mørk
Viðgerast hósdagin
Tá vit mánakvøldið høvdu formannin í kappingarnevndini, Høgna í Stórustovu á orðið,
vildi hesin ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.
– Eg fái bara váttað, at vit arbeiða við málinum. Vit hava sent HB eitt bræv, og nú
hava teir so nakrar dagar at koma við sínum svarskrivi. Og ikki fyrr enn eftir hetta
verður nøkur niðurstøða gjørd, sigur Høgni í Stórustovu.
Svarfreistin hjá HB er til hósdagin, og hetta sampakkar helst væl við, at hóskvøld
vanliga er fundardagur hjá kappingarnevndini.
-mørk
Aftur eitt mál um spælaraloyvi
Páll M. Joensen hevur í ár týðandi
leiklut á HB-liðnum. Mánadagin var
hann millum málskjúttarnar í dystinum
móti NSÍ, og tey stigini verða verandi í
HB. Men spurningurin er, hvussu er við
dystum, sum eru spældir fyri 1. apríl í ár
Mynd: Álvur Haraldsen