mikudagur 19. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Áhugin er sera stórur
fyri at fáa eitt stað at
búgva í Norðoyggjum,
tá ið Summar
Festivalurin verður
í august. Norðoya
Kunningarstova
sigur, at áhugin hevur
ongantíð verið so
stórur, sum hann er
júst í ár
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í august mánaði verður
Summar Festivalurin hildin
fyri triðju ferð, og fyrsti
útlendsku bólkarnir, sum
skulu spæla á festivalinum,
eru kunngjørdir. Atgongu
merkjasølan hevur sam
bært fyrireikarunum gingið
sera væl fyrstu tíðina, og á
Norðoya Kunningarstovu eru
tey eisini langt síðani farin
at merkja stóra áhugan fyri
festivalinum í Klaksvík.
– Fólk hava víst stóran
áhuga
fyri
Summar
Festivalinum bæði í fjør og í
fyrraárið, men áhugin hevur
ongantíð verið so stórur,
sum hann er júst í ár, sigur
Christian Olsen, leiðari fyri
Norðoya Kunningarstovu.
– Øll summarhúsini í
Norðoyggjum eru langt
síðani leigað út á Summar
Festivalinum, og vit royna
at leita við ljós og lykt fyri
at finna fleiri hús, sum fólk
kunnu búgva í á festivalinum,
sigur hann.
Gistingarhús á tremur
Um eina góða viku verður
Norðoyatunnilin
tikin
alment í brúk, men hóast
fasta sambandið er á veg, og
fólk fáa nýggjar møguleikar
at ferðast aftur og fram, so
vilja nógv fólk gista í Norð
oyggjum, tá festivalurin
verður hildin.
Øll
summarhúsini
í
Norðoyggjum eru leigað
út til festivalin, Hotel
Norð hevur fult hús, og
á Sjómansheiminum í
Klaksvík er bíðilisti fyri
at sleppa innar fyrsta
vikuskiftið í august.
Harafturat hava fleiri biðið
sær pláss til campingvognar,
og her hevur Norðoya
Kunningarstova
góðar
umstøður at bjóða.
– Fleiri hava longu skrivað
seg upp til campingpláss. Vit
hava 18 el-íbindingar sum
er, men tær kunnu gerast
fleiri. Umstøðurnar til
campingvognar eru betraðar
síðani í fjør, og fólk eru
væl nøgd við hesi plássi,
tí summi hava lagt dent á,
at tey vilja hava sama pláss
sum í fjør, sigur Christian
Olsen.
Góðir møguleikar
at tjalda
Umframt campingpláss
ini hevur Norðoya Kunn
ingarstova eisini nógv tjald
ingarpláss at ráða yvir, og
her hava fólk longu skrivað
seg upp á listan fyri at
tryggja sær pláss.
– Vit hava roynt at bíða
eitt sindur við at skriva fólk
upp til tjaldingarpláss, men
nú kunnu fólk gera vart við
seg, um tey vilja hava eitt
pláss. Vit hava nógv pláss til
tjalding, og umstøðurnar eru
heilt góðar, sigur Christian
Olsen.
Umframt gistingina á
landi, hava nógv fólk eisini
búð í bátum, sum hava ligið
við bryggju í Klaksvík,
og í fjør var rættiligur
bátastevnulag á Stongunum,
har ein ørgrynna av smá
bátum lá á festivalinum.
So hóast koyrandi verður á
Summar Festivalin í ár, so
fara ivaleyst nógv fólk at
sigla til Klaksvíkar.
– Vit hava merkt eina
stóra reaktión, eftir at
bólkar eru kunngjørdur til
festivalin í ár, og eg rokni
við, at soleiðis verður eisini
næstu tíðina. Vit rokna við,
at áhugin fer rættiliga at
eksplodera, nú mai mánaði
stendur fyri durðum, sigur
Christian Olsen.
Fult hús til Summar
Festivalin
– Vit hava merkt eina stóra reaktión, eftir at bólkar eru kunn
gjørdur til festivalin í ár, og eg rokni við, at soleiðis verður eisini
næstu tíðina. Vit rokna við, at áhugin fer rættiliga at eksplodera,
nú mai mánaði stendur fyri durðum, sigur Christian Olsen, leiðari
fyri Norðoya Kunningarstovu
Mynd: Erik Biskopstø
Danski ráðharrin í
innflytaramálum,
Rikke Hvilshøj,
kemur á vitjan í
Føroyum hósdagin
og fríggjadagin
Síðani oktober mánað
síðsta ár hevur ein nevnd
við føroyskum og donsk
um
embætismonnum
arbeitt við at útgreina
hvussu málsviðgerðin
av
útlendingamálum
kann gerast skjótari og
smidligari, enn hon er í
dag. Hetta arbeiði er nú
liðugt.
Í hesum sambandi
fara Jacob Vestergaard,
l a n d s s t ý r i s m a ð u r,
og danski ráðharrin
í
innflytaramálum,
Rikke Hvilshøj, at røða
um frágreiðingaina á
fundi tann 20. apríl í
Innlendismálaráðnum,
Skibsted pakkhúsi í
Tinganesi.
Aftaná fundin, kl. 15.15
hósdagin tann 20. apríl,
fáa fjølmiðlar høvi at seta
landsstýrismanninum og
ráðharranum spurningar.
Hetta verður somuleiðis
í Skibsted pakkhúsi í
Tinganesi.
Føroya kendasti kontri
bólkurin gjøgnum tíðirnar
Vestmenn fer aftur á
pall. Vestmenn eiga eina
av Føroya mest seldu
tónleikaútgávum,
og
serliga lagið »Eg siti so
eina« er vorðið fólkaogn.
Leygarkvøldið
spæla
Vestmenn í Kagganum.
Dansivinarligi kontri
tónleikurin hjá Vest
monnum er sera væl
umtóktur, og hevur fylt
flestu dansistøð í land
inum gjøgnum árini. Í fjør
var Vetmenn forsangarin
Ólavur Højgaard í Nash
ville og tók fløguna »Úr
Vestmanna til Nashville«
upp, henda fløga vísti at
áhugin fyri føroyskum
kontri enn er stórur,
tí hon fekk sera góða
móttøku. Tað er ivaleyst
ikki ósannlíkt, at okkurt
av fløguni verður at hoyra
leygarkvøldið.
nud
Vestmenn í Kagganum
Rikke Hvilshøj
kemur á vitjan
Ein bretsk kvinna brúkar
2 milliónir til vakurleika
Sunnudagin 23. apríl
2006 kl. 16.00 verður
konsert við teimum
væl kendu dønunum
Poul Dissing og
Benny Andersen &
Tórshavnar Manskóri
KONSERT
»Eitt dagur við Dissing og
Andersen«.
Povl
Dissing
hevur
saman við Benny Andersen
glett danskarar í øllum
aldrum síðan 1973, tá ið
plátan »Svantes Viser«
legði nýggjan botn til, hvat
syngjast kann um - og hvussu
tað kann syngjast!
Eitt skaldsligt samstarv
varð føtt millum Povl
Dissing og Benny Andersen,
og tað varð byrjanin til eitt
av teimum best dámdu
samansetingunum á danska
tónleikapallinum, og eitt
ódeyðiligt repertoire av
sangum og vísum.
Povl
Dissing
hevur
í sínum tulkingum ein
beinleiðis sannleika, sum
rakar áskoðarafjøldina beint
í sálina, og eingin kann sum
Benny Andersen venda tí
danska málinum í nýggjum
og óvæntandi leiðum. Og
ikki minst siga frá um
dagligdagin hjá okkum
øllum, soleiðis at hann ljóðar
sum eitt ævintýr.
Megin í tulkingingum
Dissings innrammar tann
undirspælda humorin og
vinsæla hitan, ið er so
Benny
Andersen’skur.
Svante og Roselina eru mið-
persónarnir í heiminum hjá
hesum skaldsliga samstarvi,
har í dagligdagurin verður
ævintýrligur og undur
fullur.
Tórshavnar
Manskór
fer eisini at syngja nakir
sangir.
Poul Dissing, Benny Andersen
og Tórshavnar Manskór á pall
Ein kanning, ið bretska
blaðið New Woman
Magazine júst hevur gjørt
millum bretskar kvinnur
vísir, at miðal nýtslan hjá
bretskum kvinnum til
ymiska vakurleikaviðgerð
og vakurleikavørur, sum
make-up, ymisk krem og
luktir er 2 milliónir kr. í
vaksna lívinum.
Kvinnurnar
vóru
somuleiðis spurdar hvat
tær vildu slept fyri at
havt ráð til sínar yndis
vakurleikavørur.
Her
søgdu 37 % at tær vildu
livað uttan mat, hetta er
saman prosenttal, sum
vildi sloppið eini date
við Brad Pitt heldur enn
at liva uttan sínar yndis
vakurleikavørur.
nud
Lesið
Sosialin