mikudagur 19. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Kinesiski forsetin
fór at vitja Bill Gates,
áðrenn hann fór at
vitja George W. Bush
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá kinesiski forsetin, Hu
Jintao, kom til Washington í
dag, hevði hann longu verið
á amerikanska statinum,
sum ber sama navn sum
høvuðsstaðurin. Í Seattle
hevði hann hitt ríkmannin
og Microsoft-stovnaran Bill
Gates. Vitjanin var ikki ein
roynd at niðra Bush, men
heldur ein staðfesting av, at
kinesisku myndugleikarnir
eru farnir í hernað ímóti
teirri stóru privatkopieringini
í landinum, og sum hevur
kostað Microsoft ovurhonds
nógvar pengar, skrivar AP.
Tað er tí lítið at ivast í, at
Hu Jintao fekk eina góða
móttøku í Seattle, men tað
verður øðrvísi í Washington.
Amerikanska stjórnin vil
hava betri javnvág í sam
handilin ímillum tey bæði
londini, tí sum hevur Kina
1200 milliardir krónur í
avlopi um árið í handlinum
við USA.
Eitt annað evnið, sum
stendur á dagsskránni
hjá Bush og Hu Jintao
er Taiwan, men hildið
verður, at spurningurin um
kjarnorkuvápnaætlanina hjá
Iran fer at fáa støri rúmd.
USA fær ikki undirtøku fyri
tiltøkum ímóti Iran, og júst
Kina er eitt av londunum,
sum er ímóti at revsa iranar.
Bush hevur kortini gjørt
greitt, at hann er til reiðar
at troyta allar møguleikar,
eisini hernaðarligt álop um
neyðugt.
Men norðmenn gjalda
dýrt fyri tann góða
prísin
Noreg
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani annan páskadag
hevur oljuprísurin verið
oman fyri 70 dollarar fyri
tunnuna, og tað kemur
einum oljulandi sum Noregi
væl við. Í fíggjarlógini hevur
norska stjórnin roknað við,
at oljuprísurin fer at liggja
um 350 norskar krónur fyri
tunnuna í ár, men nú gevur
hvør tunna 100 krónur meiri,
enn stjórnin hevði væntað.
Tað merkir, at ríkiskassin fær
einar 50 milliardir krónur
meiri í ár, enn roknað varð
við, tá fíggjarlógin bleiv
gjørd.
Men tann vanligi norð
maðurin fær ikki stóra gleði
av tí góða oljuprísinum,
heldur tvørturímóti, skriv
ar Aftenposten. Arnstein
O. Wigestrand, marknaðar
serfrøðingur, sigur við
blaðið, at norskir bileigarar
mugu rokna við, at bensinið
fer at kosta 12 krónur fyri
liturin, men at tað kann ger
ast uppaftur dýrari.
– Verður kríggj við Iran,
kann oljuprísurin fara upp
í 120 dollarar, og so fer
bensinprísurin í Noregi upp
í 15 krónur, sigur Arnstein
O. Wigestrand við blaðið.
UTTAN ÚR HEIMI
Hamas til Noregs
Tað hevur vakt ans í Noregi,
at embætismenn skulu
hitta tveir umboðsmenn
hjá Hamas, sum koma til
Noregs í næsta mánað eftir
innbjóðing frá Palestina
nevndini í Oslo.
Uttanríkisráðið hevur
gjørt av, at nakrir embætis
menn skulu tosa við teir
báðar Hamas-umboðs
menninar. Tað hevur fingið
øði í Framburðsflokkin,
men Jonas Gahr Støre,
uttanríkisráðharri, sigur
við Dagsavisen, at sam
skifti er tann besti hátturin
at loysa kreppuna í Mið
eystri. Hin møguleikin er
kríggj, sigur hann. Hann
vísir samstundis á, at teir
palestinsku umboðsmenn
inir sleppa ikki at tosa við
norskar ráðharrar, men
bara embætismenn.
– Vit eiga at nýta høvi til
at lurta eftir teirra sjónar
miðum og at greiða teim
um frá okkara, sigur Jonas
Gahr Støre.
Flóttafólk í rættinum
Myndugleikarnir í Kuba
hava stevnt sjey kvinnum,
sum royndu at flýggja av
landinum.
Kvinnurnar
høvdu
fleiri børn við sær, tá tær
royndu at flýggja, og mynd
ugleikarnir hava nú ákært
tær fyri at hava sett lívið
hjá børnunum í vanda,
tá tær fóru ígjøgnum eitt
mýrulendi út til strondina.
Nakrir mannasmuglarar
hjálptu kvinnunum og
børnunum, men tann 5.
apríl vórðu tey avdúkað
og tikin í Pinar del Rio har
vesturi í landinum, skrivar
AP. Eitt fólk doyði, og tvey
vórðu særd, tá tey royndu
at seta seg upp ímóti mynd
ugleikunum.
Kubanska blaðið Gamma
skrivaði í gjár, at kvinn
urnar høvdu sjey børn við
sær, og at tað yngsta var
bara ársgamalt. Sambært
blaðnum fingu børnini
hvørki vátt ella turt í fleiri
dagar, tá kvinnurnar royndu
at flýggja við teimum.
Fáa atgongd til gomul skjøl
Týski løgmálaráðharrin,
Brigitte Zypries, boðaði
í gjár frá, at innan seks
mánaðir fær almenningurin
atgongd til skjøl, ið snúgva
seg um lagnuna hjá umleið
17 milliónum jødum og
øðrum undir seinna heims
bardaga.
Skjølini, sum eru millum
30 og 50 milliónir í tali,
hava ligið í einari goymslu í
býnum Bad Arolsen. Fleiri
lond, teirra millum USA,
hava leingi kravt at fáa
atgongd til skjølini, men
ikki fyrr enn nú hava týskir
myndugleikar valt at slaka.
Sambært Brigitte Zypries
hava Frakland og Póland
virkað sum semingslond í
stríðnum um skjølini.
Í fyrsta umfari eru tað
tó bara søgufrøðingar og
avvarðandi hjá fólki, sum
vóru í týskum týningar- ella
arbeiðslegum, sum sleppa
at hyggja í skjølini. Hóast
skjølini hava verið loynilig,
hava týsku myndugleikarnir
loyvt altjóða Reyða Krossi
at hyggja í tey, tá felags
skapurin hevur sóknast eft
ir upplýsingum um fólk,
sum vóru í teimum nazist
isku týningar- ella arbeiðs
legunum.
Vilja ikki gjalda
Eftir einari semju skuldi
amerikanska
tubbaks
verksmiðjan R. J. Reynolds
rinda statunum í USA
næstan 10 milliardir krónur
í endurgjaldi í fjør, men nú
vísir tað seg, at fyritøkan
hevur bara goldið eina
góða helvt av pengunum.
Hinvegin hevur tann størsta
verksmiðjan, Philip Morris,
goldið tær 20 milliardir
krónurnar, sum fyritøkan
bant seg til at gjalda.
Men bæði R. J. Reynolds
og Philip Morris halda, at
endurgjaldið er alt ov stórt.
Tí hevur tann fyrra gjørt
av at halda einum parti av
pengunum aftur, og tann
seinna hóttir við at fara í
rættin við kravi um minni
endurgjald.
Fleiri statir hava boðað
frá, at teir ætla sær at gera
sínar egnu semjur við
tubbaksverksmiðjurnar,
um málið hjá Philip Morris
endar í rættinum.
Noreg ger kvetti av oljuprísinum
Hu Jintao og konan, Liu Yongqing, á veg úr flogfarinum, tá tey komu til Seattle at tosa við Bill Gates
Mynd: Reuters
Fyrst Gates so Bush