Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 19. apríl 2006  Trygdarskipanin í Norðoyatunlinum er í lagi. Men neyðugt er at finna eina loysn, soleiðis at ein kann samskifta við fólk uttanfyri tunnilin Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðoyatunnil: Verkfallið hjá starvsfólkunum á Før­ oya Tele kom stak illa við hjá teimum í Norðoya­tunl­ inum. Arbeiðið við at tilbúgva samskiftið í tunlinum var ikki endað, nú starvsfólkini fóru í verkfall stutt fyri pásk­ ir. Samstundis nærkast tíðin, tá tunnilin skal lata upp í næstu viku. Men stjórin í Norðoyatunlinum ber kort­ ini ikki ótta fyri støðuni – og samskiftinum út úr tunl­in­­um: – Vit skulu nokk finna eina góða loysn, soleiðis at Norðoyatunnilin kann lata upp sum ætlað, sigur Dávur Reinert Hansen. Sum støðan er beint nú, er neyðugt hjá nøkrum mon­tørum hjá Føroya Tele at seta hesa skipanina við samskiftinum upp. Men so leingi sum teir eru í verkfalli, ber tað av góðum grundum ikki til. Finna loysn Dávur Reinert Hansen sigur, at trygdarskipanin í Norðoyatunlinum er í lagi. Spurningurin er bara um at fáa sjálvt samskiftið út úr tunlinum at virka, um so illa vildi til, at eitthvørt óhapp hendi herinni. Tá er sjálvandi neyðugt at kunna samskifta við Alarmsentralin og hjálpar­ fólkini uttanfyri. Og tað er henda skipanin sum ikki enn er sett til, soleiðis at hon kann virka til fulnar. – Men vit arbeiða við at finna eina loysn á hesum, sigur stjórin. Onkur óttaðist fyri, at upplatingin av tunlinum fór at verða ávirkað av hesum trupulleikanum. Men so verður ikki. – Vit fara at seta eyka til­ tøk í verk, soleiðis at bæði trygdin og samskiftið verða í lagi leygardagin í næstu viku, sigur Dávur Reinert Hansen. Havn: Mikukvøldið fara fólk úr ymiskum kristnum kirkjusamfeløgum at seta hvørjum øðrum stevnu í Mariukirkjuni. Endamálið við hesum tiltakinum er í felagsskapi av lovprísa Gudi, lurta eftir hansara orði og annars fara í forbøn fyri allan heimin. – Seinasta kvøldið áðr­ enn deyða sín bað Jesus fyri lærusveinum sínum, at teir allir máttu vera eitt. Vit mugu bara viðganga at tað er ikki eftir Guds vilja kristin eru farin sundur. Og hetta er eisini ein gøla fyri ikki-kristin. – Henda felagsbønin, lov­ prísanin og lurtanin eftir Guds orði hjálpir okkum at koma hvørjum øðrum nærri, sigur katólski presturin, Lars Messerschmidt í inn­ bjóðing sínari. Tiltakið í Mariukirkjuni byrjar kl. 19:30. Økumenisk gudstænasta í Mariukirkjuni Fámjin: Enn er óvist nær arbeiðið byrjar, men í løtuni fyriliggur í øllum førum ein ætlan um at breiðka ein part av tí 9 kilometrar langa vegastrekkinum mill­ um Øravík og Fámjin – í Mýradali, teir kalla. Talan er um eitt 350 met­ rar langt vegastrekki, har vegabreiddin í framtíðini verður 5,5 metrar við eini hálva metrar breiðari veg­ øksl í báðum síðum. – Aðrar smærri umvæl­ ingar skulu eisini gerast, upplýsir Landsverk. Játtanin til arbeiðið í ár er uppá 400.000 kr. sb. Breiðka vegin til hóskandi stødd Havn: Býráðið samtykti á seinasta fundi at taka undir við einum uppskoti um at burturbeina spillvatnið frá Vestaru Vág. Arbeiðið skal gerast í fleiri stigum. Fyrsta stigið, sum er at fáa kloakkina frá Tórsgøtu og út í Bakka, er longu liðugt. Hetta spillvatnið verður pumpað niðan gjøgnum Mylnugøtu niðan í Havn­ ará. Kloakkin gjøgnum Gríms Kambans gøtu er eisini løgd. Hendan kloakkin skal føra spillvatnið frá utt­ara parti av Rættará í ein pumpubrunn, ið verður lagdur á Skálatrøð. Hendan leiðingin kemur at hava samband við kloakkina í Mylnugøtu. Umsitingin í kommununi hevur saman við Sp/f Martin Leo gjørt eina verkætlan við kostnaðarmeting av tí komandi kloakkarbeiðinum frá Dalavegi til Torfins­ gøtu. Burturveitingin av spill­ vatni frá Vestaru vág verður liðugt í seinnu helvtini av 2007. sb. Nú verður Vestara Vág reinsað Fólk úr ymsum samkomum savnast í annaðkvøld kl. 19:30 í Mariukirkjuni Vegurin til Fámjins skal nú gerast meiri tíðarhóskandi Finna eina loysn á samskiftinum Hundraðtals bilar koyra á hvørjum degi gjøgnum teir smølu tunlarnar á Borðoynni. Nú, tann stóri Norð­ oyatunnilin letur upp, verður ferðslan økt mangar ferðir. Spurningurin er bert, um tunlarnir megna at gloypa hesi ferðsluni Tunnil Snorri Brend Klaksvík: Hvønn einasta dag koyra beint niðanfyri 1000 bilar gjøgnum teir báðar tunlarnar á Borðoynni. Nú Norðoyatunnilin letur upp í næstu viku er alt sum bendir á, at talið av bilum fer at vaksa munandi, kanska serliga í fyrstuni. Hugsandi er, at fleiri fremm­andir bilar fara at royna hesa nýggju far­leið­ ina. Og helst eisini onkrir bilførarar, sum ikki eru vanir at koyra gjøgnum slíkar ein­ sporaðar tunlar. Hetta vita bæði Landsverk og løgregla, og teir fara tí at gera sítt til, at tann økta ferðslan skal ganga so snikkaleys sum tilber gjøg­ num tunlarnar. Landsverk ætlar at seta neyðug skelti upp við kunn­ ing um tunnilskoyring. Og løgreglan ætlar at vera á staðnum um forðingar koma í ferðsluna. – Um nakað hendir inni í tunlunum so vita vit í øllum førum, hvat gerast skal, verð­ur sagt av Politistøðini í Klaksvík. Talan verður tó ikki um at hava løgreglufólk standandi við tunnilsmunnarnar, tá Norðoyatunnilin letur upp. Men hendir nakað verða teir skjótir á staðnum. Royndir Løgreglan í Klaksvík hev­ur ikki beinleiðis nakrar manna­ gongdir fyri, hvat gerast skal í førum, har ferðslan verður tarnað gjøgnum Borð­ oyatunlarnar. Teir hava tó royndir í og vitan um, hvussu ein á besta og skjótasta hátt kann leiða ferðsluna gjøgnum tunlarnar um óhapp ella ferðsluproppur er á skránni. Hetta hava teir m.a. gjørt tá grind hevur verið norðanfyri ella um ferðsluóhapp henda inni í tunlunum. Hendir okkurt inni í tunlu­ num er tað teirra uppgáva at steðga ferðsluni við munn­ anar, og síðani leiða hana gjøgnum, til klárt er at koyra aftur. Trupulleikin er nevniliga hann, at tunlarnir eru ein- sporaðir. Hendir tí eitt ferðsluóhapp ella proppur kemur í, steðgar hetta allari ferðsluni. Kunning Landsverk hevur boðað frá, at teir ætla at seta upp skelti. Hesi skulu kunna fólk um, hvussu skilabest er at koyra gjøgnum hesar tunlar. Her er ætlanin m.a. at vísa fólki á, at neyðugt er at halda góða fjarstøðu millum egnan bil og tann, ið koyrir frammanfyri. Á henda hátt kunnu bilarnir sleppa inn á víkiplássini uttan trupul­ leikar, tá teir møta mót­ koyrandi ferðslu. Sagt hevur verið, at hesi skelti skulu setast upp áðrenn tunnilin letur upp. Ímorgun var kortini einki skelti at síggja. Hóast skeltini og hóast kunningina, er løgreglan klár at fara á staðið um nak­ að verður áfatt her. – Okkara royndir vísa, at fólk eru rættiliga skjót at boða løgregluni frá, um okkurt er áfatt við tunlarnar, verður sagt av politistøðini. Ferðsla í tunlunum Landsverk hevur fleiri teljistøðir kring landið. Ein teirra er norðanvert Hvannasundstunnilin, har teir hava mátað ferðsluna tey seinastu árini. Talið vísir øll akfør, sum í eitt ár fara um teljistaðið, og sum aftur eru býtt við talinum av døgum í árinum. Á henda hátt kemur ein fram til ársmiðalferðsluna um samdøgrið. Miðaltalið av bilum sum hava koyrt eftir hesum vegastrekki hvønn dag í 2000 til 2004 hevur verið hetta: 2000: 716 2001: 847 2002: 894 2003: 911 2004: 916 Økt ferðslan krevur økta fyrireiking Síðani 2000 er talið av bilum sum koyra gjøgnum tunlarnar á Borðoynni úr 700 upp í nærum 1000 bilar í miðal um samdøgrið. Eftir 29. apríl verður ferðslan helst munandi størri. Fyrrapartin í dag fór hesin bilurin gjøgnum sunnara tunnilin