mikudagur 19. apríl 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Tann, sum lurtaði eftir orðskiftinum á tingið um
uppskotið til kringvarpslóg, kann ikki annað enn
undrast á ta breiðu semu, ið har tóktist vera millum
teir stóru flokkarnar á tingi. Semja er um tær grund-
leggjandi broytingarnar, eitt nú at eitt stýri skal set-
ast fyri kringvarpið. Endamálið við hesum stýrið
sigst vera at skilja stovnin frá politiska myndugleik-
anum, soleiðis at hann er púra óheftur av politiskum
valdi. Hetta er leisturin í okkara grannalondum, og
er tað sostatt upplagt at vit nýta somu skipan her hjá
okkum. Alt gott um tað.
Tað er komið mangt áhugavert undan kavi í sam-
bandi við uppskotið til kringvarpslóg. Eitt nú gong-
ur fram av skjølunum, ið er løgd út á netið undir
tingmálinum, at kappingarráðið hevur ger vart við,
at lógaruppskotið er kappingaravlagandi. Almenni
stovnurin, sum fær loyvi at krevja gjald frá borgaru-
num, fer framvgis at sleppa at kappast við privatu
miðlarnar um lýsingarinntøkurnar. Tað framgongur
eisini av viðmerkingum Kappingarráðsins, at hetta
er ikki vanligt í okkara grannalondum. Kappingar-
ráðið mælir til, at privatu miðlarnir á ein ella annan
hátt fáa kompensatión fyri hetta, at ein almennur
stovnur við lóg fær ein megastóran kappingarfyri-
mun fram um privatar miðlar. Eitt hugskot er at lata
teir privatu fáa lut í inntøkunum hjá almenna fjøl-
miðlinum. Hetta hugskot hevur ongan tjans og er
eisini ivasamt av mongum orsøkum. Hinvegin tykist
hugskotið hjá ráðnum um at avmarka lýsingarmøgu-
leikar Kringarpvarpsins á netinum at hava ein møg-
uleika og ein týdning, sum ikki skal undirmetast.
Tað er heilt vanligt í okkara grannalondum, at eitt nú
bløðini fáa fíggjarligan studning úr statskassanum.
Orsakirnar til henda stuðul eru fleiri t. d., at kapp-
ingin er skeiv, at bløð hava mentanarligan týdning, at
útjaðarin skal kunna fáa bløðini o.s.fr. Vit unna okk-
ara kappingarneyta í Sortudýki alt gott og vit skulu
verða tey fyrstu til at viðurkenna tann ómetaliga
stóra týdning, ið Kringvarpið hevur fyri upplýsing,
mentan og almenna debatt. Hinvegin kann tað ikki í
longdini góðtakast, at eitt demokratiskt land hevur
lógfesta
kappingaravlagandi
skipan
innan
fjølmiðlaumhvørvið. Hetta kann jú í versta føri enda
við einum almennum monopoli, og tað er vist ikki
ætlanin hjá hesari samgonguni ella tí nýggju
»fjølmiðlasamgongu«, sum kom í Verðina á Løg-
tingi í gjár. Orðaskiftið, sum flestøll fjølmiðalfólk
hava fylgt við stórum áhuga, sýndi okkum eina
breiða semju um at varðveita ein lógfestan orætt. Vit
loyva okkum at mæla Føroya Løgtingi til at hugsa
álvarsliga um spurningin um, hvussu føroyska fjøl-
miðlamyndin skal síggja út um nøkur ár og harvið
um kappingartreytirnar á fjølmiðlamarknaðinum.
At enda skulu vit bert gera vart við, at uppskotið til
nýggja kringarpslóg annars er eitt frálíkt uppskot,
sum vit vóna verður samtykt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Breið semja um órætt
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fyri nøkrum árum síðani,
meðan undirritaði sat við
festinum omanfyri Argir -
Kirkjubø Hagi fyri Handan
- bleiv at kalla allur undir-
hagin tikin frá festinum -
móti festarans vilja. At
byrja við fór sølan fram á
tann hátt, at festarin fekk
eitt bræv frá Jarðarráðnum,
har biðið varð um játtan frá
festaranum til søluna. Tá
bóndin skuldi royna at liva
av tí, sum jørðin gav, var
svarið hvørja ferð noktandi,
sjálvandi.
Tað, sum so hendi hvørja
ferð, var, at eitt bræv kom
nakað aftaná, sum boðaði
frá, at Jarðarráðið hevði
selt umtalaða lendið til um-
søkjaran fyri lítið og lætt í
mun til uttanfyri liggjandi
lendi, sum fyrr varð keypt
frá sama festi - eisini fyri
lítið og lætt, og síðani, um
selt, so fyri heilt aðrar upp-
hæddir. Tá festarin dugdi at
síggja, at um ikki so langa
tíð bleiv einki eftir at vera
bóndi á, mátti hann royna at
skipa so fyri, at henda
sundurpettanin av festinum
helt uppat. Hann bað stjór-
an á Jarðarráðnum um at
bera so í bandi, at festið
varð útlagt til landbúnaðar-
jørð bururav. Tað var ó-
neyðugt, segði stjórin, av tí
at tað longu var útlagt til
landbúnað, hvat tað so vil
siga eftir teirra metan. Fest-
ið er alla tíðina minkað eftir
sama leisti, uttan at nú
verður festarin nóg illa tik-
in við - ella varskógvaður
um - at ætla søla skal fara
fram. Er hann heppin, fær
hann okkurt at vita gjøgn-
um fjølmiðlarnar ella sum
slatur.
Nú er verandi festin
gjørdur varður við, at við-
tikið er at selja eitt feldugt
øki av festinum uppi á
Hamrinum
á
Argjum,
100.000 fermetrar, og at ar-
beitt hevur verið við hesum
málinum síðani 2004, uttan
at taka festaran við upp á
ráð. Okkurt hevur staðið í
bløðunum um ætlanir har
uppi, men so leingi sum
festarin ikki er kunnaður
um málið frá røttu myndug-
leikunum, ber ikki til at
taka hetta í álvara. Havnar
Kommuna fekk í síni tíð
ein heila hagapart, Flatnar-
haga, til byggilendi og hvat
annars tørvur var á. Hetta
skuldi so kunna nøktað
tørvin hjá Havnar Komm-
unu í nógv harrans ár fram-
yvir. Men hóast tað breiða
teir býin út yvir lendi, sum
teir einki eiga í - við væl-
signilsi frá Jarðarráðnum,
nú Búnaðarstovuni - og
annars øllum, sum hava eitt
at hava sagt í slíkum mál-
um, uttan bóndanum sjálv-
andi. Hann spælir jú ikki
við.
Tað er sjálvandi ikki ann-
að at vænta, tá fólk, sum als
ikki duga at síggja ár fram-
yvir, hvat tey gera við nátt-
úruna. Býráð mugu ikki
veljast politiskt. Tann litur-
in er nemmur at skifta, sum
leikur fer. Einki ráð er betur
enn tey fólk, sum til eina og
hvørja tíð mann hesi ráð.
Í Føroyum er so lítið av
landbúnaðarjørð, at ansa vit
ikki eftir, gongur ikki long
tíð, til alt landbúnaðarlendi
er farið undir heilt. Og tá
vendist ikki aftur.
Tað skal og má gerast
reglur fyri, hvat skal leggj-
ast út til landbúnað, lóg-
festast og syrgjast so fyri, at
tann jørðin, sum kann nýt-
ast til landbúnað, fær frið
til tað í alla framtíð.
Tann útstykking, sum nú
er ætlanin at gera uppi á
Hamrinum á Argjum, er
ikki fyri at hjálpa fólki at
fáa nakað at búgva í, men
eina og aleina fyri vinnings
skuld hjá byggiharranum.
At tað so er søtur musikkur
í oyrunum á politikkaru-
num, er so ein onnur søk.
Teir skulu jú veljast aftur til
næsta val, og hava ábyrgd
fyri tí oyðilegging, sum teir
geva loyvi til.
Tað mesta av lendinum í
Føroyum er ikki egnað til
landbúnað, so tað skuldi
ikki verið nøkur forðing
fyri at bygt har. Og Havnar
Kommuna hevur, sum áður
nevnt, fingið ein stóran part
av lendi at ráða yvir.
Tað er nemt og stuttligt at
býta jørð út til høgru og
vinstru. Serliga tá ein ikki
sjálvur eigur tað, ein býtur
úr. Vit eiga ikki jørðina.
Hana eiga okkara eftirkom-
arar til eina og hvørja tíð,
og vit, sum í dag umsita
jørðina, fáa einki rós fyri
tað, vit hava gjørt, tá øll
landbúnaðarjørð er farin
undir heilt. Børndur eru tað
ikki fyri tann stóra vinnings
skuld. Tann, sum hevur
skilf á føroyskum landbún-
aði, veit, at tað er eitt ótrú-
ligt slit við longum og
strævnum arbeiðsdøgum,
ongari frítið, 365 døgum
um árið. Tað ræður um at
fáa brúkið til at mala runt.
Lítið meira enn tað blívur
tað til, sjálvt við strev og
hegni.
Søla av festijørð »Kirkjubøhagi fyri Handan«
Óli Jákup
Müller,
fyrrv. bóndi
12. árið á rað skipaði
samkoman í Malta í
Hirtshals fyri
páskalegu, sum hesa
ferð var á Als odde
LEGA Í HIRTSHALS
160 føroyingar hava á
páskum verið á legu á Him-
merlandsgården á Als odde
uttan fyri Hadsund. Fólkið
savnaðist á legustaðnum
mikukvøldið, og páska-
kvøld var legan liðug.
Tað var samkoman í
Malta í Hirtshals, sum
bjóðaði til leguna. Legulut-
takararnir komu úr fleiri
plássum í Danmark. Eitt nú
úr Hirtshals, Esbjerg og
Sønderborg.
Harafturat
vóru fleiri, sum áður hava
verið útisetar og sum nú
búgva í Føroyum, millum
leguluttakararnar.
Zacharias Zachariassen
var komin úr Føroyum fyri
at undirvísa. Skipað varð
eisini fyri tiltøkum fyri
børn og ung. Millum tey,
sum tóku sær av teimum
ungu, var David Lukama,
sum er ættaður úr Afrika og
føroyskt giftur.
Hetta var 12. árið, at
skipað varð fyri sovornari
legu. Seinastu fimm árini
hevur legan verið á Als
odde.
160 føroyingar á legu í Jyllandi