Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 19. apríl 2006 9 VIÐMERKINGAR Flytifuglarnir eru ikki flúgvandi fuglakrímsmissil! Nú má tíðin verða búgvin til at onkur átalar alt ræðu- tosið um tað nógv umrødda fuglakrímið, og serliga nú, ið landsdjóralæknin hevur verið at hoyrt bæði í útvarpi og sjónvarpi. Føroyingar eru vanliga kendir fyri at fyri at brúka teirra fulla skil og fyri at hava »bæði beinini á jørð- ini«; men í øllum hesum fuglakrímsprátinum bendir alt á, at teir lata seg trølla- binda og fulkominliga blinda av embætisfólkum, ið »flúgva so høgt«, at teir als ikki nærkast teimum niðri á jørðini! At tey flestu tíðindafólk- ini so heldur ikki nýta teirra vit og skil, og enn minni eru før fyri at seta hesum embætisfólkum nakrar skil- agóðar spurningar; men bara koyra í sama spori, sum tey hava gjørt alla tíð- ina, er heilt ótrúligt! Tað er tað sama "jabbið", vit hoyra alla tíðina! Alt prátið sipar til vant- andi vitan! At ein maður sum lands- djóralæknin ikki kennir til villan fugl, er einki at siga til. Maðurin er ein vanligur djóralækni við vanligum kunnleika til djórasjúkur. Eitt aftrat! Vit hoyra so nógv og góð heiti sum HPAI, H5N1, pandemier, og høgar og lágar patagonar influenza virussir o.s.f.; men tá alt kemur til alt, er talan bert um eitt frábrigdi av tí gomlu og vælkendu sjúk- una høsnapest. Hví í verð- ini kann hetta heitið ikki nýtast meira? Enn er talan- in bert um eina høsnapest, sum smittar millum spakan heimafugl! Eingin veit um eitt einasta dømi, har nakar villur fuglur hevur smittað nakað menniskja ella nakr- an spakan heimafugl! (Les tann síðsta setningin umaftur!) Rætt skal verða rætt! H5N1 er ein av teimum in- fluenza virussunum, ið hevur eginleikan til at kunna umskapa seg til onn- ur vandamikil undirsløg; men tað finnast eisini onn- ur óteljandi influenza virus, sum ikka smitta menniskju, og sum eisini eru heilt ó- skaðilig fyri fuglin, sum er tann náttúrligi verturin. Tey vandamiklu frábrigd- ini av fuglakrími hava ong- antíð havt sín uppruna í náttúruni - tey hava altíð verið mannaskapt, og stava frá, har tætt er millum hald- ini av heimafugli - og tað sama er sjálvsagt galdandi fyri H5N1. Viðvíkjandi H5N1, so hevur smittan spjatt seg frá vanligum heimafugli til annan vanligan heimafugl. Tað fer framm ein heims- umfatandi søla av dag- gomlum høsnarungum og dunnuungum til eitt milli- ónavirði av krónum. Har- umframt hevur sølan av heimafuglatø úr eitt nú Kina eitt stórt útflutnings- virði. Hetta tøð verður nýtt bæði til at taða jørðina við og til fiskafóður. Eingin villur fuglur ferð- ast frá Kina til Eysturev- ropa; men serliga á hesi leiðini fer sølan framm bæði av høsnar- og dunnu- ungum og heimafuglatø. Og tað er eisini júst á hesi somu rutu, at fuglakrímið hevur spjatt seg til lond sum millum annað Kroatia og Grikkaland. Nakað, ið klárt prógvar hesum er, at milliónir av villum fuglum ferðast frá Korea, Vietnam og Kina til Avstralia; men alíkavæl hava teir ikki havt nakra farsótt av H5N1 har enn. Og tað er bert av einari or- søk - at tað er bannað at flyta inn tøð og fugl til Av- stralia! Tí haldi eg tað eisini verða ófatuligt, enn bert at hoyra »serkøn« tosa um »tann vandamikla flytifugl- in«, tá tað bert er spakur heimafuglur og teirra skarn, ið higartil hevur smittað onnur. Tað er sum kunnugt eis- ini spakur fuglur, ið hevur smittað fugl sum svanar, villdunnur, trøllentur og hegrar. Tað er væl skilligt, tá hesin fuglur vanliga heldur til saman við øðrum spøkum fuglum við til dømis fiskidammarnar í mýrulendunum í Eysturev- ropa, har teir eisini nýta áð- urnevnda fuglatøð. Mann hevur hoyrt um smittaðar kettur, og í Thai- landi eru fleiri tikarir deyð- ir eftir at teir hava verið fóðraðir við sjálvdeyðum høsnafugli. Björn Olsen, professari, lækni og fuglafrøðingur er kendur her á leiðini av sín- um kanningum av lunda- lúsum og nátasjúkuni. Bjørn Olsen og Johan Elmberg skrivaðu millum annað í eini sera áhuga- verdari grein um fuglakrím, at tey fyrstu sjúkrudømini av H5N1 vórðu staðfest longu í 1997. Síðani tá hava milliónir av fólkum verið í sambandi við smittaðan fugl, og hóast tað, eru bert nøkur fá vorðin sjúk. Teir viðmerkja eisini, at smittan ikki hevur verið frá fólki til fólk. Teir meta eisini, at tað ikki fer at verða H5 N1, ið fer at verða tann næsta heimsumfatandi umfarðar- sóttin. Fyribyrg móti spjað- ing av fuglakrími! Í tí sonevndu »fyribyrging- arætlanini móti fuglakrími" hevur eingin givið gætur um tann stóra lívfrøðisliga munin hjá teimum ymisku villu fuglunum viðvíkjandi teirra atferð, ferðingar- mynstrum, etingarplássum og vali av lívsøkjum. Hetta er av teirri einføldu orsøk, at tey, ið taka avgerðirnar, antin »gloyma« at spyrja tey, ið sita við vitanini, ella bara halda seg sjálvi verða nóg klók. Fuglainfluenzavirus trív- ist best í køldum stillum vøtnum! Her á landi kann tað tá bert verða talan um nøkur fá vøtn og tjarnir; men nær hevur nakar seinast sæð nakran lunda ella lomviga liggja og fiska og vaska sær saman við til dømis dunnu- num í Viðarlundini í Havn ella á Toftavatni? Nátarnir kunnu verða smittaðir, tí teir eta annan fugl; men skuldi óhappið hent, hevur tað ongan týdn- ing, tí hvussu skal hesin fuglur, ið bert livir á opnum havi, kunna smitta onnur? Onkur fer helst beinan- vegin at hugsa um náta- sjúku; men her skal mann minnast, at nátasjúka stavar frá klamydia, ið einki hevur at gera við nakað fugla- krím. Tað er eisini vanliga kent, at nátasjúka smittar bæði millum fugl og fólk; men hetta kann ikki saman- berast við fuglakrím, ið stavar frá eini virus. Tann 11. apríl segði Bjørn Harlov í Degi og Viku, at um ein deyður fuglur var funnin, og talan varð um fuglakrím, fór øll veiða at verða bannað inn- an fyri 10 km. frá, har fugl- urin var funnin, og at veið- ubannið fór at verða í gildi í minst 60 dagar. Tað fór eisini at verða álagt øllum at hava teirra heimafugl undir taki. Hvussu kann mann taka eina danska lóg, og seta hana í gildi í Føroyum, tá hesi lond ikki kunnu sam- anberast á nakran hátt? Í Danmark finst eitt ótal av villum antar- og høsnar- fuglum, og í Føroyum eru eingir. Í Danmark hava teir fleiri sera stór heimafugla- hald, og her á landi eru eingi. Í Danmark finnast í túsundatali av spøkum og villum dunnum, ið liva saman á vøtnunum, og hesi hava vit heldur ikki her á landi, og soleiðis kundi eg hildið fram! Eg haldi, at minsta kravið til ein mann sum landsdjór- alæknan má verða, at hann setur seg inn í føroysk við- urskifti. At hann so sam- stundis kundi nýtt sítt skil, í staðin fyri at sett eina danska lóg í gildi her á landi, hevði ikki verið ov nógv kravt av honum. Sum hann ber seg at í løt- uni, kann hann oyðileggja alt fyri tey, sum hava við heimafugl at gera. Her hugsi eg sjálvandi eisini um fleygamannin á útoyggj og so eggrænaran, sum ikki fer at fáa loyvi at fremja aldar- gamlan sið! Hvussu verður við grind- adrápi? Hugsa um allar likkurnar, sum drýta á havnarlagnum og hvussu við einum útróðrartúri? Hugsa um allan nátan, sum drýtur kring bátin… Sum leikur fer framm í løtuni, fer tað helst at verða bannað bæði at eta grind og fisk eisini… Allir føroyingar merkja avleiðingarnar av avgerð- um landsdjóralæknans. Hin vegin ber til at venda alt á høvdið og siga, at við at bannað alt, kann hann sleppa undan at hugsa og taka nakra skilagóða av- gerð sjálvur. Sjálvandi skal Heilsu- frøðisliga Starvsstovan halda framm við at kanna deyðan fugl - eins og tey hava gjørt í londunum kring okkum í mong ár. Og sjálvandi skulu landsins mynduleikar verða fyrireik- aðir til eina heimsum- fatandi umfarðarsótt, tí hó- ast tað ikki verður H5N1, so koma heimsumfatandi umfarðarsóttir at herja aftur - eins og Spanska sjúka og Hong Kong influenzain gjørdu tað í sínari tíð… Jens-Kjeld Jensen, Fuglastappari, Nólsoy Matstovan Noma á Norður Atlants Bryggjuni er ein av bert tveimum norðurlendskum matstovum, ið eru komnar á listan yvir tær fimti bestu matstovurnar í heiminum MATSTOVUVINNA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Matstovan Noma, ið liggur á Norður Atlants Bryggjuni í Keypmannahavn hevur júst fingið heiðurin sum besta matstova í Norður Londum í háttvirda bretska mat tíðarritinum Restaurant Magazine. Noma er bert onnur av tveimum norður- lendskum matstovum á list- anum yvir tær fimti bestu matstovurnar í heiminum. Listin varð avdúkaður á samkomu í London í farnu viku, og Noma er á 33. plássi, hin norðurlendska matstovan er svenska Oax- en á 48. plássi. Tað er ein dómarabólkur við fleiri hundrað mat serkønum, ið velja matstovurnar á lista- num, so hetta er ein risa heiður fyri Noma. Tað er spanska matstovan El Buli, ið er ovast á listanum. Frammanundan er bíði- tíðin fyri at sleppa at eta á Noma upp til 3 vikur, og hesin heiður man ivaleyst fara at leingja um bíðitíð- ina. Noma hevur lagt seg eftir at gera mat burtur úr norð- urlendskum rávørum, á heimasíðu síni skrivar Noma, at tey fáa rávørur úr Føroyum, Grønlandi og Ís- landi og hinum Norður Londunum: Eksempelvis hestemusl- inger, dybhavskrabber og jomfruhummere fra Færø- erne, som vi modtager og har gående levende indtil de skal serveres. Skyr, hel- leflyndere, vilde laks, torsk og tang fra Island. Lam, moskusokse, bær og vand fra Grønland. På samme måde afsøger vi især Dan- mark, men også de øvrige nordiske lande, for at sikre forsyninger af råvarer i særklasse. Både meget dyre ting, men også oversete, be- skedne ingredienser som kornsorter, gryn og bælg- frugter som du vil opleve i overraskende tilberedning- er. Noma er frammanundan ein sera nógv róst matstova, við sera góðum ummælum í donskum bløðum. Í fjør fekk Noma eina sokallaða Michelin stjørnu, ið bert bestu matstovurnar í heimi- num fáa. Í Danmark eru bert 10 matstovur í hava eina tílíka. Sambært heima- síðuni Ibyen.dk hevur Noma í ár fingið eina so- kallaða Rising Star. Hetta er eitt slag av hálvari Mich- elin stjørnu, ið merkir, at matstovan er á veg móti síni næstu Michelin stjørnu. Í løtuni hevur eingin donsk matstova tvær Michelin stjørnur. Bryggjan eigur bestu matstovu í Norðurlondum