mikudagur 19. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á bilaframsýningini
North American
International
Auto Show varð
konseptbilurin Audi
Roadjet Concept
avdúkaður. Bilurin
er ein kombintión
av nýggjasta Audi-
designinum og sera
framkomnari tøkni
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Audi Roadjet hevur nógv av
tí tøkni, sum verður at síggja
í Audi bilunum um fá ár.
Bilurin er sera framkomin
í allar mátar, er faktiskt sum
ein framtíðar bilur. Serliga
nógv er gjørt burtur úr trygd,
komforti og økonomi.
Motorurin er ein 3,2
litur 6 syl. FSI-motorur við
300 hk. Bilurin er 4.70 cm
langur, 1,85 cm breiður og
1,55 cm høgur, t.v.s. at hann
er millum Audi A4 og A6 í
stødd.
Við Roadjet sýna Audi
fyrstu ferð nýggja 7-trins
direct-shift girkassan saman
við einum motori sum stend
ur upp á longs og (4x4)
quattro. Hesin girkassi líkist
DSC-girkassanum, sum fæst
til Audi TT og A3. Girkassin
sameinir fyrimunirnar við
einum manuellum girkassa
við kvalitetirnar í einum
nútímans automatgirkassa.
Bilurin er ein stórur
hatcback við 5-hurðum og
rúmligur sum ein limousine.
Designið er sera einfalt við
tí stóra eyðkenda Audi-køl
aragittarinum. Innan líkist
Roadjet ikki akkurát tí,
vit kenna frá Audi í dag,
designið er heilt annarleiðis.
Hesin stílurin verður helst
nakað, vit koma at síggja
meira til í framtíðini.
”Audi Drive Select”, við
hesum systeminum ber til
við einum knøtti at velja
millum tríggjar ymiskar inn
stillingar av bilinum: Com
fort, Dynamic og Sport.
Audi Roadjet Concept
Nr. 75 • mikudagur • 19. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
ELLISAKFAR TIL SØLU
Volvo 144. 4 hurðar (grønur). Bilurin er skrásettur fyrstu ferð í 1971.
Hevur bert havt tveir eigarar. Áhugaði eru vælkomin at venda sær til.
Tel. 213727
Roadjet innan. Ikki akkurát
tað vit kenna frá Audi í dag.
Hesin stílurin verður helst
nakað, vit koma at síggja
meira til í framtíðini
Audi Roadjet við einfaldum designi og tí stóra eyðkenda Audi-kølaragittarinum
Roadjet er ein stórur hatcback við 5-hurðum og rúmligur sum ein limousine