Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 19. apríl 2006 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Signhild Magnusen úr Fámjin andaðist í Keypmannahavn 17. apríl, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.30 úr kirkjuni í Fámjin. Tey, ið vilja minnast Signhild, kunna lata eina peningagávu til kirkjuna í Fámjin, konta í peningastovnunum. Kistan við Marjun Wágsnes Niclasen fer frá kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi út í kirkjuna, hóskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 13 úr Tvøroyrar kirkju. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Marjun, kunnu lata eina peningagávu til vælgerandi endamál; konta í Føroya Banka. Kistan við Jastrid Marnu Jacobsen fer úr Lands­sjúkra­hús­ kapellinum mikudagin klokkan 14. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jastrid kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi, gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir. Hans David, tú fekst bert 24 ár á hesi fold. Sum Elsa Funding segði í taluni yvir teg. Gleðirómur hoyrdist í bygdini, tí brúdleyp var. Men so kom sorgin og legði sítt tunga ok yvir bygdina. Hans David var burtur blivin og seinri funnin druknaður. Vit standa spyrjandi, sum vit altíð gera tá ið deyðin kemur á gátt. Hví? Men takk góði Gud, at tú hevur svarið, tí tú sigur í orðið tínum, at áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, vóru dagar tínir taldir. Vit hugsa um teg, nú viðingar fara uppí fótbólts­kappingina, tú vart ein undangongumaður á hesum økinum, og sum onkur av teimum segði, vit hava mist tann besta, áðrenn vit byrjaðu. Menniskjan er soleiðis háttað at minnini kunnu vit goyma, og eingin kann taka tey frá okkum. Serliga er hetta gott fyri tey avvarðandi, mammuna og pápan, sum hava mist sín einkarson. Systrar sum hava mist tann einasta beiggjan. Børnini, sum hava mist sín fitta mammubeiggja, sum altíð hevði tol við tey. Og svágurin, ið hevur mist sín besta vin. Ommuna sum hevur mist eitt av sínum kæru ommubørnum. Annars vit øll hvør í sínum lagi kunnu goyma minnini um teg í okkara barmi. Takk góði Gud at hjá tær er einki hálvgjørt. Alt er fullgjørt. Má Harrin geva tykkum styrki framyvir til at bera sorgina. Hann sigur sjálvur í sínum orði: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum og eg vil veita tykkum hvílu. Matt. 11.28. Æra verið minni um Hans David. S. Ø. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Signhild Magnussen úr Fámjin andaðist í Keypmannahavn 17. apríl, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Fámjins kirkju leygardagin kl. 13.30. Fyri tey avvarðandi Børnini Tey, sum vilja minnast Signhild kunnu lata eina peningagávu til Fámjins kirkju konto í peningastovnunum. Í dag hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, føðingardag. Hann fyllir 55 ár í dag. Jóannes Eidesgaard varð valdur til løgmann 3. februar 2004. Jóannes Eidesgaard er føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri. Hann er sonur Jonu og Erling Eidesgaard á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun. Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977 og fekk starv á Tvøroyrar skúla, og var í starvinum til hann í januar 1991 fór í landsstýrið. Jóannes Eidesgaard stillaði á fyrsta sinni upp til løgtingsval í 1990, og varð hann valdur sum triði tingmaður Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi. Javnaðarflokkurin fekk eitt sera gott valúrslit til hetta valið og heilar 10 umdømisvaldar tingmenn. Atli P. Dam, sáli, sum síðani løgtingsvalið í 1970 hevði umboðað Suðuroynna í løgtinginum, stillaði til hetta valið upp í Suðurstreyumoyar valdømi, og tí var stórur spenningur um, hvussu tað fór at gangast Javnaðarflokkinum í Suðuroy. Men hendan arvin lyfti Jóannes Eidesgaard væl saman við Sverra Midjord og Henrik Old. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard lands­­stýrismaður í al­manna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í  mentanarmálum í sam­gonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og ar­beiðsmarknaðarmálum, tá Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum S a m b a n d s f l o k k i n , Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina. Síðan 1996 hevur Jóannes Eidesgaard verið formaður Javnaðarfloksins og  formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggj­ar­ nevndarlimur. Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður. Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum. Minningarorð um Hans David Petersen føddur 19.12.1981 – deyður 12.11.2005 Jóannes Eidesgaard fimmtifimm Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar­pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heils­an-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúð­armyndirnar inn er hós­dag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í www.sosialurin.fo