mikudagur 19. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 19. apríl 2006
12
– Rambøll sigur, at
tekniski parturin av
okkara projekti er í
lagi. Er ótryggleikin,
at okkara prísur
verður hildin at vera
ov lágur, er als eingin
ótryggleiki meira
at tosa um. Vit vilja
fremja projektið
fyri fastan prís,
sum vit halda er væl
undirbygdur. Hetta
er okkara borð, sigur
Svein Kristiansen,
stjóri í NCC í Føroy
um, sum heldur
lítið um, at politisku
myndugleikin í
Føroyum ”dansar”
eftir hálvum øðrum
A4 arki hjá danskari
ráðgevingarfyritøku
Vegaføring
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Svein Kristiansen, stjóri
í NCC í Føroyum, heldur
ógvuliga lítið um tað
arbeiði, sum danska ráðgev
ingarfyritøkan , Rambøll,
hevur gjørt í sambandi við
ætlaða tunnilsprojektið hjá
NCC og J & K Petersen í
Leirvík.
Hann heldur eisini lítið um,
at politiski myndugleikin í
Føroyum tekur støðu út frá
hálvum øðrum A4 arki hjá
hesi fyritøku, sum hann
heldur hvørki sigur eitt ella
annað, ið hevur týdning fyri
projektið.
Í lagi tekniskt
– Rambøll sigur í síni niður
støðu, at allur tann tekniski
parturin av projektinum hjá
okkum er í lagi, men ráð
gevingarfyritøkan heldur
ikki, at verkætlanin kann
fremjast fyri tær 87 mió
krónurnar, sum okkara til
boð er. Hetta sigur ráðgev
ingarfyritøkan er ”ótrygg
leikin” við okkara projekti.
Men, leggur Svein Krist
iansen dent á:
– Eg hetta ótryggleikin,
at okkara prísur eftir teirra
tykki er ov lágur, er als
eingin ótryggleiki meira at
tosa um. Vit hava givið eitt
tilboð fyri fastan prís, sum
vit halda er væl undirbygt.
Tískil er eingin ótryggleiki
at tosa um, sigur hann.
Í ringt ljós...
Svein leggur dent á, at tað,
sum Rambøll hevur gjørt, er
als eingin kanning, men bert
ein niðurstøða, sum hann
heldur ikki hevur nógv upp
á seg.
– Eg haldi, at hetta hálvt
annað A4 arkið setir Rambøll
í eitt ógvuliga vánaligt ljós.
Ja, eg haldi, at hetta, sum
fyritøkan borðreiðir við, er
heilt ótrúligt! Rambøll sær
í síni niðurstøðu púrasta
burtur frá tí ”faktum”, at
NCC og J & K Petersen vilja
fremja hesa verkætlan fyri
ein fastan prís.
Stjórin vísir á, at vilja
landsins
myndugleikar
spara pening og ikki fremja
tunnilsloysnina, sum á
pappírinum er dýrari enn
vegaloysnin, kunnu teir gera
tað.
– Men eg dugi slett ikki at
síggja, at tað, sum Rambøll
hevur lagt fyri dagin, er
nakað sum helst hjá politisku
myndugleikunum at taka
støðu út frá, tí hetta broytir
als einki í okkara uppskoti
um loysn av vegaføringini
í Leirvík.
Ikki sama mál
Svein Kristiansen heldur, at
tað einasta, sum Rambøll og
føroysku myndugleikarnir
áttu at tikið støðu til, er,
hvat fæst fyri hesar 87 mió
krónurnar, sum NCC og J &
K Petersen vilja gera arbeiði
fyri.
– Vit eru komin til eina
niðurstøðu um prísin, ið
byggir á tær kanningar, sum
vit hava gjørt – og latið gera.
Prísurin fyri verkætlanina er
tískil okkara borð. Hinvegin
kunnu onnur meta um, hvat
fæst fyri peningin, og her
dugi eg ikki at síggja annað
enn, at Rambøll metir tekn
isku loysnina hjá okkum at
vera í lagi.
Stjórin heldur, at tað er
ein stórur spurningur, um
partarnir yvirhøvur tosa um
somu viðuskifti – ella tosa
sama mál, sum hann tekur
til.
– Vit hava sagt, at vit
vilja fremja tunnilsloysnina
við vegagerð fyri ein fastan
prís, meðan Rambøll – og nú
eisini landsins myndugleikar
– siga, at tað kunnu vit ikki.
Eg haldi, at hetta er langt úti,
og er ein ógvuliga vánalig
undanførsla hjá politisku
myndugleikunum fyri at
velja eina aðra loysn, sigur
Svein Kristiansen, stjóri í
NCC í Føroyum.
Rambøll-niðurstøða
Danska ráðgevingarfyri
tøkan metir nevniliga, at
tunnilsætlanin í Leirvík eftir
prinsippinum hjá norsku
fyritøkuni og J & K Petersen
fer at kosta væl omanfyri
100 mió krónur.
Fyritøkan metir, at ein
loysn við tunnli, sum verður
einar 400 metrar langur,
fer at kosta einar 130 mió
krónur.
Rambøll heldur, at stór
óvissa er í roknistykkinum
og heldur, at ein slikur tunnil
fer at kosta í minsta lagi 115
mió krónur og í mesta lagi
170 mió krónur. Verður
tunnilin í staðin 350 metrar
langur, verður kostnaðurin
helst einar 120 mió krónur
– ella í mesta lagi 160 mió
krónur og í minsta lagi 105
mió krónur.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið í einum øðrum
blaði.
Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum:
Verkætlanin er tekniskt í lagi
– og prísurin er okkara borð!
Badminton
Samband Føroya
afholder årlig generalforsamling den 3. mai 2006 kl.
18.00 i ÍSF-húsinum i Tórshavn.
Dagsorden som anført i lovene.
Bestyrelsen
Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum, heldur, at tað einasta, sum Rambøll og føroysku myndugleikarnir áttu at tikið støðu til,
er, hvat fæst fyri hesar 87 mió krónurnar. – Her sigur Rambøll, at verkætlanin hjá okkum tekniskt er í lagi, sigur Svein Kristiansen
Mynd: Vilmund Jacobsen