Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Nr. 75 - 19. apríl 2006 Í gjár seldi upp­ boðs­sølan hjá Fiska­ marknaði Føroya stívliga 140 tons av fiski um telefonina og á gólvinum. Talan var um 16 ymisk fiskasløg, umframt rogn og livur, sum vórðu seld fyri slakar 2 mió krónur tilsamans Fiskamarknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í einum yvirliti yvir ymisku fiskasløgini og prísirnar, síggja vit, at dýrasti fiskurin á søluni í gjár var kalvi 1, sum fór fyri 56,49 kr./ kg. í miðal. Hægsti kiloprísurin fyri kalva 1 var 60 kr. og lægsti prísurin 40 kr./ kg. Bíligasti kalvin var kalvi 4, sum fór fyri stívliga 28 kr./ kg. í miðal. Nøgdirnar av kalva vóru annars smáar; 285 kg. vóru av kalva 1, 360 kg. av kalva 2, 1.140 kg. av 3 og 880 kg. av kalva 4. Næst hægsti prísurin á Fiskamarknaðinum í gjár var fyri havtaskuhalar, men her vóru nøgdirnar eisini rættiliga smáar; 125 kg. fóru fyri miðalprísin 35 kr./ kg. Hinvegin vóru nøgdirnar av heilari havtasku eitt sind­ ur størri, og her táttaði miðal­ prísurin upp ímóti prísinum á havtaskuhalum; 10.467 kg. fóru fyri miðalprísin 32,95 kr. Hýsa og toskur Størstu nøgdirnar á Fiska­ marknaðinum í gjár vóru av hýsu og toski, harav nøgdirnar av hýsu samanlagt vóru nógv tær størstu. Toskur 1 (1.788 kg.) fór fyri miðalprísin 21,72 og tosk­ur 2 (5.058 kg.) fyri miðalprísin 20,94 kr./ kg. Leggjast kann aftrat, at toskur 4 og 5 fóru fyri ávika­ vist 14,69 og 9,37 í miðal fyri kg. Sum nevnt, vóru nøgdirnar av hýsu nógv tær størstu. Hýsa 1 (2.723 kg.) fór fyri miðalprísin 14,12 og hýsa 2 (15.970 kg.) fór fyri 13,01 í miðal fyri kg. Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 3 (24.924), og her var miðalprísurin 11,78 kr./ kg. Lægsti miðalprísurin á hýsu var fyri hýsu 4 (1.050 kg.), sum fór fyri 8,47 kr./ kg. Upsi og hvítingur Nøgdirnar av upsa vóru ikki tær stóru á Fiska­ mark­nað­inum í gjár, men upsaprísurin lá úr 4,73 upp í 5,20 kr./ kg. Samlaðu nøgdirnar av upsa vóru smá 5 tons. Nakað av hvítingi varð eisini selt á uppboðssøluni í gjár. Talan var um tilsamans 4.900 kg., sum fóru fyri miðalprísin 8,08. Hægsti prísur á hvítingi var 9 og lægsti prísur 5 kr./ kg. Longa og brosma Onnur fiskasløg, sum eisini vóru rímiliga væl umboðaði á uppboðssøluni í gjár, vóru longa og brosma. Mest var av longu 2 (6.306 kg.), sum fór fyri miðalprísin 15,94 kr./ kg. Besti brosmuprísurin var fyri brosmu 1 (416 kg.). Her var miðalprísurin 8,66 kr./ kg. Mest var av brosmu 3 (7.258 kg.), sum fór fyri miðal­prísin 6,51 kr./ kg. Rogn og livur Fiskamarknaður Føroya seldi eisini 558 kg. av toska­ rognum og 288 kg. av livur á uppboðssøluni í gjár. Toskarognini fóru fyri miðalprísin 9,58 kr./ kg., meðan livurin fór fyri 5 kr./ kg. Til stuttleikar kunnu vit nevna, at 4.300 kg. av skøtu vórðu seld á uppboðssøluni í gjár fyri slakar 6 krónur í miðal. 140 tons av fiski fyri slakar 2 mió krónur Fiskaprísirnir eru rímiliga góðir í løtuni, og vónandi fara teir eisini at halda sær, nú skipini, sum fóru út eftir páskir, koma innaftur at landa Mynd: FMF Fiskamarknaður Føroya selir bæði um telefonina og á gólvinum. Marknaðurin hevur eisini eina gsm-tænastu, har tú beinanvegin kanst fáa at vita, hvussu nógv veiðan er seld fyri Mynd: FMF – Eg haldi, at hetta hálvt annað A4 arkið setir Rambøll í eitt ógvuliga vánaligt ljós. Ja, eg haldi, at hetta, sum fyritøkan borðreiðir við, er heilt ótrúligt! Rambøll sær í síni niðurstøðu púrasta burtur frá tí ”faktum”, at NCC og J & K Petersen vilja fremja hesa verkætlan fyri ein fastan prís, sum er 87 mió krónur, sigur Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen+