mikudagur 19. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Búskapar-politiskt
áhugamál
Føroyar hava valt at hava
menningarsamstarv við Peru,
har eisini føroysk vinnulig
áhugamál eru. Tí hevur tað
føroyskan áhuga, tá val eru
í Peru. Hvør stjórn og hvør
forseti situr, kann hava stóra
ávirkan á búskaparrenslið,
og hvussu til ber at arbeiða
í Peru.
Fujimori
Áðrenn at Fujimori tók
við í 1990, var Peru undir
leiðsluni av júst Alan Garcia
at kalla fariðá heysin. Óskil
ið var so álvarsamt, at altjóða
bankar vildu ikki seta fótin
í Peru, sum eisini var illa
plágað av yvirgangi. Tann
politisk ókendi universitets
professarin Alberto Fujimori,
sá sær her møguleikan at
vinna sær frama í eini skipan,
har fólkið einki álit hevur á
politikkarum, og sat hann
fram til 2000. Fujimori var í
byrjanini væl lýddur, tí hann
fekk bilbukt við yvirgangi
og eisini skil á búskapinum.
Hyperinflatiónin bleiv tálm
að og nógv blev gjørt fyri
eisini at menna fjarstkotnu
partarnir av Peru. Men Fuji
mori vildi ikki frá aftur
valdinum, og umvegis
ivingasamar broytingar fór
hann eisini í gongd við triðja
skeiðið sum forseti. Tann
gleðin gjørdist tó stokkut.
Høgra hondin, fyrrverandi
CIA njósnarin Vladimiro
Montesinos sum var rikin í
útlegd fyri landasvik, , bleiv
tikin fyri at mutra, og so
kom ein gøla fyri og onnur
eftir undan kavi sum endaði
við at Fujimori, sum er av
japonskum uppruna, valdi
at ”hoppa av” og søkja sær
friðskjól í Japan.
Toledo
Ein fyribilsstjórn sat so til
næsta forsetavalið, sum frá
farandi forsetin Alejandro
Toledo vann í øðrum umfari,
á júst Alan Garcia. Lourdes
stillaði eisini upp tá, man
kom ikki í annað umfar.
Toledo var tann fyrsti við
upprunablóði, alla cholo,,
sum varð forseti í Peru.
Hann hevur loyst uppgávuna
rímiligt, men byrjaði við at
gera at eitt megnarmistak
við at koyra elituna til hús
fyri at seta Choloar í staðin,
og nógvir av trupulleikunum
stava frá, at elitan hevur
arbeitt ímóti honum.
Garcia
Trupulleikarnir Peru hava
havt og hava m.a. viðført, at
landið er heldur fátæksligt,
eisini í Suðuramerikonskum
høpi. Fíggjarliga óskilið, ser
liga undir Alan Garcia fram
til 1990 gjørdi eisini, at
trupult var at fáa útlenskan
váðafúsan kapital til landið,
eins og bæði vanligir bankar
og menningarbankar og
stovnar aftraðu seg.
Búskaparendurreisn
Nógv kann sigast um Fuji
mori, men tjóðarbúskapurin
kom undir honum í vanliga
legu, og álit byrjaði aftur at
koma. Við Toledo sum for
seta hevur vøksturin eisini
verið tann størsti í Suður
amerika, eini 5 prosent.
Búskaparpolitiskt hevur
sostatt dentur verið lagdur
á, at skil er á og serliga undir
Toledo at fáa til hølvdar betri
handilsavtalur. Og júst ein
handilsavtala er vorðin ein
av hornasteinunum í for
setavalinum.
Altjóða samstarv
Toledo hevur eina klára
fríhandilsavtalu við USA í
lummanum, sum hann júst
hevur undirritað, men akkurát
sum við okkara sáttmála
við Ísland,, skal hesin eisini
ígjøgnum tingið. Tí hava
tjóðskaparpopulistar koyrt
valdyst m.a. við at krevja
hesa avtaluna afturtikna, og
at Toledo átti at latið hana
ligið til komandi forsetan.
Humala, sum hevur tikið øll
á bóli, og er harðliga ímóti
avtaluni við USA. Hann
leggur seg hugmyndaliga
undir liðini á Hugo Chaves
í Venesuela og Evo Morales
í Bolivia. Lula í Brasil var
eisini meira kantutur, áðrenn
hann tók við valdinum har.
Næsta umfar
Sum tær sær út í løtuni, verða
tað Humala og Alan sum
koma víðari í annað umfar,
meðan ein av favorittunum
Lourdes, heldur ikki á hes
um sinni sær út til at hava
nóg mikið, hóast munurin er
sera lítil. Tí bendir alt á, at
komandi valið verður millum
ein fyrrverðandi forseta og
ein populist, sum sær út til
at vilja leggja seg til vinstru
og tálma altjóðagerðini av
Peru. Hin er fyrrverðandi
forsetin, sum í hvussu so
er fær ávaringarljósini í
altjóða fíggingarstovnunum
at blunka.
Føroysk áhugamál
Føroyar hava sum sagt bæði
privat vinnulig áhugamál og
menningarsamstarv. Privata
vinnan hevur sjálvsagt fing
urin á pulsinum, tí búskapar
politiski leisturin kann hava
alt at siga, um tað lønar seg
at arbeiða í ella við Peru. Ein
forðing hevur nevniliga verið
tekniskar forðingar, sum
hava gjørt tað truplari fyri
útlendingar, og eru útlitini
til at forðingar herðast, kann
tað gerast ein trupulleiki
sum ger, at vinnan missir
áhugan. Eisini er áhugi fyri
at fáa ein støðugan forseta,
tí tað gevur beri og tryggari
arbeiðsumstøður, eins og tað
í einum langtíðarperspektivi
er ynskiligt at hava eina
menning, sum betrar um
samfelagið og hækkar keypi
orkuna og økir um møgu
leikarnar fyri vinnu í Peru.
Í menningarsamstarvhøpi er
sjálvsagt ynskiligt, at talan
er um eina stjórn sum ynskir
samstarv, og sum ikki ætlar
at byrgja seg inni.
Ikki tað besta
Tí kundi verið líkt til, at
úrslitið av fyrsta umfarið av
forsetavalinum ikki er eftir
føroyskum ynskjum. Men
tað veldst um hvussu ein
velur at hyggja eftir tí. Um
so er at Humala kemur fram
at valdinum, hevur hann m.a.
lagt upp til at samstarv við
USA ikki er ynskiligt, og í
heila tikið tykist hann ikki
at vilja leggja dent á uttan
ríkisviðurskifti. Føroyar
eru í hesum spæli ein pinku
aktørur, sum ikki eru nøkur
hóttan, og tí kundi tað verð
ið soleiðis, at mótviljin
móti serliga USA ikki rakar
samstarv við pinkaktørar
sum Føroyar. Mest sannlíka
er tó at Alan Garcia vinnur
annað umfar. Tað er sjálv
sagt torført at meta um,
hvat hendir við honum við
valdinum, men uttan fyri
Peru er hann sjálv ímyndin
av fíggjarliga óskilinum og
de facto konkursinum, tí
kann tað fíggjarliga verða
torført hjá Peru at varveita
tað altavgerandi álitið í
altjóða fíggjarheiminum,
og kanska verður kravið til
hansara, at hann frá degi
eitt skal prógva at nakar
dugur er í honum við róðri,
tí seinasti túrur við honum
á brúnni var ein tann størsti
bummtúrurin í søguni. Fyri
føroysk áhugamál, hevði
helst verið betri um onkur
annar kom fram at, men tað
fáa vit føroyingar ikki gjørt
so nógv við.
Tó møguleikar
Hinvegin kann sigast, at við
hesum givnu umstøðunum
hava vit komparativt ein
fyrimun, tí vit eru ikki ein
hóttan og hava áhugamál í
eini vinnu sum hevur eitt
stórt menningarpotentialið,
nevniliga fiskivinnuni. So
støðan kundi verið væl
betri í absoluttum hugsunnar
hátti, men relativt kunnu
Føroyar koma at standa
Føroyar og Peru
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Toledo var á odda fyri at fáa Fujimori frá og bleiv í 2001 fyrsti
peruanski forsetin við indianskum blóðið
Fyrrverandi forsetin Fuijimori fekk fyrst skil á landið og men
mátti síðan flýggja tá gølur í hópatali komu undan kavi.
Høgaberg. Stórir møguleikar eru í fiskivinnu í Peru
Savnsmynd