Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 19. apríl 2006 15 PERU Sunnudagurin 9. apríl var val­ dagur í Peru. Ikki hev­ur verið nógv at hoyrt um hetta valið, m.a. tí at valið í Italia hevur tikið allan bredd­­an. Men val var henda dagin til peruanska ting­­ið, fyrsta umfarið av for­­setavalinum og val til andinska felagsskapin. Sum verða man, fær forsetavalið eisini størst áhugan, men val­ið til tingið er eisini um­ ráð­andi, um forsetin skal hava møguleika at hava eina ar­beiðsføra samgongu aftan fyri seg. Forsetar á breddan Peru hevur við seinastu for­ setum sínum eisini megna at rakt tíðindabreddan fleiri ferðir. Flestu hava hoyrt um fyrr­verandi forsetan Fuji­ mori. Fyrst fekk hann skil á land­ið, eftir mikið óskil eftir m.a. núverandi for­seta­ val­evnið Alan Garcia, ið koyrdi landið á heysin. Fuji­ mori hevur verið á bredd­­an­ um fyri at seta konu sína í húsa­varð­hald, fyri at verða eir­inda­leysur ímóti yvir­ gangi ella vápnaðum mót­ støðubólkum og fyri at fáa skil á búskapin, men síð­an var hann kjølhálaður fyri ógerðir so harðar, at tær tykj­ast óveruligar. Trýstið á hann gjørdist so hart, at hann at enda ”hoppaði av” og flýddi til Japans. Hann hevur tó roynt at sleppa fram­at valdinum aftur, men sum eftirlýstur maður, bleiv hann tikin í Kili og hevur Peru biðið um at fingið hann útflýggjaðan. Toledo Aftaná at Fujimori flýggjaði, sat fyrst ein fyribilsstjórn og síðan vann Alejandro Tole­ do forsetavalið, har ser­liga Alan Garcia, mundi kopp­að honum. Toledo var ein av høv­ uðsmonnum at fáa Fujimori frá, og er hann fyrsti forsetin við indianskum uppruna í sær, ella cholo sum tað eisini verður kallað. Hann var tí eis­ini ein fólksins maður. Reto­rikkurin var eisini at hava Peru fyri Peruanar og skúgv­aði hann tí elituna í fyri­sit­ing­ini til viks, fyri at fáa choloar, altso síni egnu, í starv í staðin. Tað í sær sjálv­ um er jú vandamikið taktiskt og heldur ikki nakað hann slapp væl frá, tí elitan kendi seg hótta og vendi sær ímóti honum. At Toledo hevði fing­ ið eina fína útbúgving í USA, var ikki nøktandi í sjálv­um sær. Støðan í Peru bleiv eisini skjótt sum í øðr­um londum, har fólks­ligar mót­mælis­gong­ ur hava rikið forsetar burtur, at fólk­ið vil síggja úrslit, og tí hvarv kann góða undirtøkan hjá Toledo. Í fongsul Í Peru kann forsetin nú bert sita eina setu, og hann er tí ikki við í dystinum at gerast komandi forseti, eitt stríð sum langt síðani er byjað. Í hesum sambandi hava flestu helst hoyrt um at Fujimori royndi at sleppa framat aftur forsetasessinum og ætlaði at stilla upp. Og eins løgið tað kann tykjast, so hevur Fuji­ mori, hóast ovurstór mis­­­tøk og ræðurleikar, gjørt in­triv sum fólk ikki gloyma, m.a. við at leggja dent á út­­búgv­­ing eisini á fjar­skot­num smá­­pláss­ um. Men val­dystur hans­ara er higar­til endaður í einum kilenskum fongsli. Fuji­mori er eftir­lýstur og Peru krevur hann út­flýggjaðan. Men hann ætl­­­ar sær sjálv­sagt at vinna kom­­­andi val. Valevnini Valevnini hava verið nógv, men tey sum benanvegin hava gjørt, nú valdysturin av álvara byrjaði, hava verið fyrrverðandi forsetin Alan Garcia úr tí søguliga Apra flokkinum, Lourdes Flores sum er konservativ og so tann politiskt ókendi Ottala Humala. Alan Garcia Alan Garcia sat sum forseti frá 1985-90 og hann var fyrsti forsetin frá søguliga apraflokkinum. Vónirnar vórdur stórar, tí flokkurin søguliga bardist fyri at basa mutri, men Garcia var eitt stórt vónbrot. Tá hans­ara skeið var runnið, var peru­ anski búskapurin í sori, hyperinflatión vald­aði, at kalla alt seriøst fíggj­ar­ virksemi flýggjaði úr land­ inum og ikki fyrrenn nú eru altjóða fíggjarstovnar av álvara á veg inn aftur í landið. Eisini var hann ákærdur fyri brot á mannarættindini eins og tíðin undir honum var merkt av yvirgangi og óskili. Tí átti hann ikki at havt ein kjans, men hann var nær um at vinna á Toledo seinast, og tí var tað heldur ikki óvæntað, at hann er millum tey fremstu. Hann hevur lagt seg eftir at fáa aktvøður frá teimum ungu, sum ikki minnast hansara óskil og so frá kvinnum. Hann hevur lovað at seta eins nógvar kvinnur sum menn sum ráðharrar, men eisini hevur hann lagt dent á at Peru má leggja seg eftir at fáa útlendskan váðafúsan kapital inn, fyri ikki at enda sum eitt kilenskt hjáland, og tí skal lata seg upp fyri umheiminum. Lourdes Nano Flores Lourdes hevur havt sæti á tingið í nógv ár og er tí ein partur av politisku elit­uni. Hon hevur lagt dent á at fáa betra korini hjá smærri vinnurekandi, og hevur hon eisini stuðul úr vinnu­lív­in­ um. Sum kvinna hevur hon sjálvsagt kvinnuligan stuð­ ul og lovað at berjast fyri javnstøðu. Ollanta Humala Humala er ein fyrrverandi generalur sum kom á breddan í Peru, tá hann royndi at gera eitt hernaðarkvett ímóti Fujimori í 2000. Tað mis­eydnaðist. Humala er hart ímóti júst undirritaðu frí­handilsataluni við USA og hevur sagt seg vilja end­ ur­skoða avtalur við útlensk feløg eins og hann vil hækka skattin á málmvinnuni, so rávevnini koma peruanum til góðar. Hann hevur serliga stuðul frá teim fátækstu, sum síggja hann sum eitt veruligt alternativ til vanligu valdselituna, sum lovar og lovar, men ikki ger nakra broyting. Hann kann tí sam­ metast við Evo Morales í Bolivia og Hugo Chaves í Venezuela. Hann hevur eisini fingið ábreiðslur fyri at hava framt brot á mannarættindi, tá hann sum generalur bard­ ist móti Lýsandi Rásini. Humala er uppruna peruani og fær tí eisini størri álit frá teimum fátæku. 2. umfar Sum sagt var valið 9. apríl. Um eitt valevni fær meira ein 50% av atkvøðunum, gerst tað valevni forseti. Um ikki skal eitt annað umfar verða millum tey bæði fremstu valevnini. Annað umfar í Peru verdur 7 mai. Valið 9. apríl var eisin væl til peruanska tingið og til Andinska felagsskapin. Higartil eru um 90% av atkvøðunum til forsetavalið taldar og bendir alt á, at Humala og Garcia skulu í eitt annað umfar 7. mai. Humala hevur fingið 30,9%, Garcia 24,3% og Lourdes 23,6%. Lítil ivi er tí um at Humala fær fyrsta plássið, meðan sera tætt er ímillum Garcia og Lourdes. Tó verdur ikki roknað við at Lourdes er sterk í teimun fjarskotnum økjunum, sum enn ikki eru upptald og tey flestu hava tí óformliga staðfest, at annað umfar verður millum Humala og Garcia. Úrslitið Alan Garcia er kendur fyri at hava koyrt Peru á heys­in og tí ikki er tann, sum av sær sjálvum hálar út­lendskan kapital til land­ ið. Meðan Humala er eitt óskrivað poltiskt blað, men hansara útsagnir um serliga samstarvið við USA bendir á, at tað ikki er útlendski váðafúsi kapitalurin sum hann fær til landið. Báðir hava teir tó spælt tjóðskaparkortið uppá hvør sín máta, Garcia við hóttanini úr Kili og Humala við hóttanini úr USA. Stuðulin til Humala má tó eisini lesast sum ein ónøgt vid politisku skipanina í Peru, ella bein sleiðis eitt misálit. Serliga tey fátæku hava einki at missa, og hava hóast lyftir ongantíð fingið nakað av broytingum, sum veruliga munaði. Morales er í Bolivia, Sanchez er í Vene­ zuela og Lula er í Brasil. Flestu eygleiðarar meta tó ikki, at Humala hevur nakran kjans at vinna ann­ að umfar. Til tað hevur Al­an Garcia ov nógvar royndir og floksapparatið hjá Apra aftanfyri seg. Tí er tað tragiska í hesum, at mótmælini ímóti skipanini føra til at Garcia kemur fram­at. Og skuldu fólk valt um­aftur er lítið trúligt, at tað er tað, sum stendur ovast á ynskilistanum hjá helminginum av peruanum. Hinvegin so trúði eingin uppá at Humala hevði nakr­an kjans, tá farið var undir for­ setavalið. Nú skulu sjálvandi tey sein­astu 10 prosentini av atkvøð­unum teljast, men hvørki Garcia ella Humala eru einstaklingarnir, sum við áliti og við sínum ímyndum og søgu fáa kapital til landið, men hinvegin er stuðulin til Humala eitt tekin um krav til at fáa betri samfelag og tað er uppá tíðina at veljarin krevur meira av politisku skipanini. Forseta­ valið í Peru cand.scient.pol Bogi EliasEn Poltiska óskrivaða blaðið Ollanta Humala fekk flestar atkvøður í fyrsta umfari Fyrrverandi forsetin Alan Garcia, sum koyrdi landið á heysin, sær út til at skula í eldin aftir 7 mai ómóti Humala Lourdes hevur drúgvar royndir sum politikkari, men tað tykist ikki sum hon kann gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í Peru sterk­ar orsakað av serligu um­støðunum. Leggjast skal tó afturat, at hjá einum sum mær við einum serligum tokka til Peru, er tað við ring­ um tannabiti at eg eygleiði valúrslitið. Men handil og politkkur snýr seg eisini um at optimera úrtøkuna við teimun kortum tilvildin gevur tær í hondina. Og har eru leikir sum Føroyar heilt greitt kunnu brúka, hóast hondin ikki er tann besta. Í føroyskum menningarhøpi er størsti trupulleikin tó, at lógin ikki er samtykt á Føroya Løgtingi enn, og tí er alt arbeiðið frá føroyskari almennari síðu sett á stand by, og tað er ikki at geva sær sjálvum bestu kortini, um nakar vilji er til at fáa í lag menningarsamstarv við Peru. Afturat skal sigast at stuðulin til Humala er í trá við tað sum er hent í Bolivia, Venesuela, Brasil og Argentina. Fólkið ynskir eina meira støðuga skipan við javnari býti og harvið tryggleika. Eisini er tað troytleikin av framhaldandi mutrinum í politisku elituni. Sjálvt um Humala neyvan vinnur seinna umfar, her fólksliga signali frá serliga teim fátæku ein greið mis­ álitsváttan til politisku skip­ anina, sum tey slettis ikki kenna seg umboðaði av.