Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 75 - 19. apríl 2006 Innan Heimarøktina og Serforsorgina er eitt tíðaravmarkað starv sum leiðari á Sambýlinum á Bóndaheygi 14 leyst at søkja til setan skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað fram til 29. februar 2008. Sambýlið Sambýlið á Bóndaheygi er heim fyri fólk við serligum tørvi, umfatandi menningartarn og sálarsjúku. Á sam- býlinum búgva í løtuni 5 fólk. Sambýlið er karmur um heimalívið hjá húsfólkunum. Tey hava øll egna inntøku (pensión) og gjalda húsaleigu og allar vanligar húsarhaldsútreiðslur sjálvi. Uppgávan hjá starvsfólkunum er at veita húsfólkunum stuðul og hjálp í teimum viðurskiftum í ger- andisdegnum, sum tey, ikki megna at taka sær av sjálvi. Á sambýlinum eru tilsamans 9 fólk í føstum starvi. Sambýlið á Bóndaheygi hevur í ár eina játtan uppá uml. 3,5 mió kr. Starvið Leiðarin á sambýlinum hevur ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum á stovninum. Hetta umfatar fakliga, fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd. Lagt verður upp til, at leiðarin skipar sítt starv soleiðis, at hann/hon ikki er við í vaktarskipanini fyri stovnin. Leiðarin á sambýlinum vísir til leiðaran fyri Serstovnadeildini, sum er deild undir Heimarøktini og Serforsorgini. Um leiðaran Tú skalt hava eina viðkomandi útbúgving innan sosialpedagogik og/ ella –psykiatri og fakligan kunnleika til starvsøkið. Vit vænta av tær, at tú hevur hug og hegni til at leiða, og at tú, við tínum leiðsluhátti, megnar at skapa trivnað og menning í starvsfólkabólkinum og á sambýlinum sum heild. Vit vænta at tú hevur ávísan førleika innan roknskaparhald og at tú hevur hug og áræði at leggja afturat tíni vitan, tað sum krevst, fyri at kunna røkja leiðarastarvið til fulnar. Harumframt vænta vit, at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir, og at tú hevur evni og vilja til at samstarva við starvsfelagar og leiðslu á øllum økjum. Eisini vænta vit at tú ert sjónlig/ur í tínum leiðarastarvi og at tú dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum. Um okkum Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv í einum fakliga krevjandi umhvørvi. Harumframt bjóða vit tær eitt starv, har tú sleppur at taka lut í framtíðar menningini av serstovnaøkinum í tøttum samstarvi við starvsfelagar tínar á øðrum stovnum og leiðsluna fyri Serstovnadeildini. Sum leiðari verður tú partur av einum leiðarabólki, sum er saman umleið 10 ferðir um árið. Harumframt fært tú tilboð um at vera partur av einum supervisiónsbólki, har møguleiki er fyri at fáa stuðul og íblástur frá øðrum leiðarum undir Serstovnadeildini. Setan og løn Um pedagogur, ið frammanundan er tænastumaður verður settur í starvið heldur tænastumannasetanin fram, og verður lønin sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag á lønarstigunum 39, 41 og 43. Annars verður starvið sáttmálasett og lønt samsvarandi stigunum 24, 26 og 28 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Umsókn Vilt tú vita meira um starvið kanst tú venda tær til Jóanes N. Dalsgaard deildarleiðara á tlf. 304020. Umsóknir við próvskjølum, viðmælum og CV skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Eirargarður 2, 2. hædd FO-100 Tórshavn Freistin at søkja starvið er hósdagin 27. apríl 2006. HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN SERSTOVNADEILDIN Endurlýsing Leiðari til Sambýlið á Bóndaheygi í Tórshavn Farloyvisstarv Eldradagur Tann 6. mai verður Eldradagur hildin í ítróttarhøllini í Runavík. Byrjað verður kl. 9.00 við morgunkaffi. Døgurði kl. 12.00, endar kl. 17.00. Kostnaður kr. 200,- pr. luttakara. Allir pensjónistar eru vælkomnir, eisini um teir ikki eru í nøkrum pesjónistafelag, - so langt sum pláss er. Seinasti dagur at tekna seg er mánadagin 1. mai á tlf. 447718, 447073, 444191/214191 ella 441517/288517. Landsfelag Pensjónista Lýsið við brúktum bilum http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo