Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nógvir spennandi fyrilestrar eru á skránni, tá ið KT- 2006 stevnan verður í Norð­ur­landa­húsin­ um hósdagin og fríggjadagin KT-stevna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Millum teir áhugaverdu fyri­­lestrahaldararnar er eitt nú ungi hoyvíkingurin, Heini Zachariassen, ið sum kunnugt er mettur at verða millum 100 tey fremstu ungu vinnulívsfólkini í Dan­mark, sum eisini var greitt frá her í blaðnum í farnu viku. Heini fer seinna dagin á KT-stevnuni at halda fyrilesturin, ið ber heitið “gloym heimamarknaðin”. Ógvuliga fjølbroyttir fyrilestrar Hinir fyrilestrarhaldararnir á KT-2006 eru danski rit­ høvundurin, Tor Nørre­trand­ er, stjórin á Betty Nansen sjónleikarahúsinum, Peter Langdal Jensen, Birger Hauge frá Danske Bredbånd, og Silvia Lauritsen frá KompeTansu. Tað er Synergi, ið skipar fyri KT-stevnuni, og Annika Andreassen hjá Synergi greið­ir frá, at tær eru ikki minst spentar upp á at hoyra fyrilesturin hjá Peter Lang­ dal Jensen. – Vit vóru til Årets Leder­ dag 2005 í Bella Centr­in­ um í Keypmannahavn í fjør. Meðan vit vóru til ein heldur turrisligan fyri­lestur, hoyrdu vit nógv klapp og nógvan látur úr fyri­lest­ rar­salinum við síðuna av. Tá var tað Peter Langdal Jensen, ið hevði fyrilestur í tí salinum, og vit tosaðu seinni við onkran annan føroying, ið hevði verið til fyrilesturin hjá honum, og viðkomandi lat ómetaliga væl at. Peter Langdal Jensen er ein sera vælumtóktur fyri­ lestrarhaldari í Danmark, og vit eru ógvuliga fegnar um, at hann kemur á KT-2006, sigur Annika Andreas­sen. Fyrilesturin hjá Peter Lang­dal Jensen fer at snúgva seg um kreativa leiðslu og motiverandi arbeiðs­um­ hvørvi. Hinir fyrilestr­arnir fara eitt nú at snúgva seg um Digitala Heimið og um, at ein KT-frøðingur ikki er ein gandakallur. Umframt mongu fyri­lest­ rarnar er nógv annað for­ vitnisligt á skránni. Fleiri fyritøkur, ið virka innan KT fara at hava bás á stevnuni, har sýnt verður fram, hvat hesar fyritøkur fáast við. Í sambandi við KT-stevn­ una verður eisini skipað fyri einum serligum tiltaki fyri miðnámsskúlanæmingar. Hetta tiltak verður fríggja­ morgunin 21. apríl, og har fara teir báðir føroysku fyri­ lestrarhaldararnir, Heini Zachariassen og Silvia Laurit­ sen, at greiða næmingunum frá. Nógv nýtt frá luttakarunum Tað eru sjálvsagt ikki bara fyrilestrarnir, ið fara at seta sín dám á KT-stevnuna. Luttakandi fyritøkurnar á stevnuni fari eisini at vísa ymiskt forvitnisligt, ið tær nú hava at bjóða sínum við­ skiftafólkum, og tað er einki at taka seg aftur í, at fleiri teirra hava okkurt heilt nýtt at vísa fram í sambandi við stevnuna. Sum nevnt aðrastaðnis í blaðnum fer Com Data nú at bjóða navnframa Lunda- forritið hjá sær til Windows, eftir at Lundin hevur verið á marknaðinum í góð 20 ár. Eisini fer lýsingarfyritøkan Sansir at greiða frá síni nýggju CMS-skipan, ið tey rópa Sansir.net, og sum Sansir nú ætlar at selja uttan fyri landoddarnar. Henda skipan varð løgd fram fyri fjølmiðlunum og øðrum við­komandi persónum á tíð­ indafundi týsmorgunin. Eisini fer Elektron at kunna áhugaði um víttfevnandi KT-loysnina, CITRIX, sum nú verður bjóðað størri og smærri fyritøkum. Her er talan um eina loysn, har fyritøkur kunnu fáa Elektron at standa fyri øllum KT- økinum hjá sær. Somuleiðis inniber loysnin, at fyritøkur ikki hava tørv á egnum ambætara, tí stóri ambætarin hjá Elektron hýsir øllum hjá fyritøkuni, uttan at trygdin á nakran hátt kemur í vanda. Nógvir aðrir framsýnarar eru við á KT-2006, og tað er einki at ivast í, at fyri KT-áhugað verður nóg­v for­ vitnisligt at síggja á stevnuni, sum Synergi skipar fyri. Forvitnislig KT-stevna