mikudagur 19. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Samskiftisfyritøkan
Reproz og KT-virkið
Com-Data eru farin
í samstarv fyri at
veita kundunum ta
bestu samskiftis-
og tøknifrøðiligu
heimasíðuloysnina.
Reproz og Com-Data
bjóða føroyskum
fyritøkum kendu
CMS heimasíðuskip
anina, DynamicWeb
KT-vinna
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
– Við samstarvinum seta vit
viðskiftafólkið í miðdepilin,
sigur Christian Nagata, stjóri.
Hann sigur, at samstarvið
tryggjar kundanum eina
langtíðarloysn, har hugsað
verður um tørvin á effektivi
sering, corporate branding,
eins og um fremstu tøkni
frøðina.
Heimskend skipan
Allan Dalsgarð, viðskifta
stjóri á Reproz, sigur, at
henda skipan verður nýtt
um allan heim, og at fleiri
enn 30 forritarar regluliga
menna hana. Kring heimin
eru fleiri enn 1400 stórar
privatar og almennar fyri
tøkur, sum dagliga nýta
DynamicWeb skipanina. Av
føroyskum fyritøkum, sum
nýta hesa skipan, kunnu til
dømis nevnast SEV, sum
umframt at marknaðarføra
seg við heimasíðuni, eisini
hevur knýtt skipanina
saman við aðrar skipanir
í fyritøkuni. Sostatt kann
SEV á heimasíðu sínari
bjóða viðskiftafólkunum at
síggja teirra saldo, biðja um
kontoavrit, boða frá flyting
ella síggja nýtsluna v.m.
Smyril-Line bjóðar kundum
sínum at bíleggja ferðir
við Norrønu beinleiðis á
heimasíðuni, og viðskiftafólk
hjá Føroya Sparikassa kunnu
á heimasíðuni logga seg á
heimagreiðsluna, lima
greiðsluna v.m.
Í fleiri ár vóru tað einans
KT-fyritøkur, sum seldu
heimasíðuloysnir. Heini
Hansen, sølustjóri á Com-
Data sigur, at áður varð ein
heimasíða einans hildin at
vera ein tøknifrøðilig loysn,
og hugsað varð ikki so nógv
um, at hon eisini var andlitið
úteftir.
– Nú vita vit, at fleiri og
fleiri viðskiftafólk fyrst leita
sær kunning um fyritøkuna
júst á heimasíðuni. Tí verður
alt størri dentur lagdur á
sniðgeving og innihald, og
ikki minst hava myndir og
grafikkur sera stóran týdning,
eins og at heimasíðan er
brúkaravinarlig, løtt at dag
føra og so framvegis, sigur
Heini Hansen.
Í dag verða nógv ymisk
sløg av heimasíðum bjóðaðar
fyritøkum í Føroyum. Talan
kann vera um heilt einfaldar
loysnir, men eisini ber til at
fáa meira umfatandi CMS-
heimasíðu loysnir, sum kunnu
merkja effektiviseringar fyri
fyritøkuna.
Kann býtast upp í
tríggjar bólkar
Ymisku loysnirnar við Dyna
mic Web kunnu býtast upp í
tríggjar bólkar:
– heimasíður, sum bert hava
til endamáls at marknað
arføra fyritøkuna, til døm
is at kunna um søguna
hjá virkinum, upp- og
afturlatingartíðir, starvs
fólk o.s.fr.
– heimasíður, sum eisini
eru
CMS
skipanir
– Content Management
Systems. Slíkar loysnir
geva fyritøkuni eina
heimasíðu, sum myndar
hana úteftir, umframt
eina sokallaða interna
heimasíðu til starvsfólkið
(summi kalla hetta teirra
intranet) og eina back-
office skipan, sum ger
tað lættari at halda skil
á tí, ið er á heimasíðuni.
Mannagongdir, journali
sering og brúkarastýring
eru eisini partar av slík
um skipanum. Dagføring
er sera einføld og verður
vanliga gjørd av starvs
fólkunum í virkinum.
– í triðja bólkinum eru
loysnirnar, sum muna
mest hjá fyritøkunum.
Umframt at vera sokall
aðar CMS-loysnir, kunnu
verandi telduskipanir
hjá virkinum verða
knýttar saman við heima
síðuskipanini. Úrslitið er
sparing í innanhýsis
fyrisiting, tí kundin so at
siga avgreiðir seg sjálvan
við at logga á skipanir
umvegis heimasíðuna.
Sostatt veitir fyritøkan í
hesum føri eina sera góða
kundatænastu, tí atgongd
er altíð til tænasturnar.
Ráðgevar hjá Reproz og
Com-Data verða at hitta
á sama bási á KT2006
stevnuni, har meira fæst
at vita um DynamicWeb
heimasíðuloysnina. Reproz
og Com-Data fara at skipa
fyri fyrilestrum á KT-
stevnuni í Norðurlandahús
inum.
Heimasíður – partur
av corporate
branding
Allan Dalsgarð, viðskiftastjóri á Reproz, sigur, at henda skipan verður
nýtt um allan heim, og at fleiri enn 30 forritarar regluliga menna hana.
Kring heimin eru fleiri enn 1400 stórar privatar og almennar fyritøkur,
sum dagliga n‡ta DynamicWeb skipanina