Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 19. apríl 2006 21 Í nógv ár hevur KT- fyritøkan Elektron mest verið kend fyri sítt KT-virksemi innan fíggjar- og tryggingarheimin í Føroyum, men nú bjóðar Elektron bæði smærri og størri fyritøkum og stovnum eina fullkomna KT-loysn KT-vinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á nógvum arbeiðsplássum eru KT-umstøðurnar, út­gerð­ in og trupulleikar við eitt nú kerv­inum orsøk til nógv høv­ uðbrýggj, og mangan skulu fyritøkur brúka risastóra upphæddir fyri at fáa veitarar at fáa KT-viðurskiftini í rætt­lag. Stendur tað til KT- fyritøkuna Elektron fer hetta tó skjótt í søguna, tí fyritøkan bjóðar nú áhugaðum fyri­ tøk­um og stovnum eina full­ komna KT-loysn, ið ger, at Elektron tekur sær av øll­um KT-viðurskiftum hjá kund­ anum. Slepp undan stríðnum Fullkomna KT-loysnin, sum Elektron bjóðar við­ skifta­fólkum sínum, er tann sonevnda CITRIX-skipanin. Skipanin er bygd upp so­leiðis, at talan er um eina loysn, har ein fyritøka ella stovnur heilt kann sleppa undan at hava stórvegis av KT-útgerð í hølunum hjá sær. Tað einasta, ið fyritøkan hevur fyri neyðini at hava, eru nakrar arbeiðsstøðir. Harvið ber til hjá fyritøkum at sleppa undan øllum tí stríði, sum flestallir fyritøkur hava havt av KT-útbúnaði. – Um tú keypir CITRIX- loysnina frá okkum, taka vit okkum av øllum tí vanliga viðvíkjandi viðlíkahaldi, trygd og uppgradering av for­rit­um. Um nakrir tekn­ isk­ir trupulleikar eru, so taka okkara fólk sær av hes­um. Somuleiðis sleppur fyritøkan undan at hava kostn­aðarmiklar ambætarar, har øll dáta og annað verða goymd, tí í sambandi við CITRIX-loysnina, kann alt goymast á ambætaranum hjá okkum, greiðir Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elek­tron frá. Minkar um útreiðslurnar Reint tekniskt merkir hetta, at starvsfólkini hjá eini fyri­ tøku, ið er knýtt at CITRIX- skipanini, bert hava eina far­ teldu í part. Ikki er neyðugt at hava stór og tung forrit liggjandi á telduni sjálvari, tí hesi kunnu ístaðin goymast á ambætaranum hjá Elektron. Hetta ger sjálvsagt, at fyri­ tøkur sleppa undan at gera risaíløgur í KT-útgerð, og samstundis er heldur ikki neyð­ugt at hava KT-fólk í starvi. Alt í alt kann tað merkja eina munandi sparing fyri fyri­tøkuna. – Somuleiðis vita vit øll, at teldur og telduútbúnaður tekur nógv pláss úti í teimum einstøku fyritøkunum, og harumframt gevur hetta nógv­an larm og hita frá sær. Hesum sleppur fyritøkan sjálv­sagt undan, um hon vel­ur CITRIX-loysnina, har vit goyma øll dáta, forrit og stýris­skip­an­ir á ambæt­ar­ anum hjá okkum, sigur stjór­ in á Elektron. Mobilt arbeiðspláss Umframt fyrimunirnar við minni íløgum í KT-útbúnað, er CITRIX-skipanin eisini ein loysn, sum ger tað ógvu­ liga fleksibult hjá fólki at arbeiða. – CITRIX er nevnliga so­leið­is uppbygd, at tú kanst knýta teg í skipanina uttan mun til hvar í heiminum, tú ert staddur, greiðir Niels Christian Nolsøe frá. Hann leggur afturat, at tá ið eitt starvsfólk hjá fyritøkuni, sum er í CITRIX-skipanini, tendrar telduna hjá sær, fer persónliga goymslan av dáta hjá viðkomandi, ið verða goymd á ambætaranum hjá Elek­tron, í gongd, og brúk­ar­ in fær sín egna skíggja fram, sjálvt um hann ikki situr við sítt egna skrivaraborð. – Men hóast henda mobili­ tet, so eru tíni dáta altíð trygg, tí tey verða krypter­ aði, og tað er bert tann ein­ staki brúkarin og eigarin av sjálvum dátunum, ið kann fáa fatur á teimum aft­ur, sigur Niels Christian Nolsøe. Hann leggur afturat, at hóast øll dáta verða goymd í ambætaranum á Elek­tron, so ber ikki til hjá starvs­fólk­ unum á KT-fyritøkuni á nakran hátt at fáa fatur á hes­ um dáta, tí tey eru tryggjaði, soleiðis at bert tann, ið eigur dátaini, hevur atgongd til tey. Fleiri hava longu ognað sær CITRIX Elektron hevur longu nú selt nøkrum fyritøkum CITRIX-skipanina, og tær afturmeldingar, ið Elektron fær, eru ógvuliga jaligar. Men á Elektron bæði vóna og vænta tey, at tað í framtíðini fara at verða enn fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar, ið fara at gera gagn av skipanini. – Hetta er ein skipan, ið kann gera alt tað trupla og rakstrartunga KT-øki nógv lættari og bíligari, og tí eru vit á Elektron sannførd um, at fleiri og fleiri fyritøkur í Føroyum fara at nýta skip­ anina, sigur Niels Christian Nolsøe. Eitt stig á leiðini at gera CITRIX-skipanini betur kenda her á landi verður at kunna um hana á KT-stevnuni í Norðurlandahúsinum hós­ dagin og fríggjadagin. KT-fyritøkan Elektron: – Vit bjóða fullkomna KT-loysn Í fjør hevði Elektron stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum í sambandi við 40 ára dagin hjá fyritøkuni. Nú fara Niels Christian Nolsøe, stjóri og hansara fólk aftur ein túr í Norðurlandahúsið, har fyritøkan fer at greiða frá um áhugaverdu CITRIX-skipanina. Mynd: Jens Kr. Vang Nøkur fakta um hýsing: Ambætarar í serliga tryggum umhvørvið hjá Elektron. Eftirlit við ambætarum. Trygdaravrit altið gjørd og goymd á serliga tryggum stað á Elektron Spegling av dátabasugoymslu og/ella fílgoymslu Systemdagføringar skulu bert gerast á einum stað Kundatænasta sum altíð kann ringjast til Góðkendt IBM verkstað til viðlíkahald av tólbúnaði Nøkur fakta um Citrix og klæna viðskiftaran: Ongin røriligur lutur í klæna viðskiftaranum Bert grundleggjandi ritbúnaður á viðskiftaranum Brúkara ritbúnaður koyrir á miðsavnaðum ambætarum Klæni viðskiftarin hevur onga goymslu, tí kunnu ongi skaðilig vira ella forrit goymast á honum Brúkari kann fara á allar teldur á arbeiðsplássinum, og fáa sín egna skýggja fram Brúkarasupport munandi lættari og skjótari Tað er lættliga møguligt at blanda klænar viðskiftarar og vanligar teldur ella farteldur saman Við klæna viðskiftaranum er íløgan minni, og raksturin bíligari FAKTA