Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 75 - 19. apríl 2006 Júst nú arbeiða tey á Elektron og Kalli við at samansjóða fólk, førleikar og tænastur, sum skulu seta nýggju fyritøkuna Føroya Breiðband ovast á KT-Føroyakortið “Hetta er eitt livandi dømi um, at fyritøkur kunnu vinna meira við at lata vald frá sær”. Orðini eigur Bjarni A. Bjarna­son, sum seinnu árini hevur stýrt, bankað og trýst telefyritøkuna Kall fram á føroyska marknaðin. Bjarni og hansara fólk hava eftir fimm árum vunnið ein støðugt størri part av føroyska “monopolmarknaðinum”, ið Kall-stjórin skýrir føroyska telemarknaðin. Stríðast móti monopoli Um fáar vikur fer Kall alment inn í eitt spildurnýtt skeið í stuttu søguni hjá fyritøkuni, og eitt av málunum er at loysa føroysku brúkararnar sum mest burtur úr køvandi monopolstøðuni. Hetta skal gerast gjøgnum Føroya Breiðband. Tað er nýggja fyritøkan hjá Kalli og føroyska KT-risanum Elektron, sum hevur sítt egna tráðleysa breiðbandsnetverk WiMax. Júst hetta við neti­ num, er ein máti at geva stóra kappingarneytanum, sum framvegis eigur koparið niðri í føroysku moldini, kapping til strikuna. At sleppa undan altíð at keypa seg inn á netið hjá einum kappingarneyta boðar frá nýggjum tíðum, øktari kapping og betri tilboðum til føroyskar telekundar. Tráðleysa netið hjá Føroya Breiðbandi er m.a. áhugavert, tí tað er skjótt at seta upp og gerst helst framtíðarinnar mobila breiðbandssamband. Flestu mobilu samskiftistól – bæði fartelefonir, farteldur og eisini bilar – kunnu í næstu framtíð væntast at fáa innbygdan WiMax-móttak­ ara. “Men Føroya Breiðband er so nógv annað enn hetta at flyta bit frá A til B”, sigur Kall-stjórin, sum eisini er nevnd­arlimur í nýggju fyri­ tøkuni. Blanda blóð Eins og víkingarnir í forðum blandaðu blóð sum tekin um brøðralag og sterkt samstarv, eru Kall og Elektron í hesum døgum í tøttum samstarvi, ið skal fáa Føroya Breiðband væl frá byrjan. Fólk, førleikar og tænastur verða samansjóðaðar í eina væl virkandi heild, og tað verður m.a. gjørt í tvør­ fak­ligum arbeiðsbólkum. Teknikkurin skal fáast at spæla saman, søluapparatið skal innstillast, og nýggja fyritøkan skal loksins eisini “brandast”, sum tað nevnist á marknaðarførslumáli. Tað er m.a. í brandingini, at munurin millum Føroya Breiðband og kappingarneytarnar kemur serliga væl til sjóndar. “Vit kunnu siga, at í løtuni verða tvær ymsar mentanir úr tveimum ymsum fyritøkum smeltaðar saman. Tað er stríggið men sera spennandi arbeiði, ið fer at styrkja okk­ um væl, sum frá líðir”, sigur Bjarni A. Bjarnason. Sameindar kreftir Á altjóða marknaðinum síggj­ ast at kalla dagliga fusiónir og aðrar samanleggingar av fyritøkum, ið síggja fyri­ munirnar við at sameina kreftirnar. Ein hin best kenda samanrenningin er hon millum Ericsson og Sony, ið hevði sum úrslit eina sterka nýmótans fyritøku við vørum og tænastum, ið brúkararnir veruliga hava tikið til sín. Uttan samanbering annars er samanrenningin millum Elektron og Kall í Føroya Breiðbandi eisini full av møguleikum. Elektron, sum man vera sjálv ímyndin av KT-trygd og áliti, kemur m.a. inn í samstarvið við umleið 30 ára royndum á netverksøkinum. Fyritøkan, sum í sínari tíð var á odda, tá P-talið varð sett í verk, og sum hevur sín lut í, at skatturin kemur væl í landskassan, hevur stýra styrki, tá tað kemur til hosting og KT hjá sera ymsum fyritøkum. Kall er hinvegin tann unga, framfýsna og kreativa fyritøkan, ið meira enn aðrar fyritøkur hevur fulla ferð á sínum virksemi. Atljóða transmissión og IP-telefoni eru millum styrkirnar hjá Kalli. Lítið hugflog skal til at síggja, at hesar fyritøkurnar í Føroya Breiðbandi saman kunnu gerast sera sterkar. “Í Føroyum fara vit helst at síggja fleiri samanrenningar av hesum slagnum. Færri og størri eindir kunnu taka við størri avbjóðingum og soleiðis økja um virksemið og inntøkurnar”, sigur Bjarni A. Bjarnason. Við síni nýggju CMS- skipan, ið teir rópa Sansir.net, ætlar Sansir sær nú út á heimsmarknaðin KT-vinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sansir hevur lagt stóran dent á, at skipanin, sum fyri­tøkan hevur arbeitt mið­ víst við í eini tvey ár, er so brúkaravinarlig sum gjørligt, og at tað ikki krevst stórur KT-førleiki til tess at arbeiða við skipanini. Framman fyri aðrar CMS-skipanir Sansir.net kann tillagast til ymisk sløg av brúkarum, og hetta hevur millum ann­ að við sær, at tað kann til­ lagast, hvørjar møguleikar ein brúkari hevur við skip­ anini. – Tað er býtt upp í tvey brúk­aramóti, nevnliga easy og advanced. Brúkaramótið easy er sera lætt at brúka, og tað krevst sera lítil KT- kunnleiki fyri at arbeiða í skip­anini sum easy-brúk­ ari. Hinvegin gevur brúk­ ara­mótið advanced nógv fleiri møguleikar, og tað er eisini ógvuliga framkomið. Advanced er fyrst og fremst ætlað umsitarum og øðrum, ið hava meiri umfatandi upp­gávur enn tey flestu, greiddu tey á Sansum frá á tíðindafundi fyrr í vikuni. Tey á Sansum halda, at nýggja skipanin hjá teimum er so mikið brúkaravinarlig og einføld, at Sansir.net er framman fyri aðrar CMS- skipanir. Tí ætlar Sansir sær á heimsmarknaðin við skipanini. Hetta verður mill­ um annað gjørt við at lata upp deild í Keypmannahavn seinni í ár, og uppgávan hjá hesi deild verður fyrst og fremst at gera vart við Sansir.net uttanlands. Á KT-stevnuni í Norður­ landahúsinum fer Sansir at vísa fram nýggju Sansir.net skipanina. Sansir vil á heimsmarknaðin Tór Verland Johansen er eitt av fólkunum hjá Sansum, ið hevur arbeitt nógv við nýggju CMS- heimasíðuskipanini Mynd: Jens Kr. Vang Elektron og Kall blanda blóð Júst nú arbeiða tey á Elektron og Kalli við at samansjóða fólk, førleikar og tænastur, sum skulu seta nýggju fyritøkuna Føroya Breiðband ovast á KT-Føroyakortið. Sjálvi siga tey, at tey nú blanda blóð