mikudagur 19. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 19. apríl 2006
25
Frá fyrsta degi
hava vit havt eina
globala vøru á einum
globalum marknaði.
Tí eru vit sloppin
undan fleiri av trupul
leikunum, sum
kappingarneytarnir
stríðast við í altjóða
gerðini, sigur føroyski
stjórin á Bullguard,
Heini Zachariassen.
Í kapping við altjóða
risar sum Norton
Internet Security,
er felagið vaksið við
rúkandi ferð. Eitt
úrslit, sum nú hevur
sett Heina á listan
yvir mest evnaríku
vinnulívsfólkini
í Danmark Heini
Zachariassen verður
við á KT-stevnuni í
Norðurlandahúsinum
Vinnulívsmaður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um føroyingar hava áhuga
í at hoyra frá einum lands
manni, sum veruliga hevur
gjørt seg galdandi í donsk
um KT-vinnulívi, so er at
lurta eftir hoyvíkingunum
Heina Zachariassen, sum
á KT-stevnuni fer at halda
fyrilestur fyri áhugaðum.
Pílurin hjá hoyvíkinginum,
sum nú býr í Kastrup, hevur
at kalla bert peiggjað beint
uppeftir, síðani skúlagongdin
var liðug fyri níggju árum
síðani. Hansara Curriculum
Vitae er kanska ikki so vítt
fevnandi – eina BA innan
handil og fýra starvssetanir.
Men hóast nógv ivaleyst
kunnu vísa longri útgávur
av slagnum fram, so má
uppgangandi stigin sigast at
vera imponerandi. Somikið
imponerandi, at hann í dag
verður mettur sum ein av
komandi kanónunum innan
danskt vinnulív.
Fyrilesturin hjá Heina
verður kanska tann mest
áhugaverdi fyri føroysk
KT-fólk. Í stuttari viðmerk
ing sigur Heini, at hann í
hugtakinum ‘gloymi heima
marknaðin’, sum er heitið á
fyrilestrinum, leggur dent á,
at um vit ætla at kappast við
fyritøkur uttanlands, mugu
vit serkunna okkum innan
eitt øki. Í Danmark er vanligt
at byrja at selja skipanir á
heimamarknaðinum fyri
síðan at fara uttanlands við
loysnunum:
– Men hetta ber ikki til í
Føroyum, tí marknaðurin er
alt ov lítil til serkønar kt-fyri
tøkur. Um vit ælta okkum
uttanlands, mugu vit frá
fyrsta degi hyggja úteftir og
gloyma heimamarknaðin,
sigur Heini Zachariasen.
20-faldað starvs
fólkatal
Tað er í øllum førum niður
støðan hjá Berlingske
Nyhedsmagasin, sum í eini
serligari silvurútgávu í dag
setir nøvn á tey 100, sum
blaðið metur hava størst
potentiali at røkka heilt upp
á ovastu tindarnar. Einasta
treytin fyri at vera millum
hesi 100 er navnabrævið,
sum í mesta lagi skal vera
35 ára gamalt. Í aðrar mátar
eru tað úrslitini – og einki
annað – sum telja.
– Orsøkin til, at eg eri
komin við í hendan hópin, er
fyrst og fremst hon, at nevnd
arformaðurin í Bullguard,
har eg starvist, hevur skotið
mítt navn upp fyri blað
num. Eg varð so uppringd
ur av teimum, og eftir eina
samrøðu, sendi eg teimum
mítt CV. Og so hava tey á
blaðnum gjørt av, at hetta
var nóg mikið, sigur Heini
sjálvur um heiðurin, sum ein
slík nominering er.
Men hvørji eru so úrslitini,
sum hava prógvað rættleikan
í hesi avgerð?
– Eg gangi bara útfrá, at
tað er vøksturin í fyritøkuni
hjá okkum, sum hevur gjørt
tað. Tá eg gjørdist partur av
Bullguard fyri fýra árum síð
ani, vóru vit tríggir mans í
starvi. Í dag telur fyritøkan
60 fólk, og higartil hava
vit á hvørjum ári tvífaldað
umsetningin. Nakað sum
aftur er málið í ár, staðfestir
hann.
Og leggja vit afturat, at
hesin vøkstur er komin í
knallharðari kapping við
altjóða risar sum eitt nú Nort
on, so skerst ikki burtur, at
talan er um imponerandi
avrik higartil.
»Born global«
Hóast persónurin í horninum
framvegis tykist vera júst
tann sami hoyvíkingurin,
sum grannarnir við Nicolaj
Mohrs gøtu munnu minnast
frá barnaárunum, so skerst
ikki burtur, at talan er um
ein sera málrættaðan vinnu
lívsmann.
Ofta verður tikið til, at
bestu úrslitini verða rokkin
við sera einføldum arbeiðs
hættum, og spurdur, stað
festir Heini, at tað sum so
ikki liggur nakað loyndarmál
handan úrslitini hjá sær og
Bullguard.
– Persónliga haldi eg,
at tað hevur eydnast mær
sera væl at finna góð fólk.
Fólk, sum eg havi lætt at
samstarva við, og sum tað
eisini hevur eydnast mær
at motivera til at fremja ein
góðan innsats.
– Tosar tú um fyritøkuna
hjá okkum, so er okkara
størsti fyrimunur helst, at
vit eru globalir allan vegin
ígjøgnum. Verður tosað
um virus-verjur, so er allur
heimurin ein marknaður, og
hetta ásannaðu vit alt fyri
eitt. Tí er okkara framleiðsla
ikki býtt upp í heima- og
útflutningsmarknað, sum
hann er tað hjá fleiri øðrum.
Sjálvur plagi eg at siga, at
hóast fleiri fyritøkur hava
ein útflutningsstjóra, so havi
eg framvegis ikki ánilsi fyri,
hvat ein slíkur ger!
– Skal tað lýsast sum eitt
hugtak, so haldi eg, at hetta
verður sera væl gjørt í eini
uppgávu, sum ein bólkur
av lesandi gjørdi um Bull
guard. Tey skrivaðu, at vit
vóru »Born Global«, og
tað er júst tað, sum vit eru.
Tá vit frá fyrsta degi hava
verið globalir, eru vit eisini
slopnir undan nógvum av
teimum umleggingum, sum
fleiri fyritøkur stríðast við
í dag.
– Eisini á starvsfólkaøki
num eru vit globalir. Ofta
verður tað tikið illa upp, tá
arbeiðspláss verða flutt av
landinum, men heldur ikki
her hava vit havt trupulleikar.
Vit gjørdu tíðliga av at
stovna eina menningardeild
í Bucharest í Rumenia. Hetta
tí vitunarstøðið innan KT er
høgt her, samstundis sum
lønarkostnaðurin er munandi
lægri, enn hann er í eitt nú
Danmark.
– Hartil hava vit eisini
eitt sera globalt produkt,
sum ikki krevur tær stóru
broytingar, tá tað skal nýt
ast í ymsu londunum. Tað
ræður sum so bert um at
gera brúkaraleiðbeiningar
og brúkaraflatu á málinum
hjá brúkarunum. Og tað
er so eisini nakað, sum vit
støðugt hava lagt okkum
eftir. Soleiðis eru pakkarnir
hjá okkum í dag at fáa á 15
ymiskum málum, og nú vit
hava gjørt serstaka útgávu
til fartelefonir, hevur hend
an frá byrjan 28 ymisk brúk
aramál.
Fartelefonir
næsta hittið
Júst marknaðurin við virus-
verjum til fartelefonir er
nakað, sum Heini sjálvur
sær sera stórar møguleik
ar í komandi árini. Møgu
leikar, sum eisini eiga at
verða troyttir, um felagið
áhaldandi skal røkka sínum
»benchmark« um at tvífalda
søluna á hvørjum ári.
– Fartelefonir eru longu
nú í ferð við at líkjast einum
veruligum PC alt meira.
Samstundis er marknaðurin
í dag soleiðis háttaður, at
talan bert er um tveir ymsar
platformar, sum tykjast
vinna allan marknaðin. For
treytin fyri at eitt virus-álop
veruliga kann gera um seg,
er júst standardisering. Og
tí meta vit heilt avgjørt,
at marknaðurin um heilt
stutta tíð fer at eftirspyrja
okkara produktum á hesum
marknaðinum, sigur altso
føroyska ískoyti til bólkin av
ungum stjørnuskotum innan
danskt vinnulív.
Errin og fegin
Tað er nú ein vika síðani, at Heini sjálvur varð kunn
aður um, at hann er millum tey 100, sum eru útvald til
sonevndu talent-jagtina hjá Berlingske.
Tí hevur hann líka sum havt møguleika at venja seg við
tankan, og hann viðgongur blankt, at hann er sera fegin
um tað viðurkenning, sum liggur í hesum.
– Tað prógvar í øllum førum, at eg havi rokkið nøkrum
málum higartil. Samstundis gevur tað sjálvsálit, tí eg eri
hóast alt bara 33 ár. Soleiðis skuldi eg enn havt nógv
góð ár eftir í mær, og í so máta kann hetta bara geva
íblástur.
Men er eitt slíkt herðaklapp ikki eisini nakað, sum tú
kanst brúka á tínum visit-kortið, tá nýggjar kontaktir
skulu skapast í framtíðini?
– Tað kann tað helst verða í ávísum førum. Men tað,
sum eg fegnist mest um, eru reaktiónirnar, sum hetta
hevur avleitt millum tey, sum eg kenni. Tá eg havi sagt
familju og vinum frá, at eg verði nevndur í hesum høpi
fríggjadagin, hava øll svarað mær positivt. Orð sum
»hetta hevur tú uppiborið« og »tað gleðir meg virkeliga«
eru kanska tað, sum eg eri mest glaður um í hesum.
Serstakliga, tá tey eru komin frá fólki, sum standa mær
nær, sigur framvegis jarðbundni hoyvíkingurin.
-mørk
Vit hava bara ein marknað
Navn:
Heini Zachariassen
Føddur:
20. juli 1972
Hjúnastøða: Giftur Maibritt Zachariassen
Børn:
Barbara (8 ár), Bastian (5 ár) og Paula (6 mðr.)
Útbúgving
1991
Avlærdur í Fossbankanum
1994
HH-prógv í Havn
1997
BA í handilsumsiting á Handilsháskúlanum
á Vestursælandi
Starvsroyndir
1997-2000 Annar av eigarunum av Ecperience I/S -
programmering og webdesign
2000-2002 Ein av stovnarunum og IT-ovasti á Virus112
A/S. Virus112 A/S varð í desember 2000
selt til EuroTrust
2002-2006 Stjóri á Bullguard Ltd.
2006-
Forstjóri á Bullguard
FAKTA UM HEINA
www.bullguard.com
Bullguard varð stovnað av Morten
Lund og Theis Søndergaard í 2001.
Visjónin hjá teimum báðum var at
skapa eina vøru, sum kundi verja
brúkaran á alnetinum. Fokus-
bólkurin var frá byrjan breiðbands
kundin, sum alla tíðina situr á netin
um, og sum soleiðis støðugt er hótt
ur av virus, hackarum og sonevndu internet-ormunum.
Vøruskráin fevnir í dag um fýra kjarnuøki. Virus-verjur,
Firewalls, Spam-filtur og On-line backup. Hartil er felagið
júst komið á marknaðin við serligari virus-verju til
fartelefonir.
Heini gjørdist partur av fyritøkuni í 2002. Hetta var um
sama mundið, sum fyrsta útgávan av Bullguard varð send
á marknaðin. Longu árið eftir hevði felagið fleiri enn 3 mió
brúkarar. Talið av brúkarum veðrur í dag mett til 15 mió.
Felagið hevur í dag 61 fólk í starvi. Av hesum starvast 42 í
Rumenia, 15 í Danmark og 4 í London, har felagið eisini er
skrásett.
FAKTA UM BULLGUARD
Føroyski stjórin