mikudagur 19. apríl 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 75 - 19. apríl 2006
Spildur nýggj fíggj
arstýring er nú kom
in frá Com-Data.
LUNDIN er nú kom
in í heilt nýggjari
Windows útgávu og
eitur nú LUNDIN til
Windows
KT-menning
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Com-Data er ein tann elsta
KT fyritøkan í landinum og
hevur alla tíðina lagt stóran
dent á at menna føroyskar
KT loysnir.
Com-Data er óivað mest
kent fyri sínar fyrisitingar
ligu loysnir, so sum Lundin,
Lønarskipan, Klokkuskip
an o.s.fr. umframt fram
leiðsluskipanir til virkir og
skip. Eisini hevur fyritøkan
gingið á odda, tá tað snýr seg
um sporføri í fiskivinnuni.
Á marknaðinum
í 26 ár
Tað er eingin loyna, at
Lundin er mest nýtta fíggjar
stýringsskipan í Føroyum við
uml. 450 seldum eintøkum.
Um brúkarar verða taldir við,
kemur talið upp á eini 1.500
brúkarar, og tað er lutfalsliga
eitt sera høgt tal.
Lundin er eisini ein tann
elsta skipanin av sínum slag,
tí tað eru heili 26 ár síðani, at
fyrsta útgávan av skipanini
kom á marknaðin. Hesi 26
árini er skipanin ment nógv
so líðandi.
Nakrar av teimum størstu
fyritøkunum í landinum
nýta Lundan og hava gjørt
tað í fleiri ár. Men kravið til
fíggjarstýring, og at skipanin
skal koyra í Windows, gjørdi
at Com-Data Pf. fyri skjótt
tveimum árum síðani byrjaði
menningina av nýggja Lund
anum til Windows, sum altso
nú er klár.
Varðveita tað einfalda
Tað hevur alla tíðina verið
raðfest høgt, at tað einfalda
frá gamla Lundanum skuldi
varðveitast, og serliga bóking
skuldi fara fram á sama hátt,
sum tað altíð hevur gjørt í
skipanini.
Hjá Com Data siga tey, at
allir brúkararnir av gomlu
skipanini fara at kenna seg
aftur í nýggju skipanini, og
fyritøkan er sannførd um, at
brúkararnir verða hugtiknir
av nýggju Windows-útgáv
uni av Lundanum.
Fyri at varðveita tað ein
falda er bert ein kontolisti.
Nú er rakstur, status, skuld
arar og ognarar meira
atskild. Ein konto hevur
nú ein status, ið avgerð um
kontoin er rakstur, status,
skuldari ella ognari.
Kontolistin kann í dag
bólkast uppá fleiri mátar á
skerminum, og hetta gevur
sera góðar møguleikar at
nýta hann til debitor røkt.
Til ber at skráseta telefon
samrøður á eina konto, og
eisini at fáa eitt kontoavrit
í PDF format, sum síðani
kann sendast við t-posti til
móttakara.
Lundin hevur nú eisini
samlikonti fyri skuldarar og
ognarar í status. Í dag koyrir
skipanin uppá dagfesting,
men hevur eisini varðveitt
møguleikan fyri tíðarskeið.
Lundin nýtir kassakladdur,
ella skuffur, sum tað verður
nevnt á Lunda máli.
Somuleiðis hevur skipanin
eisini varðveitt møguleikan
fyri at rætta og heilt at strika
bókingar, men hetta er bert
galdandi fyri bókingar, ið
liggja í kassakladduni /skuff
uni. Um bókingar verða strik
aðar í høvuðs journalini,
verða rættingarnar goymdar í
bakgrundini, og kann síggjast
av t.d. grannskoðara. Tær
strikaðu bókingarnar koma
tó ikki við á kontoavriti.
Tað er eitt ávíst sporføri
í skipanini eisini, tí allar
bókingar verða loggaðar við
dato, klokku og brúkara.
Fíggjarætlan
Lundin til Windows hevur
nú víðkaðar møguleikar
til at leggja fíggjarætlan.
Fíggjarætlanin kann deilast
uppá mánaðir. Við einum
framkomnum web-moduli
til fíggjarætlan, kann ein
frá internetinum síggja
fíggjarætlanina fyri alt árið
og samstundis síggja allar
bókingar, sum hoyra til eina
ávísa konto.
Heimagreiðslan/bankin
hevur lætt sera nógv um
hjá brúkarum, tá flytingar
skulu gerast úr Lundanum,
ella tá lønarflytingar verða
gjørdar við Lønarskipanini.
Av somu orsøk er hetta ein
náttúrligur partur av nýggju
skipanini, og flytingar kunnu
til dømis gerast, so hvørt
ein bókar eina rokning og
seta gjaldkomudag inn fyri
flytingina.
Web-modul (internet)
Fíggjarstýring krevur gott
yvirlit og lætta atgongd til
lyklatøl, og tað er her at
web-modulið í Lundanum
kemur inn. Web-modulið
er eitt sera hent amboð hjá
stjóra og fíggjarleiðara. Við
einum internet kagara er
tað sera einfalt at fáa eina
heildarmynd av rakstri og
fíggjarstøðu í fyritøkuni.
Fíggjarleiðarin
kann
eisini geva øðrum atgongd
til partar av t.d. rakstrinum.
Hetta verður gjørt við at
stovna brúkaranavn og
loyniorð til brúkaran. Hetta
ger, at deildarleiðarar, stovns
leiðarar og onnur kunnu
fylgja við í teimum konti,
ið hoyra undir teirra øki, og
harvið hava eitt neyvt eftirlit
við fíggjarligu gongdina.
Hjá Kommunum er sera
hent at geva t.d. skúlastjóra
atgongd til allar konti, ið
hava við skúlan at gera. So
hvørt sum bókað verður, sær
skúlastjórin sína fíggjarstøðu
á skerminum. Skúlastjórin
kann eisini síggja allar
fakturar grafiskt, ella í PDF
formati.
Møguleiki er eisini at geva
einum kunda atgongd til sína
egnu konto, og hann kann
síðani sjálvur taka sær eitt
kontoavrit fram á skermin,
og kann eisini síggja allar
fakturar, sum eru bókaðar
upp á hann.
Excel koyrir saman við
Lundanum. Møguleiki er
eisini at fáa saldolista við
fíggjarætlan yvir í Excel,
og sett upp í Pivot tabell.
Við hesum eru góðir møgu
leikar at arbeiða víðari við
roknskapartølum.
Lønarskipanin koyrir bein
leiðis saman við nýggja Lund
anum, og allar lønarbókingar
kunnu enda í bókhaldinum,
deilt uppá arbeiðir, um hes
um møguleikin verður nýttur
í skipanini.
Umlegging
Allar bókingar frá gamla
Lundanum verða førdar
yvir til nýggja Lundan til
Windows. Tað er tí sera
einfalt at byrja við nýggja
Lundanum til Windows. Tað
ber til skifta mitt í einum
mánað um ein ynskir tað.
Bókingar frá Navison og
øðrum skipanum kunnu
sjálvsagt eisini lesast inn í
Lundan til Windows.
Tænasta gjøgnum
breiðband
Tað góða samskifti, gevur
okkum sera góðar møgu
leikar at veita tænastu gjøg
num internetið.
Tað tekur okkum minni
enn eitt minutt at fáa sam
band til eina og hvørja
teldu, sum hevur internet
samband.
Hetta gevur okkum møgu
leika at dagføra skipanir og
veita vegleiðing og hjálp
beinanvegin tørvur er á tí.
Nú er ikki sami tørvur fyri at
seta seg í ein bil og koyra út
til kundan fyri at gera somu
tænastu. Hetta sparir bæði
tíð og pengar fyri kundan.
LUNDIN til Windows
verður at síggja á KT-2006
LUNDIN til Windows
Heini Hansen, sølustjóri hjá Com Data, er sera spentur uppá,
hvussu nýggja Windows-útgávan av Lundanum verður móttikin
Hjá Com Data í Klaksvík
hava tey nú ment gamla
”bestseljaran” hjá sær,
Lundan, soleiðis at forritið nú
eisini er í Windows-útgávu
Mynd. Alvin Ellebye Andersen