mikudagur 19. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 • mikudagur • 19. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
SÍF rundar 100
Tað eru í ár liðin 100 ár,
síðan Sandavágs Ítrótt
arfelag, SÍF, varð stovnað.
Felagið hátíðarheldur
føðingardagin við ymsum
tiltøkum gjøgnum árið.
Tað fyrsta verður leyg
ardagin 22. apríl.
Tá skipar Sandavágs
Ítróttarfelag fyri serligum
ítróttardegi á og kring
ítróttarøkið á Valloyruni.
Á skránni eru eldri
og nýggjari spøl, eins
og
ítróttarkappingar
verða millum eldri sum
yngri ítróttarfólk. Fyri
reikararnir leggja dent á,
at tiltakið er alment, bæði
bygdar- og avbygdarfólk
eru hjartaliga vælkomin
at luttaka ella bara hyggja
at og hugna sær.
Lagt verður fyri við
morgunmati fyrrapartin,
og síðan byrja kappingar
og spøl og halda á til út á
seinnapartin.
Nógv á skránni
SÍF ger nógv burtur úr
degnum leygardagin,
og skráin fyri tiltakið er
hendan:
Kl. 10:00: SÍF bjóðar
morgunmat í SÍF-hús
inum – øll eru hjartaliga
vælkomin!
Kl. 11:00: Ítróttarfólk frá
fimti- og sekstiárunum
ganga skrúgongu frá
SÍF-húsinum og umvegis.
Gamlaveg oman á hond
bóltsvøllin
Kl. 11:30: Hondbóltsdyst
ur millum Søljugentur frá
fimti- og sekstiárunum
Kl. 12:30: Fótbóltsdystur
millum SÍF leikarar frá
fimti- og sekstiárunum
Kl. 13:30: Ymiskir ítróttar-
og frítíðaraktivitetir fyri
øll á Valloyruni, m.a.
• gjarðarrenning
• kasta kongar
• lakka paradís
• lofta við bóltum
• hoppa band og elastik
• rógva við
rógvimaskinu
• kasta og skjóta í
mál (ferðmátari mátar
skotstyrkina)
• Petanque (kúluspæl)
• “Melda kríggj”
• “Hávurin kemur”
Kl. 15:30: SÍF tiltakið
endar
Forsetin fyri Olymp
isku nevndina hevur
sent Ítróttarsambandi
Føroya skriv, har
hann boðar frá, at
Føroyar ikki kunnu
fáa limaskap í IOC,
fyrr enn Føroyar eru
blivnar stjálvstøðugt
land. ÍSF-forsetin
ætlar sær als ikki at
góðtaka svarið
Olympiskir leikir
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ítróttarsamband Føroya fekk
nú um dagarnar skriv frá
forsetanum í International
Olympic Committee, Jaq
ues Rogge, har hann avvísir
føroysku umsóknini um
limaskap í Olympisku leik
unum.
Jaques Rogge sigur í skriv
inum, at Føroyar og Grøn
land kunnu ikki sleppa við
til Olympisku leikirnar, fyri
enn tey eru blivin sjálvstøðug
lond.
– Hetta skrivið tykist
verða heldur løgið, tí vit
hava als ikki biðið um nak
að úttalilsi frá Jaques Rogge.
Vit hava umvegis danska
mentamálaráðharran biðið
um ein fund við IOC um
okkara umsókn um limaskap,
men nú fáa vit alt í einum
hetta skrivið frá honum,
sigur Heðin Mortensen, for
seti í ÍSF.
– Eg ælti mær ikki at góð
taka hetta svarið, og vit fara
at viðgera skrivið frá Rogge
á næsta stjórnarfundi í ÍSF,
sigur hann.
Vilja ikki flokkast
saman við Grønlandi
Føroyar sendu fyrst í áttati
árunum umsókn um limaskap
til IOC. Hetta var áðrenn
felagsskapurin staðfesti, at
bert sjálvstøðug lond sleppa
við til Olympisku leikirnar.
Síðani hava Føroyar tvíhildið
um hesa umsókn, sum ongan
tíð er endaliga svarað øll
árini síðani.
Seinastu tíðina hevur
ÍSF roynt at skunda undir
viðgerðina av umsóknini,
og umvegis danska menta
málaráðið hevur ÍSF roynt
at fingið fund í lag við leiðsl
una í IOC.
Føroyar hava eisini staði
liga viðmerkt, at tær vilja
ikki flokkast saman við
Grønlandi í hesum saman
hanginum, tí Føroyar eru í
heilt aðrari støðu enn Grøn
land.
– Okkara umsókn er frá
fyrst í 80’unum, og vit hava
fingið limaskap í øllum
øðrum aljtóða ítróttarfelags
skapum síðani. Tað er bara
IOC, sum ikki hevur givð
okkum limaskap enn, sigur
Heðin Mortensen.
Stríðið heldur fram
Hóast ovasti leiðarin fyri
IOC nú hevur givið sína
hugsan til kennar um før
oyska limaskapin í Olymp
isku leikunum, so fer ÍSF-
forsetin ikki at gevast á
hondum.
– Vit hava ikki biðið um
persónligu meiningina hjá
Jaques Rogge, og tað er
umráðandi at leggja dent
á, at tað er ikki IOC-felags
skapurin formliga, sum
við hesum avvísir okkara
umsókn. Vit hava ongantíð
fingið eitt nei ella eitt ja
frá IOC-felagsskapinum til
okkara umsókn, sigur Heðin
Mortensen.
– Eg haldi, at Jaques
Rogge misskilir fullkomiliga
føroysku støðuna, og tað vilja
vit royna at greiða honum
frá. Vit fara at arbeiða víðari
fyri at fáa ein formligan fund
við IOC-leiðsluna um okkara
umsókn, sigur hann.
Olympiski forsetin vil
halda Føroyar uttanfyri
Danir vilja hjálpa Føroyum
Danmarks Idræts Forbund (DIF) er sinnað at hjálpa
føroyskum og donskum ítróttarfólkum við til Olympisku
leikirnar, skrivar TV2.
DIF hevur júst gjørt eina eftirmeting av Olympisku
vetrarleikunum í Torino, og felagsskapurin er sinnaður
at lurta eftir sjónarmiðum úr Føroyum og Grønlandi.
Ætlanin er, at DIF nú fer at taka fundir við føroyskar og
grønlendskar myndugleikar um málið.
– Tað skal viðgerast, um vit í størri mun skulu lata
undantøk til eitt nú føroysk og grønlendsk ítróttarfólk,
sigur Jesper Frigast Larsen, elituleiðari í DIF, við TV2.
Ovasti leiðarin fyri
Olympisku leikirnar sigur, at
Føroyar kunnu ikki sleppa við
til leikirnar, fyrr enn Føroyar
eru blivnar sjálvstøðugt land.
Harvið eru ikki útlit fyri, at
føroysk ítróttarfólk kunnu
skifta Oyggjaleikirnar út við
Olympiskar leikir, men ÍSF
æltar ikki at gevast á hondum