Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 20. apríl 2006 5 Manhattan skal vera Føroya størsta øl pubb við livandi góðsku tónleiki fimm kvøld um vikuna, og Cippo skal í nógv størri mun bjóða livandi tónleik og hvørt leygarkvøld nøkta tørvin hjá teimum 23-27 ára gomlu. Hetta eru ætlanirnar hjá nýggju eigarunum av barrini og dansistaðnum TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Herfyri keyptu menninir aft­ an fyri raksturin av Cippo, bæði Cippo og barrina Man­ hattan frá Mouldi Manai, ið sostatt fór burturúr náttar­ lívinum í Havn, ið hann hev­ ur verið við til at myndað tey seinastu sekstan árini. Tað lá longu í kortunum, tá sølan var framd, at nýggju eigaranir Rúni Djurhuus og Háldan Haldansen høvdu ætl­anir um broytingar. Hetta hóast teir ikki høvdu nakrar viðmerkingar tá. Men hetta vikuskiftið lata Cippo og Manhattan upp við nýggjum profili og stórum ætlanum. Cippo skal bjóða livandi góðsku tónleik, og góðar plátuvendarar, meðan Manhattan skal gerast størsta øl pubbin í Føroyum. Cippo við livandi tónleik Leygarkvøld á Cippo verður nú ætlað teimum 23-27 ára gomlu, greiður Rúni Djur­ huus frá. Hann sigur, at hesin bólkur í løtuni ikki veruliga hevur nakað stað at fara. Tí fer Cippo at bjóða teimum innar hvørt leygarkvøld. Her er ikki talan um eitt veru­ligt aldursmark, ið bert umfatar hendan bólk, men heldur at tónleikaprofilurin verður lagdur til rættis at passa til hendan bólk. Ein partur av hesum verður gjørt við, at livandi tónleikur við nøkrum av Føroya bestu bólk­um verður annað hvørt leygar­kvøld, harumframt spæla DJ’arnir eisini tón­ leik til henda málbólk. Leyg­ arkvøldið er tað All That Rain, ið leggur fyri. Spælistað í Tórsgøtu Fríggjakvøld verður ókeypis atgongd á Cippo, ætlanin er, at minnið royndir bólkar og bólkar, ið vanliga ikki hava møguleika at spæla á dansi­ støðum sleppa at framføra tá. Her verður altso talan um eitt slag av livepalli ella spæli­staðið um tú vilt, greið­ur Rúni Djur­huus frá. Hetta verður iva­leyst ikki hvørt fríggja­kvøld, men skiftir eitt sindur við DJ’ar. Profilurin fríggjakvøld verð­ ur eitt sindur yngri enn leyg­ ar­kvøld. Spurnar- og poolkapping Upplatingartíðirnar á Cippo verða broyttar eitt sind­ur. Cippo letur upp kl. 17 mánadag til fríggjadag, leygardag og sunnudag er opið frá kl. 14.00. Eisini mitt í viku verða tiltøk, týs­ kvøld verður Quiz Mast­er spurnarkapping við vert­in­ um James Olsen. Rúni Djur­ huus greiðir frá, at ætl­anin er, at brúka hølini og tað útgerð í er í teimum, soleiðis at t.d. ljóðspurningar og ann­ að verða partur av spurnar­ kappingunum. Hvørt hóskvøld verður pool­kapping við sera góð­ um vinningum, eitt nú uttan­ landsferðum og tílíkum. Nógvur livandi tónleikur Eisini Manhattan hevur broytt­ar upplatingartíðir. Nú verður opið øll kvøld uttan mánakvøld. Mikukvøld til sunnukvøld verður livandi tónleikur, her verður talan um góðsku tónleik, sigur Rúni Djurhuus. “Vit fara at hava stór føroysk nøvn og útlendskar trubadurar, eitt nú er avtala gjørd við tiltikna trubadurin Doc, um at koma at spæla.”, greiður Rúni frá. Hetta vikuskiftið eru tað Finnur Jensen og Høgni Reistrup, ið fara á pall­in fríggjakvøldið og leyg­ar­kvøldið. Hetta er síðsta kon­sertin hjá teimum báðum, áðrenn teir fara til Danmarkar, har teir búgva. Í kvøld hós­kvøldið er tað Jákup Dam spælir, ið spæl­ ir. Fyrireika seg til HM HM í fótbólti stendur fyri durum. Manhattan og Cippo hava fyrireikað seg til hetta, og ætla at vísa tveir í senn undir HM, ein dyst í Manhattan og ein í Cippo. Cippo hevur frammanundan tvær stórar videokanónir, og nú eru tríggir stórir plasma skíggjar settir upp í Man­ hattan, sigur Rúni Djur­ huus. Dating.fo eitt stað har stakir føroyingar hittast Á dating.fo sleppa stakir føroyingar at leggja sína vanga­mynd og annað í royndini at hitta aðrar stakar føroyingar. Hóast tíðarætlanin, fyri nær dating.fo letur upp, er ógreið, og at tað neyvan verður við bræði, so er maðurin, ið eigur vevbústaðin, vísur í, at føroyingar eru búnir til ein tílíkan portal KT-sambond Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Heimasíðuheitið dating. fo er skrásett, og sambært manninum, ið eigur heitið Hanus Kjærbo, so er ætl­ anin at gera ein portal, har føroyingar kunnu hittast, kjatta og kanska eisini gera avtalu um at hittast í veru­ leikanum. Kollvelt sambond Alnetið hevur kollvelt sam­ veruna millum menniskju um allan heim, alt fleiri fólk koma í samband við hvør annan umvegis telduna. Longu í barnaárunum hjá alnetinum, vóru tað kjak síðurnar, ið vóru tær best umtóktu, og nógv pør kring allan heim hava funnið hvørt annað umvegis al­netið. Eitt nú var Faroese Chat eitt satt gullnám fyri alnets­kærleika fyri nøkrum árum síðan. Nú er danska heimasíðan Arto. dk sera væl umtókt millum yngru føroyingarnar. Í Danmark hevur heima­ síðan dating.dk síðan 1998 voksið seg risa stóra, og telist nú millum mest van­ ligu mátarnar hjá støkum dønum at koma í samband við hvør annan. Marknaðurin er búgvin Men ber tað til, at fáa stak­ ar føroyingar at leggja sína vangamynd á ein por­ tal, ið bert hevur til enda­ máls at hitta aðrar stakar føroyingar? Hanus Kjærbo heldur, at tað ber til. Hann vísir á, at føroyingar á kjaksíðum sum faroese chat longur fyri fleiri árum síðan, byrj­aðu at skapa sambond um­vegis alnetið. Tá komu beinanvegin fleiri heima­síður, har yngru kjattararnir løgdu sínar vangamyndir, so hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi á okkara leiðum. Hanus sigur, at hann metur, tað vera júst tey yngru, ið fara at nýta síðuna dating.fo. Ikki við bræði Hanus greiður frá, at sjálvt um hann trýr, at markn­ aðurin er búgvin, so verður tað ivaleyst ikki við bræði, at dating.fo letur upp. Hann er í løtuni í ferð við aðrar verkætlanir, ið skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir henda portal. “Føroyski marknaðurin er jú ein rættiliga lítil markn­ aður, tí havi eg valt ikki at priorietera júst hetta hægst.”, sigur hann. Rekur danskar portalar Hanus Kjærbo er búsitandi í Danmark, har hann júst er liðugur við útbúgvingina sum datamatikari. Hann rekur sítt egna virkið, ið um­situr portalarnar dkjobs. dk, freelance.dk, studiejobs. dk, salgsjob.dk. Hann hevur sostatt nógvar royndir við arbeiðunum við portalum. Manhattan og Cippo við nýggjum profili All That Rain leggur fyri, tá Cippo bjóðar teimum 23-27 ára gomlu livandi tónleik