Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Í hjartanum av Havn­ ini húsast nakrar smærri fyritøkur undir somul lon, og endamálið við hesum er at menna eitt nýskapandi umhvørvi, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland Menning Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Umframt Bitland eru tað eitt nú Simprentis, Sp/f Jónsvein Joensen, Dam sp/F, Syntesa og Winit, sum húsast undir somu lon.Harumframt hava hevur advokatfelagið Hentz og sálarfrøðingarnir Ásvør Skaalum, Oddbjørg Balle og Kári Leivsson skrivstovu í Tórsgøtu. Felags fyri hesar fyritøkur er, at tær allar eru smáar, hvat viðvíkur starvs­ fólkatali. Tað er eisini ein fyritreyt fyri, at fyritøkurnar kunnu verða við í nýskapandi umhvørvinum í Tórsgøtu, sigur Ólavur Gregersen. Altíð fleiri verkætlanir í gongd Stjórin í Bitland sigur, at tað er ein styrkur at hava fleiri smærri fyritøkur undir somu lon, ið eisini gera gagn av hvørjum øðrum. – Vit hava øll ymiskar før­leikar, og í húsinum eru bæði búskaparfrøðingar, løgfrøðingar, verkfrøðingar og sálarfrøðingar. Hetta ger, at vit kunnu síggja verk­ ætl­anir, sum vit arbeiða við, frá nógvum ymiskum sjónarmiðum, og tað er avgjørt ein styrkur. Nógv kann líkjast í tí arbeiði, sum vit gera, men vit síggja trupulleikar og møguleikar við ymsum eygum, greiðir Ólavur Gregersen frá. Hann sigur, at í løtuni arbeiðir Bitland við tí máli, at tað skulu stovnast ein til tvær fyritøkur um árið, ið eru nýskapandi, og sum hava altjóða markn­ aðarmøguleikar. – Vit hava allatíðina tvær til tríggjar verkætlanir koyr­andi, og hugsanin er, at tær skulu mennast her í umhvørvinum, til tær vaksa seg út um hetta umhvørvi, sigur Ólavur Gregersen. Umráðandi at hava eitt netverk Stjórin í Bitland sigur, at tey eru sera fegin um at fáa eitt slíkt umhvørvi upp at standa her í Føroyum, tí av tí at okkara samfelag er so lítið, hevur tað sera stóran týdning, at man samstarvar innan vitanarøki. – Vit eru so smá, og talent­ massan aðrastaðnis er so stór, at tað er nógv lættari at fáa slík umhvørvi upp at standa uttanlands. Vit vita jú, at til dømis hava størstu fyritøkurnar uttanlands menn­ ingardeildir, ið eru líka stórar sum størstu fyritøkurnar her á landi. Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit hava eitt gott vitanarnetverk, sum virkar væl, og har tað er lætt at fáa atgongd til vitanina hjá hvørjum øðrum. Tað vísir seg nevnliga, at virkar hetta netverk, gongur tað heila lættari, og góðskan verður hægri, sigur Ólavur Gregersen. Deilast um nógv Í húsunum báðum í Tórs­ gøtu, sum Bitland og hinar fyritøkur húsast í, deilast tey um annað enn bara vitan. – Tá ið tú leigar teg inn her, skalt tú einans hava telduna við tær. Innbúgv og øll vanlig nýtsla er írokn­að húsaleiguna, men tú skalt sjálvur gjalda fyri telefon­ nýtsluna. Eisini eru átta tím­ ar av skrivstovuhjálp um vik­ una við í húsaleiguni, sigur Ólavur Gregersen. Hann sigur, at sum er, er nóg mikið av plássi í mun til tørvin, men innan tvey ár verður vónandi neyðugt við størri hølum, ið helst skulu verða einar 600 til 800 fermetrar til støddar, sum hevði verið hóskandi. Mikukvøldið og hósmorgunin vístu næmingar úr sjónleikaskúlanum í Havnar Sjónleikara­ felag fram Søgur og sagnir, ið er ein leikur, sum er býttur upp í fýra smærri leikir Sjónleikur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á hvørjum vetri hesi seinastu mongu árini hevur Havnar Sjónleikarafelag skipað fyri sjónleikaraskúla fyri børnum í skúlaaldri. Veturin, ið júst er farin aftur um bak, er einki undantak í so máta, og í vikuni hava næmingar á einum av bólkunum hjá skúlanum havt sýningar av leikinum Søgur og Sagnir, sum tey hava vant í vetur. Leggja lív og sál í leikin Tað er einki at taka seg aftur í, at tey 14 børnini, sum eru við í leikinum, hava lagt lív og sál í hetta arbeiði, sum tey hava vant gjøgnum veturin. Umframt at hava vant sjálvan leikin, hava tey saman við leikstjóranum og læraranum, Hedvig Westerlund Kapnas, eisini gjørt búnar og pall. Leikurin, Søgur og Sagn­ir, er býttur upp í fýra smærri leikir. Fyrsti part­ur av leik­ inum er eitt bræv, sum Jákup Jacobsen, dokt­ari, skrivari. Síðani snýr leik­urin seg um Gívrinar á Sand­oynni, um Kjølur á Nesi, og sein­ asti partur av leikinum er um kendu søgnina um Snæ­ bjørn. Tey børnini, sum í vik­uni hava víst henda leik fyri at kalla fullum sali í Sjón­ leikarahúsinum, hava øll ging­ ið á sjónleikaraskúlanum í nøkur ár, so tey eru við at hava fingið sær nakrar royndir á økinum. Hedvig Westerlund Kap­ nas sigur, at tað er sera stór­ur áhugi millum børn og ung í Havn at spæla sjón­ leik, og tað er vanligt, at langur bíðilisti er at sleppa á sjónleikaraskúlan, og á hvørjum ári eru tey noydd at siga nei til nakrar um­søkjarar. Tey børn, ið hava gingið á skúlanum áður, hava fyrsta­ rætt at sleppa á skúlan, og royndirnar vísa, at tá børn fyrst eru sloppin á skúlan, ganga tey í fleiri ár. Eitt nýskapandi umhvørvi Ólavur Gregersen, stjóri í Bitlandi, sigur, at tað er sera umráðandi at hava eitt gott vitanarnetverk í Føroyum, ið virkar væl, og sum kann verða við til at menna eitt nýskapandi umhvørvi. Mynd: Jens Kr. Vang Sjónleika­ skúlin vísti sínar dygdir Umframt at hava vant sjálvan leikin, hava næmingarnir á sjónleikaskúlanum eisini verið við til at gera búnar og pall. Mynd: Álvur Haraldsen Undir øllum leikinum var ein søgusigari, ið greiddi frá søgnunum, meðan tær blivu spældar. Mynd: Álvur Haraldsen