Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 20. apríl 2006  Àrsins fyrsta verkfall endaði í nátt við eini semju, sum varar longri enn vit eru von við Verkfall Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ársins fyrsta verkfall er nú av. Tað varð greitt í nátt, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið skrivaði undir eina semju um starvsfólkið á Føroya Tele. Teir 200 limirnar hjá Starvsmannafelagnum á Føroya Tele hava verið í verkfalli í góðar tvær vikur, men teir hava nú tikið arbeiðið uppaftur. Samráðingarnar gingu væl, líka til sjálvur lønar­ spurningurin kom á skránna, tí tá stóð sum í berginum. Tað vanliga á føroyska ar­beiðsmarknaðinum er at gera sáttmálarnir, sum ganga yvir tvey ár. Onkrar ein­stak­ar ferðir eru tó eitt árs sáttmálar gjørd­ir. Einasta roynd at gera lang­ar sáttmálar, vit vita um, var, tá ið handverkarar fyri nøk­rum árum síðani gjørdu ein fýra ára sáttmála, men í tí sátt­málanum varð samráðst av nýggjum um lønina mitt í sáttmálaskeiðnum. Í hesum samráðingunum lá eisini í kortunum at gera ein tvey ára sáttmála, uttan at tað eydnaðist at finna semju. Fyri at fáa glið á, skeyt Starvsmannafelagið upp at gera ein fýra ára sáttmála fyri starvsfólkið á Føroya Tele. Men tað skuldi kosta eyka at fáa tryggjaðan arbeiðsfrið í so langa tíð og Starvsmannafelagið gjørdi greitt, at tað vildi hava minst 12% í lønarhækking tilsamans hesi fýra árini. Tað varð knívskorið og verkfallið varð lýst, eftir at Starvsmannafelagið ikki vildi góðtaka eitt sem­ingsuppskot, sum gav teimum eina hækking í lønum og eftirlønum upp á tilsamans 8,3% í einum fýra ára sáttmála. Men týsmorgunin kallaðu semingsmenninir partarnar saman aftur og tað endaði við eini semju eftir samráðingar í meiri enn hálvtannað samdøgur. Eftir semjuni verður talan um eitt sáttmála, sum gong­ ur yvir trý ár og 10 mánaðir og hann gevur eina hækking i lønum og eftirlønum upp á tilsamans 9%. Sáttmálin gongur frá 1. mars í ár til 31. desember i 2009. Men tað stendur eisini í sáttmálanum, at broytist gongdin í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum um tvey ár. Johan Páll Joensen, for­maðurin í Arbeiðs­gev­ arafelagnum tekur ikki samdur við Gunnleivi Dalsgarð, tá ið hann sigur, at arbeiðsgevararnir hava hugsað meiri um at leggja støðið fyri einar komandi samráðingar. – Tað er klárt, at táið samráðast, noyðast vit at hugsa vit um ymisk við­ urskifti, tí vit hava ábyrgd fyri nógvum ymsum sátt­mál­ um. Og eitt, sum vit hugsa um, er, at hesin sáttmálin skuldi ikki vera hægri enn tað støðið, sum er lagt, sigur hann. Kortini heldur hann ikki, at hetta kann leggja støðið fyri komandi samráðingum, tí tá byrjar eitt nýtt sam­ ráðingarumfar og tá verður byrjað av nýggjum, sigur Johan Páll Joensen. Starvsmannafelagið hevði valið ímillum pest og kolera, men formaðurin staðfestir, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki búgvið til at hugsa langt Verkfallið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta var tað, vit kundu fáa. Men vit ætlaðu at fáa meiri. Gunnleivur Dals­garð, formaðurin í Starvs­manna­ felagnum, er ikki meiri enn hampiliga væl nøgdur við semjuna, sum hann gjørdi í nátt við Føroya Ar­beiðsgevarafelag um teir 200 limirnar hjá Starvs­ mananfelagnum, sum arbeiða hjá Føroya Tele og sum hava verið í verkfalli í góðar tvær vikur. – Vit høvdu valið ímillum at góðtaka eina semju, sum ikki gav okkum tað vit vildu hava, ella at halda fram við verkfallinum. Og vit mettu, at sum støðan er, fingu vit líka nógv burturúr at skriva undir, sigur hann. Kravdu 12 og fingu 9 Starvsmannafelagið hevði sett sum treyt fyri at gera ein fýra ára sáttmála, at løn­arhækkingin varð 12% til­samans. Men nú endaði tað við einum sáttmála, sum er trý ár og 10 mánaðir og sum gevur eina lønarhækking upp á 9%. – Umframt hesa lønar­ hækkingina, eru eisini yms­ ar umflokkingar, sum eisini geva eina lønarhæking so tilsamans er talan um eina lønarhækking upp á 9%. – Men í semjuni stendur eisini, at um tvey ár skal sáttmálin endurskoðast. Tá skulu vit hyggja at gongdini í samfelagnum og lønargongdini og eru fortreytirnar broyttar, skulu vit samráðast um lønirnar av nýggjum. Tað er ein avtala, har partarnir í sínamill­um álitið og ábyrgd fyri hvørjum øðrum skulu eftirmeta lønarhækkingarnar um so er, at gongdin í samfelagnum broytist. Ikki búnir at hugsa langt Formaðurin í Starvs­manna­ felagnum ásannar, at talan hevur verið um sera torførar samraðingar, – Tað, sum serliga gjørdi samráðingarnar torførar, er, at Føroya Arbeiðsgevarafel­ ag hevur ikki hugsað so nógv um at fáa ein góð­an sátt­­mála fyri Føroya Tele. Felag­ið hevur hugsað meiri um at leggja eitt støðið fyri tær komandu samráðingarnar, sum vera og tí var tað sera torført at koma longri. Tí halda vit ikki, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur røkt áhugamálini hjá Føroya Tele, men hevur hugsað meiri um síni egnu áhugamál í komandi samráðingum. – Tí kann eg eisini ærliga viðganga, at vit fingu ikki tað burturúr, vit høvdu ætlað. Men vit hildu, at tað var neyðugt at fáa enda á hesum verkfallinum og tí endaði tað við hesi semjuni. Kortini heldur Gunnleivur Dalsgarð, at hesar sam­ ráð­ingarnar vísa, at ar­beiðsgevararnir eru ikki bún­ir til at hugsa langt. – Teir eru ikki komnir so langt, at teir duga at síggja, at tað eigur at kosta eyka at tryggja arbeiðsfriðin í eitt longri áramál. Tí vil Gunnleivur Dals­ garð ikki longu núj siga um Starvsmannafelagið er sinnað at gera fleiri sátt­ málar, sum ganga útyvir tey vanligu tvey árini. Men hann sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at hesin sáttmálin skal brúkast sum grundarlag fyri teimum komandi samráðingunum. – À teimum komandi samráðingunum fara til at hyggja eftir støðuni, sum tá er í samfelagnum. Provokerandi Annars heldur formaður­in í Starvsmannafelagnum, at tað var ótrúliga provokerandi av leiðsluni í Føroya Tela at kunngera mitt í verkfallinum, at felagið fór at taka spurningin upp við atliti til at tryggja, at fyritøkan ikki var so viðbrekin framyvir, at hon kundi leggjast partvís lamin av verkfalli. Ein máti kundi verið at byoytt arbeiðsuppgávurnar á Føroy Tele. – Eg taki hetta ikki meiri enn sum eina frustratión, men eg haldi, at hesar frustratiónir skuldi heldur verðið vendar ímóti arbeiðs­ gevarafelagnum, tí tað fel­ agið hevur ikki røkt áhuga­ málini hjá Føroya Tele. – Og tað er í øllum førum greitt, at arbeiðsviðurskiftini kunnu ikki broytast uttan við góðkenning frá Starvs­ mannafelagnum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Vit ætlaðu at fáa meiri – Eg kann ærliga viðganga, at vit fingu ikki tað vit ætlaðu, sigur Gunnleivur Dalsgarð Fáa 9% í lønarhækking Hækking í eftirløn í % Hækking í løn í % 1. mars 2006 0,50 1,00 1. mars 2007 0,60 0,50 1. januar 2008 1,90 1,50 1. januar 2009 1,50 1,50 Tilsamans 4,50 4,50 – Hesin sáttmálin fer ikki at leggja støðið fyri komandi samráðingum, tí tá byrjar eitt nýtt umfar og tá verður eisini byrjað av nýggjum, sigur Johan Páll Joensen Hendan talvan vísir, hvussu lønir og eftirlønir hjá starvsfólki á Føroya Tele fara at hækka tey næstu árini. Tilsamans er talan um eina semju upp á 9%