Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Hugvekjandi KT-stevna Í morgun lat spennandi KT-stevnan dyrnar upp fyri almenninginum. Longu tíðliga í morgun høvdu nógv fólk leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, har KT2006 í dag og í morgin fer at húsast. Umframt spennandi básar við alskyns tilboðum eru somuleiðis fleiri forvitnisligir fyrilestrar á skránni – eitt nú við unga vinnulívsmanninum Heina Zachariassen, danska rithøvundinum, Tor Nørretrander og Birger Hauge frá Danske Bredbånd. Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal, horsdal@sosialurin.fo Myndir: Alvin E. Andersen Í básinum hjá Simprentis kappaðust umboð frá Løgmansskrivstovuni, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Menningarstovuni í oljuspælinum, Xplore, umvegis farteldur. Xplore er eitt spæl, har ein lærir um oljuleiting, at gera íløgur, bíleggja og bora. Vanliga tekur tað um tríggjar tímar at spæla Xplore, men í morgun royndu luttakararnir seg í 30 minuttir: – Hetta spælið er áhugavert, og vit skulu vinna, segði ein ágrýtin Bjarni Djurholm. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setti síðan KT2006 stevnuna: – Heimurin er broyttur nógv seinastu árini. Fyrr var eitt nú bert ein telefon í hvørjari bygd, men í dag eru vit alla tíð »on«. Hetta gevur okkum sjálvandi stórt frælsi, og tað er avgjørt trupult at síggja búskaparligan vøkstur í samfelagnum uttan at vera dagførdur innan kt. Men enn er kt-vinnan tó ikki tað berandi beinið í samfelagnum, sum vit kundu hugsað okkum. Í vísjón 2015 eiga vit at seta okkum fyri at mennast enn meira. Tað er avgjørt ein ætlan, ið verður raðfest høgt. Eg ivist onga løtu í, at luttakararnir á KT2006 hava góð hugskot, vilja og loysnir til at skapa og menna júst hetta, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, eitt nú í røðu síni. Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður, er orðstýrari á KT- stevnuni. Í alt eru 21 básar settir upp í stóra salininum í Norðurlandahúsinum. Hvør í sínum lagi hava feløgini gjørt nógv burturúr fyri at prýða sín bás. Eitt nú er básurin hjá Reproz og Com-data vakur á at líta: – Vit hava fingið okkum spildurnýggjar møblar, ið hóska væl til boðskapin hjá okkum: »sameining, samleiki og samskifti«. Somuleiðis hava vit prýtt veggirnar við plakátum, sigur Sissal Kristiansen frá Reproz.