hósdagur 20. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 20. apríl 2006
9
Tá Roskilde Festi
valurin verður hildin
um mánaðarskiftið
juni/juli, verður
tað við føroyskum
íkasti, 200 var mill
um nøvnini, ið
vóru avdúkaði á
tíðindafundi í dag
hjá størsta danska
festivalinum
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í dag almannakunngjørdi
Roskilde Festivalurin 102
nøvn á ársins festivali,
millum nøvnini var føroyski
bólkurin 200. 200, ið byrjaði
í 1995, sum ein roynd at gera
alternativan rokktónleik á
føroyskum, er veruliga farin
at gera um seg uttanlands.
Bólkurin spældi í fjør í
Vega í Keypmannahavn, á
Århus Festuge saman við
Teitur, á Niipia Rock Festival
í Grønlandi og á Iceland
Airwaves í Reykjavík. Fyri
einum mánað sínum varð
greitt, at 200 skal á pallin
á risa tónleikarídnaðar festi
valinum Spot 12 í Århus, og
nú er eisini Roskilde Festi
valurin komin á skránna.
Við umleið 70.000 áhoyr
arum er talan um nógv størsta
danski tónleika festivalin,
og tað var eisini ein spentan
og vælnøgdan Niels Arge
Galán, ið vit fingu orð á.
Ein dreymur
Niels hevur vitjað Roskilde
Festivalin sum áskoðari fleiri
ferðir, og tað er eingin loyna,
at hetta er ein dreymur, ið er
vorðin veruleiki, hjá Føroya
størstu rokkstjørnu. Niels
greiðir okkum frá, at 200
skal spæla tríggjar konsertir
á festivalinum. Men sleppa
ikki at spæla inni á sjálvum
festivaløkinum. “ Sjálvt um
hetta er fantastiskt, so føli
eg alíkavæl, at vit ikki eru
100% inni á festivalinum.”,
sigur Niels.
Høvuðskonsertin hjá 200
verður týskvøld á Junior
Pavallionini, ið er á kamping
økinum. Festivalurin letur
alment upp hósdag. Men
flestu gestirnir seta teltini
upp sunnudag og mánadag.
Tí er økið á tremur við
fólki alla vikuna. Junior
Pavallionin er ætlað til
sokallaðar up and coming
bólkar, og upp til 15-20.000
fólk vitja konsertirnar á
hesum palli. Niels vísir á,
at hetta verður nógv størsta
konsertin hjá 200 higartil,
og tað er sera feitt. Hann
sigur, at teir eru allir ótrúliga
spentir, og síggja hetta sum
eina góða lopfjøl.
Umframt hesa konsert
spælir 200 tvær aðrar kon
sertir á einum lastbili, ið
koyrir runt á kampingøkinum
frá mánadegi til mikudag.
Saman við Bob Dylan
og Guns n’ Roses
Niels gleðist eisini um, at
navnið hjá 200 kemur á
almennu plakatina og t-
troyggjuna, har tað stendur
saman við hetjum, sum Bob
Dylan og Guns n’ Roses.
Men hvørjar eru ætlan
irnar hjá 200? Niels sigur,
at ætlanin altíð hevur ver
ið tann sama hjá 200, at
spæla alternativan rokk
á føroyskum, og her er
einki broytt. Allir limirnir
í bólkinum eru pápar við
arbeiðum og vanligum
útreiðslum og skildum, so
teir loypa ikki framav. Tá teir
í hálvfemsunum spældu í
Mold, livdi MTV dreymurin
í hjørtunum. “Nú kunnu vit
ikki bara pilla av, men um
hurðar latast upp, og fólk
keypa okkara tónleik, so er
tað kul. Vónandi sleppa vit
at gera ein konsertferð niður
gjøgnum Evropa, onkuntíð”,
vónar Niels.
Føroyskt formar
tónleikin
Í mun til Mold eru tekstirnir
hjá 200 á føroyskum, og
summi meta hetta vera eitt
haft um beinið í royndunum
at gera um seg í útlandinum.
Men Niels vísur á, at eingin
spyr, hví, tá ein amerikanskur
bólkur syngur á egnum mali.
“Vit syngja á føroyskum, tí
tað følist erligt. – Tú gert
títt ting uppá tín máta. Um
fólk skilja føroyskt, fáa tey
sjálvandi eina ríkari upp
living. Men fyri tey, ið ikki
skilja tað, so er orkan og
feelið álíkavæl har. Málið er
ein pensil, sum vit brúka at
mála tónleikin við. Føroykst
er orsøkin til, at eingin annar
ljóðar sum 200, tað ger okk
um til 200.”
Roskilde veteranar
Mikael Blak bassleikarin í
200 er ein sannur Roskilde
veteranur, hann spældi á
júst hesum sama palli, ið
tá æt Camping scenen við
Clickhaze í 2001, og í 2004
slapp hann inn á sjálvan
festivalin, tá hann spældi
við Teitur. Hetta eru einastu
føroysku bólkar, ið hava
spælt á festivalinum, síðan
pápi Mikal Blak, Kristian
Blak og spælimenninir
spældu her í sjeyti árunum.
Eisini ljóðmaðurin og 4.
limurin í 200, Jónas Bloch
Danielsen er Roskilde vete
ran, hann snaraði knøttun
um hjá bæði Teitur og Click
haze.
200 á Roskilde Festivalinum
Messingkvintettin við
Kenneth Jones á odda
legði fyri við at spæla
væl ljómandi tónar.
Michael Jensen úr MJ-
Catering borðreiðir mat
til viðskiftafólk, ið vitja
básin hjá Kalli, Elektron
og Isuus.
Hóast nógv var á skránni í morgun, tóktist tað tó at vera tíð til
hugna. Í forhøllini hittust gamlir kenningar, ið ikki hava sæst í
fleiri ár – Bergur Dam og Tor Nørretranders.
Umframt 200,
stóð á døgurða í
dag greitt, at eisini
Eivør Pálsdóttir
verður at síggja og
hoyra á Roskilde-
Festivalinum
tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá endaligi listin varð kunn
gjørdur beint fyri evstamark
okkara, sást, at 200 ikki vóru
einasta føroyska navnið á
listanum.
Eivør Pálsdóttir, sum í
løtuni er í ferð við sítt danska
gjøgnumbrot, er nevnliga
eisini millum nøvnini,
sum fara á pall í Roskilde.
Eivør verður at síggja og
hoyra á einum sonevndum
lounge-palli á stóra danska
festivalinum.
Eisini Eivør Pálsdóttir verður
millum nøvnini, sum í ár
prýa listan til Roskilde-
festivalin
200 fara at buldra og braka á Roskilde Festivalinum
Eivør eisini á pallin