Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Í hesum døgum er KT stevna í Norðurlandahúsinum, og er hetta eitt gott høvi at hugleiða eitt sindur um KT vinnuna í Føroyum. Tað er einki at taka seg aftur í, at KT vinnan hevur nógv at týða í Føroyum, hóast hon enn ikki er tann stóra útflutningsvinna, ið hon kanska kundi verið. KT er partur av so at siga øllum, og fáast hundraðtals føroyingar við hesa vinnu. Nógv áhugavert er at síggja og hoyra á KT stevnuni, og tykist alt ganga tann rætta vegin. Tá tað kemur til útflutning, so eru onkrir glottar. Føroyskar KT fyritøkur hava nú í nøkur ár útflutt KT skipanir og loysnir, og aðrar fyritøkur tykjast vilja ganga somu leið. Hetta vísir, at tað skortar ikki við áræði og vilja millum privatu KT fyritøkurnar í Føroyum. Hví gongur tað so ikki skjótari at fáa ein munandi KT útflutning upp at standa? Tað er sjálvandi ikki løtuverk, og KT vinna er sum ein og hvør onnur vinna, har einki kemur av sær sjálvum. Tær føroysku fyritøkurnar, ið eru komnar eitt sindur á leiðis uttanlands, hava ikki verið bornar á lógvum. Ger tað almenna nóg mikið á KT økinum? Ell rættari sagt, ger tað almenna tað rætta? Vit hava í mong ár sæð, at tað almenna mennir egnar skipanir. Kunnu hesar skipanir seljast? Um ikki, so burdi man heldur latið privatar fyritøkur ment skipanir hjá tí almenna eftir fríum útboði, við tí máli at ment skipanir, sum kundu verið seldar aðrasteðs. Almenna og kommunala innkeypið av KT tæanstum burdi verið fullkomuliga gjøgnumskygt við fríum útboði millum føroyskar fyritøkur. Tað er altíð ringt hjá einari føroyskari fyritøku at fara uttanlands og royna at selja til t.d. ein útlendskan almennan stovn, um fyritøkan ikki hevur víst, at hon klárar at levera til heimamarknaðin. Hetta hava føroyskar KT fyritøkur tó megnað, og so kunnu vit spyrja okkum sjálvi hvat tað almenna í Føroyum burdi hildið um tað. Sjálvrannsakan kundi verið eitt svar. Áhugavert kundi verið at sæð tøl fyri, hvat tað almenna samanlagt hevur brúkt uppá KT seinnu árini, og hvussu nógv er spart og hvussu nógv av tí, ið ment er, kann seljast. Hevur man bara ment ósølubarar skipanir, so hevur tað almenna sín part av ábyrgdini fyri, at KT útflutningurin ikki er størri enn hann er. Ein og hvør almenn KT íløga eigur at uppnáa minst eitt av fylgjandi málum: Hækka tænastuna, ið borgarin merkir, spara starvsfólk ella spara pening. Og so burdu vit sett eitt mál afturat, nevniliga, at ein og hvør skipan skal verða sølubar ella útflutningsbar. DAGSINS MEINING Sosialurin KT vinnan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ein for­ maður og annar Eg biði Tórbjørn Jacob­ sen fyrigeva mær, at eg eri komin at útnevna hann til nýklaktan for­mann í tingbólki Tjóð­veld­ isfloksins. Tað rætta er, at hann er nývaldur formaður fyri starvsnevndina í flokkinum – tað er nakað annað, men kanska enn fínari. Ikki tí, so sum orðaskifti er í løgtinginum kann man lættliga fara skeivur av, hvør er teirra formaður har. Vit, ið búleikast í Suðuroy kunnu gleðast um, at Hag­ stovan kann staðfesta, at minkingin av arbeiðsleysum er størst í Suðuroy. Mín spurningur er, um Hagstovan kann útgreina orsøkirnar til minkingina í Suðuroy. Er tað veruliga fleiri ar­ beiðs­pláss? At fulltíðararbeiðsloysið minkaði við 35 fólkum er gleðiligt, men hvussu nógv av hesum flutti úr Suðuroy? o.s.v. Øll eru greið yvir, at flest øll, ið flyta úr Suðuroy eru ung og familjur við børnum, tað vil siga persónar, sum fyri størsta partin eru undir 66 ár, sum Hagstovan brúkar sum mark. Av tí at mær ikki varð tillutað tíð at seta fram fyrispurning á løgtingsfundi mikudagin 19 apríl, tá ófráboðaðir munn­ ligir fyrispurningar vóru á skránni, havi eg valt at seta fram spurningin í bløðunum í staðin. Spurningur mín ljóðar soleiðis: Tann 8 september 2005 legði landsstýrismaðurin við Almanna- og Heilsumálum uppskot til samtyktar fram á løgting. Uppskotið, lm. nr. 6/2005, snúði seg um at seta nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki. Uppskotið var soljóðandi: Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin set­ur eina nevnd at ar­beiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Hetta er eisini beinleiðis í samsvari við uppskot til sam­tyktar um tilráðingar frá Út­norður­ ráðnum í 1999, sum Løg­­tingið samtykti 18. no­vember 1999. Í nevndini verða: Eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Før­oya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Vara­ limir verða valdir fyri allar limir. Landsstýrismaðurin vel­ ur formannin. Nevnd­in velur sjálv næst­for­mann­ in. Í viðmerkingunum varð nevnt, at arbeiðssetningurin hjá nevndini var m.a. at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Tiltøkini skuldu eis­ ini gera fólk varug við spurn­ ingin, og nevnd verða sum dømi upplýsing og lýsingar­ átøk, undirvísing og útgáva av ymiskum kunnandi til­ fari. Um ársskiftið 2007/ 2008 skuldi nevndin handa landsstýrismanninum frá­ greið­ing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu fram­hald­ andi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar. Nevndin fekk 150.000 kr. árliga til arbeiði sítt. Málið varð beint í trivnað­ ar­nevndina, ið broytti orð­ ingina eitt lítið sindur, men annars tók undir við málin­ um. Í oktober mánað varð upp­ skotið samtykt við 28 at­kvøð­ um fyri og 1 ímóti. Í december mánaða, beint áðrenn løgtingið fór í jólafrí, var nevndin mannað og for­ maður valdur. Í januar mánaða bleiv knapp­liga boðað frá, at nú hevði løgmaður flutt bæði javnstøðunevndina og hesa nýggju nevndina til málsøkið hjá landsstýrismanninum við Vinnumálum. Samstundis fekk undir­ ritaða frá løgmansfyristingini avrit av brævi frá løgmanni til landsstýrismannin við Vinnumálum, har løgmaður bað landsstýrismannin velja nýggjar limir fyri tey løg­tingsumboðini, ið vald vóru, tí stýrisskipanarlógin forð­aði fyri, at løgtingslimir sótu í nevndini. Nú farið er um hálvan apríl, og løgtingið skjótt fer í summarfrí, er spurningur mín til landsstýrismannin Bjarna Djurholm: Hvar liggur málið í løt­ uni? Er nevndin mannað og nevndarformaður vald­ ur? Sambandsflokkurin valdi bein­anvegin, tá boðini komu, bæði umboð og varaumboð av nýggjum, men hesi umboð hava enn onki hoyrt frá lands­ stýrismanninum, síðan tey vóru vald, og tí verður hesin spurningur settur. Tórshavn, 19 apríl 2006. Spurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann løgtingslimur Lisbeth L. Petersen Hans Pauli Strøm Tvøroyri Finnleif Guttesen Spurning til Hagstovu Føroyar