Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 20. apríl 2006 11 Nógvir mátar eru at stuðla miss­ións­ felagsskapum og øðrum hjálpar­fe­lags­ skapum úti í heimi. Hetta seinasta árið hava fólk í Norð­oyggjum havt møguleika fyri at keypa ymiskar lutir í eini serstakari stuðulsbúð, sum Danmission í Dan­ mark fær ágóðan av Stuðulsbúð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Klaksvík: Tað er kalt í veðr­ inum henda seinnapartin fyri páskir. Hurðin gongur inn í stuð­ ulsbúðina og inn kem­ur eitt par. Tað sæst á klædna­ búnanum at hetta eru ikki før­oyingar. Tey hyggja seg um eina løta, royna onkran av stólun­ um, men tað er skjótt at tey festa eyga á eina mynd á vegg­inum. Tey fara víðari, men tað tykist sum um maðurin vísir serligan áhuga fyri hesi mynd­ini. Hann biður konuna hyggja nærri eftir henni. Líkt er til at semja er teirra millum um at keypa hana. Hetta er ein mynd, sum hongur í mongum før­ oyskum heimum: ”Harrin signi heimið”. Hann fer yvir til diskin har leiðarin í búðini, Malan Mýri tekur smílandi ímóti honum. – Eg ætlaði at vita ..., spyr hann á føroyskum máli men við norskari accent. Malan er skjót at svara: – Nå, tú tosar føroyskt! – Ja, eit sindur. Eg ætlaði at vita, hvussu nógv handa myndin kostar! Malan sigur honum prísin, og hann fer skjótur eftir pen­ inginum og leggur teir á borð­ið. Malan fer eftir innpaknings­ pappírinum – í hesum førin­ um ein gomul Dimma – og løtu seinni hevur henda vakra myndin skift eigara. Hann takkar fyri – eisini á føroyskum – og fer fegin avstað. Innanfyri diskin stend­ur Malan eisini fegin. Hon veit, at hesar krónur­ nar ikki skulu steðga leingi í kassanum í stuðulsbúðini. Teir skulu setast í verk ella í umferð – sum stuðul til víttfevnda arbeiðið hjá danska missiónsfelagsskapinum Dan­mission. Tað er nevniliga Dan­ mission sum byrjaði við hesi stuðulsbúðini í Klaksvík fyri góðum ári síðani. Og líkt er til, at fólk vita av hesi búðini og eru ófør at keypa og stuðla. Brúkslutir Tað er sum at koma inn í eina hugnaliga stovu í einum eldri føroyskum heimi. Men tað er ikki eitt heim, men ein handil sum heldur til her á Klaksvíksvegi í Klaks­vík, – enntá ein stuðulsbúð. Á vegginum hanga myndir og aðrir prýðislutir. Framvið hevur ein góðar møguleikar at seta seg niður at hvíla í gomlum stólum og sofum, sum góast høgan aldur eru sum nýggjar. Á eini hill standa í hópa­ tali av brúkslutum til eitt vanligt heim, – bara fyri at nevna nakað av tí stóra úr­val­in­um, sum finst her í stuð­uls­­búð­ini. Alt er sjálvandi brúkt, men í so góðum standi at fólk fegin vilja keypa hesar lutirnar, ið stava frá øllum landinum, umframt nakað sum kemur úr Danmark. 200 ára gomlum sofa Ein skuldi kanska trúð, at tað mest vóru eldri fólk sum vitjaðu hesa búðina. Malan kann bara stað­ festa, at tað ikki bert eru klaks­víkingar og norðoy­ing­ ar sum vitja inn á gólvið. Í øðrum lagi ber eisini til at siga, at fólkini eru í øllum aldri. Nógvir forvitnisligir lutir er at finna í hesi búðini við Klaksvíksvegin. Millum lutirnar kann ein finna eitt chatoll sum er eini 200 ára gamalt og aðrar eldri, men kortini snøggar lutir. – Í gjár seldi eg eina sofu sum var frá 1800-talinum, sigur Malan. Annars tykist gongdin í søluni at vera hon, at teir smærru og gomlu møblarnir fara skjótast. Góð ljós Tað er tó ikki bert innbúgv og brúkslutir sum fáast í Stuð­ulsbúðini. Millum tey meiri for­vitn­is­ ligu tingini er eisini eitt stórt úrval av te’i í ymiskum litum og smakki. Møguleiki er eisini at keypa vanlig, men kortini óvanlig stearin-ljós. Hetta eru ljós, sum í fyrsta lagið er gjørt úr endurnýttum tilfari. Í øðrum lagi eru tey honddryppað. – Hetta eru ótrúliga góð ljós, sigur Malan í eini stutt­ ari lýsing av hesum ljós­un­ um. Sambært henni brenna tey bæði javnt og ikki minst vakurt. – Og so eru tey eisini rætti­ liga drúgv, sigur hon. Gamlir møblar stuðla missións­ arbeiði kring allan heim Peningurin, sum kemur inn við søluni, fer óskerdur til missiónsarbeiði kring allan heimin Danmissión er ein fólkakirkjuligur missións- og menningarfelagsskapur. Felagsskapurin hevur meiri enn 180 ára royndir í arbeiði og samstarvi við lond í 3. heiminum. Samstarv er við lokalar kirkjur og felagsskapir í Indien, Bangladesh, Nepal, Mongoliet, Filipsoyggjunum, Cambodja. Kina, Tanzania, Madagasakar, Egyptalandi, Pakistan og í Danmark. Felagsskapurin gjørdist veruleiki 1. januar 2000 við eini samanlegging av Dansk Santalmission og Det Danske Missionsselskab. Síðani tá ber felagsskapurin heitið Danmission. Stuðulsbúðin í Klaksvík, við undirheitinum Gamalt/Nýtt, er ein av mongum slíkum búðum hjá felagsskapinum. FAKTA – Mest gongur av teimum gomlu møblunum, sigur Malan Mýri