Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Í dag, hósdagin 20. apríl, verður Joen Pauli Højgaard Ellefsen í Hoyvík 70 ár. Pauli er ríkisgóðkendur grann­­skoðari og fyrrverandi politikari. Tindin í politikk­ inum rakk Pauli, tá ið hann 1981-1984 var løgmaður og stóð á odda fyri borgarligu samgonguni. Pauli Ellefsen er miðving­ ur. Foreldrini vóru Joen Elias Ellefsen, sum var keypmaður, og Sofía fødd Højgaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu átta børn, og Pauli er elstur. Hini systkini eru Petur, Ása, Svend Aage, Jens Eli, Jana, Eydna og Jóna. Svend Aage býr í Sandavági, Jens Eli býr í Miðvági, Ása og Eydna búgva í Hoyvík, og Petur, Jana og Jóna búgva í Havnini. Pauli var fiskimaður, lærdi til fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann búsettist í Keypmannahavn. Hann ar­beiddi sum grannskoðari hjá revisiónsfelagnum C. Jespersen, meðan hann las HD í grannskoðan á hand­­ilsháskúlanum. Í 1969 varð hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Fyrst í sjeyti árunum flutti hann til Før­oya. Eitt skifti hevði hann saman Jógvani Sundstein grann­ skoðaravirkið Sundstein & Ellefsen. Eftir at teir vóru farnir hvør til sítt, hevur Pauli staðið á odda fyri Grann­skoðaravirkinum Pauli Ellef­sen, KPMG og saman við øðrum SPEKT. Nú hevur hann selt sín part. Sonurin, Árni Ellefsen, verdótturin Mirjam Haraldsen og Finn­ bjørn Zachariassen eiga og reka nú virkið. Pauli arbeiðir framvegis í felagnum, men hann ætlar at leggja frá sær 1. juli í ár. Pauli gjørdist sum eitt skot ein av teimum fremstu á politiska pallinum. Undan valinum í 1974 var hann við heilt nógvum og stuttum greinum, ið vóru eyðkendar av løttum máli og stíli og beinraknum og einføldum boðskapum, ógvuliga mar­ kantur í valstríðnum. Sambandsflokkurin hevði á valinum í 1970 fingið eitt umboð í Suðurstreymi. Tað var Trygvi Samuelsen, sum varð valdur til floksformann, eftir at Johan Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur í 1970. Á valinum í 1974 fekk Sambandsflokkurin í Suðurstreymi aftur eitt um­ boð. Men hesa ferð var tað Pauli Ellefsen. Formaðurin var fallin, og hóast Pauli í stíli ikki var heilt soleiðis, sum hinir tingmenninir, sum tá umboðaðu Sam­bands­ flokkin, vóru, so varð Pauli Ellefsen beinanvegin, sum hann var komin í ting­ið, vald­ ur til formann í Sam­bands­ flokkinum. Henda sessin røkti hann inntil í 1990, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Eftir valið í 1974 var Sam­ bandsflokkurin í and­støðu. Breið samgonga mill­um Javn­ aðarflokkin, Tjóð­veld­isflokk­ in og Fólka­flokk­in varð skip­ að. Hon helt inntil val varð útskrivað í ótíð í 1980. Pauli Ellefsen var sera markantur andstøðuleiðari, og á valun­ um, sum vóru aftaná, var Sambandsflokkurin stór­ur. Prosenttalið fór frá 19,1 í 1974 og til 26,3 í 1978 og 23,9 í 1980. Á báð­um hesum valunum var Sam­bands­flokk­ urin størsti flokkur. Samstundis vaks undir­ tøkan á folkatingsval­unum ógvuliga nógv. Pauli varð valdur í fólkatingið 1. mars í 1977. Tvey ár frammanundan hevði flokkurin fingið 23,2 prosent av atkvøðunum. Í 1977 var undirtøkan 31,7 %! Pauli sat í fólkatinginum í tíggju ár, burtursæð frá árunum, tá ið hann var løg­ maður. Eftir valið í 1980 skipaðu Sambandsflokkurin, Fólka­ flokkurin og Sjálvstýris­ flokkurin samgongu. Pauli varð valdur til løgmann 5. januar í 1981,og hann sat í løgmanssessinum inntil 10. januar í 1985. Pauli hevði góðan politisk­ an penn, og hann dugdi væl at røða. Framvegis verð­ur tikið til, tá ið hann í 1. mai dags røðu tosaði um stødd­ ina og býtið av sam­fe­lags­ lagkøkuni. Tað hevur meiri enn eina ferð síðani tað fyri átta árum síðani varð farið undir fullveldistilgongdina í politiskum høpi verið tikið til, at tað ikki var lítið sannlíkt, at Sambandsflokkurin kundi havt kanska omanfyri 30 prosent undirtøku, um teir í agitatiónini høvdu evnað tað, sum Pauli Ellefsen gjørdi, tá ið hann var and­ støðu­leiðari. Pauli er giftur Henni Eg­holm og fødd Rasmussen. Hon er ættað úr Havnini. Henni og Pauli eiga fýra børn: Jógvan (1964), Árni (1966), Ann (1972) og Gunn (1975). Árni býr í Havnini, og hini búgva í Hoyvík. Abba­ børnini eru tólv í tali – seks gentur og seks dreingir. Pauli hevur verið ógvuliga virkin og arbeiðssamur. Nú hann hevur minkað um ferð­ ina í arbeiðnum, er hann nógv um abbabørnini, sum ofta vitja heima hjá ommuni og abbanum í Hoyvík. Føðingardagin heldur Pauli í Spania, har hann er saman við konuni, børnun­ um og teirra makum og barna­børnunum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ein føðingardagskvøða til Naomi Jensen vanliga nevnd Nomi, Vágur á 85 ára degnum 20. apríl 2006 Lag: Eg veit ein góða seyðamann Til Naomi henda heilsan fer. Tú áttati og fimm nú er tillukku signing ynski eg. Skal fylgja tær á tínum veg. Hoyr Naomi hvat eg syngi tí. Tú var so góð við meg og blíð tá eg við Mulatanga var, enn einaferð eg takki tær. Úr Hvalba góðan mann tú fekk. og ikki heima nógv hann gekk. Á havinum hann stríddist nógv. Í øllum veðri tað gekk gott. Eitt konubrot tú Naomi er. Tað sigur mangur nú um teg. Tú Naomi er so fast ein borg. Um tú tó fekk so stóra sorg. Nú fer at tyngjast tíni spor. Tú eigur tó tað lívsins orð. Íð hjálpa kann í stríð og neyð. Sum gevur øllum lívsins breyð. Eg ikki kann fult takka tær. So kær og góð sum tú var mær. Tær Harrin sjálvur gevi løn. Mítt ynski er og hjartans bøn. Í stovu sangur ljóða skal tú situr millum tíni kær. Tað besta eg kann ynskja nú. At Jesus Pápi er hjá tær. Og sangin er nú enda man. Frá hjarta mínum kemur hann. Tann síðsta bønin vera má. At nógv góð ár tú góða fá. Hjartaliga tillukku Johan Thomsen, Hvidovre Ein varði í Føroya Postsøgu Seinastu vikurnar eru nógvir postkassar fluttir oman á vegin. Summi fólk eru óttafull um, at postkassin stendur ov ábært, og kann verða skræddur úr skrúvunum ein veðurbaldrutan dag, og flúgva alla tað longu leið til havs. Onnur velja at girða postkassan væl, so hann ikki fer til stroks ein illveðursdag. Eitt gott dømi um hetta, er postkassin á myndini, sum er komin upp at hanga, áðrenn húsini eru liðug. Annars er vanliga raðfylgjan, at húsini koma fyrst, og síðani kemur postkassin upp at hanga. Postkassin á myndini er rættuliga óvanligur í so máta. Men tað mest óvanliga við postkassanum er, at ein varði er lagaður rundanum hann. Hetta má verða eindømi, og má av røttum sigast at verða ein varði í Føroya Postsøgu. Pauli Ellefsen 70 ár