Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 20. apríl 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Marjun Wágs­­­ nes Niclasen fer frá kapellinum á Suður­oyar sjúkrahúsi út í kirkj­una, í kvøld klokkan 18. Jarð­ arferðin verður fríggja­ dagin kl. 13 úr Tvøroyrar kirkju. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Marj­un, kunnu lata eina peningagávu til væl­gerandi endamál; konta í Føroya Banka. Maria Petersen, Fámj­ in, van­liga nevnd Mia, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum mikukvøldið 19. apríl, 64 ára gomul. Jarðarferðin verður kunn­ gjørd seinni. Signhild Magnusen úr Fámjin andaðist í Keyp­ mannahavn 17. apríl, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.30 úr kirkjuni í Fám­ jin. Tey, ið vilja minnast Signhild, kunna lata eina peningagávu til kirkj­ una í Fámjin, konta í peningastovnunum. Ala Monrad, fødd Jen­ sen úr Vági, andaðist páska­dag á Bispebjerg Hospitali, 90 ár. Jarðar­ ferðin verður miku­dagin 26. apríl klokkan 10 frá Garnison kirkju. Andlát og jarðarferðir Tíðindaskriv Frá 20. april til 10. maj 2006 hevur Guðrun Olsen framsýning á Galleri Work­ ing Art, Byvolden 10, Ros­ kilde. Fernisering verður leyg­ ardagin 22. april frá kl. 10- 14, har øll eru vælkomin. Guðrun hevur verið á skeiði hjá Lili Stampe Søren­ sen og verið næmingur hjá Tine Voldby Crumlin. Sum útgangsstøði eru mynd­irnar hjá Guðruns í eins litum. Teir ymisku form­arnir á myndunum hjá Guðrun tekur okkum við á eina spennandi dreymaverð við ymisikum motivum. Opið er: hósd – fríggjadag frá kl. 13-17 og sunnudag frá kl. 10-14. Guðrun Olsen er 35 ára gomul. Hon er fødd og upp­ vaksin í Klaksvík, dóttir Árna Olsen og Ruth Sørensen. Hon býr í Roskilde og hevur fingist nógv við at mála. Tíðindaskriv Frá 1. mai til 30. juni 2006 hevur Petur Prent framsýning við 34 oljumálningum og 8 vatnlitsmyndum í Gallerí Tøting í Syðrugøtu. Opið er mánadag- fríggjadag frá kl. 10-17.30, og leygardag frá kl.10-14. Rósa Samuelsen úr Sanda­ vági hevur í dag tikið sæti á tingi. Komandi dagarnar verð­ur Rósa Samuelsen úr Sanda­ vági tinglimur fyri Sam­ bandsflokkin. Hon hevur tikið sæti á tingi fyri Marjus Dam, løgtingsmann, sum er í farloyvi. Rósa Samuelsen hevur ikki havt sæti á tingi fyrr, men hon er virkin í kommu­ nalpolitikki. Hon er borg­ar­ stjóri í Sandavágs kommunu og er harumframt forkvinna í Føroya Kommunufelag. Guðrun Olsen listarkvinna: Framsýning á Galleri Working Art í Roskilde Petur Prent í Gallerí Tøting Rósa Samuelsen tikið sæti á tingi Í sambandi við komandi bók­ina um skipið hjá Det dansk Ostindiske Komp­ agni “Norske Løve” sum sakk við Lambavík í 1707, søknast rithøvundurin Bjarni Åkesson Filholm eftir frásøgnum og evt. myndum frá fólki, ið hava kavað niður til skipið. Um tað er onkur sum kann hjálpa til við t.d. at koma við eini frásøgn um kaving og leiting eftir Norsku Løvu og hevur mynd­ir í hesum sambandi, er við­ komandi vælkomin at venda sær til: Bjarni Åkes­son Filholm á mail-adressuni: filholmlange@has.dk Dagurin í morgin 21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við hesum navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um teir allar. Bjarni Åkesson Filholm, rithøvundur, Hjørring: Sóknast eftir tilfari um Norsku Løvu Hesin ljósastakin frá Norsku Løvu stendur á Handels- Søfartsmuseet í Kronborg Mynd: Kirsten Jappe Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri sonur, beiggi, mammu- og pápabeiggi Jan í Eyðansstovu Sandavágur andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og David Johannesen, fyri troystandi orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara. Øllum tykkum á Landssjúkrahúsinum og Pensionatinum, sum hjálptu Jan og tóku hond um, tá til trongdi. Tykkum, sum hjálptu til við ervið, hjartans tøkk øll somul. Takk fyri peningagávu til »Sinnisbata«. Tøkk til tykkum, sum fylgdu Jan til seinasta hvíldarstaðið á fold. Fyri tey avvarðandi Foreldur og systkin við familju Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at elskaða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Maria Petersen vanliga nevnd Mia Fámjin fór heim til Harran mikukvøldið 19. apríl. Familjunnar vegna Arnfinn, Marianna, Ingmar, Benjamin og Rasmus