Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 76 - 20. apríl 2006 Í eina tíð hevur ljóðað, at JFK-Trol ella felagið, sum rekur Atlantic Navigator í Klaksvík, hevur í hyggju at útvega sær ein verksmiðjutrolara aftrat, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sigur, at eingin beinleiðis umsókn liggur í landsstýrinum um loyvi til eitt slíkt skip Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator, síðan skipið fór í vinnu undir føroyskum flaggi stutt fyri jól í fjør. Skipið hevur nógv betri framleiðslumøguleikar, enn Næraberg hevði. Fram­ leiðsluorkan er mun­andi størri og fløskuháls­arnir, sum tey høvdu at dragast við umborð á Nærabergi, eru burtur. Søgur hava gingið um, at felagið, sum rekur Atlantic Navigator, arbeiðir við at keypa nøkur føroysk ídnaðarskip, sum eitt nú hava svartkjaftakvotu og soleiðis ætlar at útvega sær kvotur til eitt verksmiðjuskip aftrat. Einki ítøkiligt Hvørki Bjarti Mohr, sum eigur ídnaðarskipið, Sheanne, ei heldur Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, hava sagt nakað ítøkiligt um, hvat er í umbúna millum feløgini. Men har er kortini okkurt, sum almenningurin enn ikki hevur fingið greiði á. Tá ið Jeanne kom á Fuglafjørð herfyri, vóru menn hjá JFK-Troli umborð á skipinum, og fáar dagar seinni lá skipið í Klaksvík. Bjarti Mohr segði, at partarnir tosa um samstarv, og sama segði Hanus Hansen við Sosialin um sama mundið. Hvørgin teirra hevur sagt nakað ítøkiligt um, hvat samstarv talan er – ella verður – um. So seint sum í fyrradagin váttaði Bjarti Mohr, at einki nýtt er hent í málinum. Nú alt bendir á, at JFK, sum eisini eigur Kósavirkið í Klaksvík, selir virkið úr samtakinum, eru røddir frammi um, at felagið kanska vil útvega sær pening til nýggjar íløgur, og her hevur eitt verksmiðjuskip við sama endamáli sum Atlantic Navigator verið nevnt sum ein møguleiki. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum herfyri stóð eisini at lesa, at samtakið í Klaksvík hevði søkt lands­ stýrið um loyvir í hesum sambandi. Eingin umsókn Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, segði við Sosialin í morgun, at honum kunnugt er eingin umsókn í landsstýrinum um eitt slíkt loyvi, sum talan her er um. Hann sigur seg einki kenna til møguligar ætlanir hjá JFK um eitt verksmiðjuskip aftrat. – Hinvegin er tað eingin loyna, at stórur áhugi er fyri virðisøking av svartkjaftatilfeinginum, og tað eru fleiri, sum hava spurt seg fyri í landsstýrinum, hvørji rættindi ídnaðarskip­ ini hava. Bjørn vísir á, at tað hevur verið trupult hjá ídnaðarskipunum at fingið lønandi vinnu við teimum rættindum og møguleikunum, sum skipini hava. – Roynt hevur verið at bøtt um grundarlagið hjá hesum parti av flotanum, men tað er eingin loyna, at hesi skipini hava ligið heldur tungt í sjónum. Ikki viðgjørt Spurdur, um landsstýrið hevði verið sinnað at givið loyvi til innflutning av einum verksmiðjuskipi upp á loyvini hjá eitt nú Jeanne, Bettinu og June D, sum frammi hevur verið, sigur Bjørn Kalsø: – Tað kann eg einki siga um í løtuni, tí tann spurningurin er ikki viðgjørdur í landsstýrinum. Landsstýrismaðurin vísir á, at neyðugt er í fyrsta lagi at fylgja prinsippinum um veiðiorku. – Í løtuni kann eg hvørki siga, um eg taki undir við hesum – ella tað øvuta. Bjørn Kalsø endurtekur, at landsstýrið onga ítøkiliga umsókn hevur fingið í so máta, og tí er hesin spurningur ikki viðgjørdur. – Loysir tað seg betri at virka ráfiskin, sum hesi skipini fiska, til matna, vil eg ikki útiloka møguleikanum, sigur hann. Til matna Landsstýrismaðurin vís­ ir á, at í loyvunum hjá ídnaðarskipunum stendur, at svartkjaftur, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi, skal landast til matna. – Men tað hevur verið ógvuliga trupult hjá fleiri av hesum skipum at uppfylt hesar treytir, eitt nú tí, at tey ikki hava køling í lastini, og tí hava vit umhugsað í so máta at lata hesi skip veiða svartkjaft undir somu treytum, sum onnur føroysk svartkjaftaskip hava. Bjørn Kalsø sigur, at hann hinvegin er púrasta avklár­ aður við spurningin um ikki at geva ídnaðarskipunum loyvi at veiða hvítingsbróður og nebbasild aftur í før­ oyskum sjógvi við smá­ meskaðum troli. – Hesin fiskiskapur helt upp at, tí myndugleikarnir mettu, at parturin av hjáveiði var ov stórur, og tað kemur ikki upp á tal aftur at loyva hesum fiskiskapi, sigur landsstýrismaðurin. P/F Vesturvón í Sør­ vági var parta­eigari í fiskavirkinum, Vestís. Nú eru nýggju eigararnir saman við norska felagnum Friomar og øðrum farin at salta fisk í Sørvági. Vestís fekk fyrstu ráfiskanøgdina í gjár, tá ið Vesturleiki landaði Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kom dátt við hjá vága­ fólki og kanska serliga hjá sørvingum, tá ið flagg­ skipið og flakatrolarin, Vestur­vón saman við rest­ ini av virkseminum hjá partafelagnum varð selt av bygdini. – Mangur sørvingur setti sær spurningin, hvussu tað nú fer at verða? Hvat verður av Landingarmiðstøðini, flaka­ virkinum og virkseminum á bryggjuni annars? Soleiðis skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu síni í gjár. Men, verður lagt aftrat: – Orðatakið sigur, at hinumegin skýggini skínur sólin, og nú tykist, sum tað eisini er við at klárna í Sørvági. Tí gjørdist tað helst ongantíð so dapurt, sum tey mest svartskygdu spáddu. Tíbetur. Arbeiði á Vestís Í gjár byrjaðu tey so smátt aftur at arbeiða fisk á virkinum, har Vestís áður virkaði saltfisk. – P/F Vesturvón var partaeigari í Vestís, og tað eru nýggju eigararnir av felagnum, sum saman við norska felagnum Friomar og øðrum eru farin at salta fisk í bláa bygninginum á bryggjuni í Sørvági. Tað veit heimasíðan hjá Sørvágs kommunu at siga. Friomar rekur í dag fleiri fiskavirkir í Noregi, og hevur tí gott samband við marknaðin úti í heimi. Strandingurin, Poli Hansen, sum áður hevur verið virkisleiðari á virkinum í Sørvági, men seinastu tíðina hevur starvast hjá Fariga í Letlandi, kemur at standa fyri virkisleiðsluni á Vestís. Saman við sær, hevur hann eini seks onnur fólk, sum koma at starvast í saltfiskinum í Sørvági. Poli hevur annars drúgvar royndir sum dugnaligur virkisleiðari á fiskavirkjum kring landið. Ráfiskagrundarlagið Virkisleiðarin sigur við Sosialin, at ætlanin í fyrstu syftu er at salta upsa, bæði flaktan upsa og upsafløk. – Men tað er ikki óvist, at onnur fiskasløg eisini verða arbeidd á virkinum seinni, sigur hann. Sum skilst á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, vænta tey, at partrolararnir, sum í fjør vórðu seldir av bygdini sam­an við flakatrolaranum, verða við til at tryggja rá­­fiska­ grundarlagið undir salt­ fiskavirkinum í Sørvági. Men hetta verður so saman við fiski frá øðrum skipum eisini, tí miðjað verður eftir at arbeiða eini 50 tons av rávøru um dagin. Og tað er ikki so lítið. Vesturleiki landar Heimasíðan veit eisini at siga, at Vesturleiki landaði í Sørvági fyrrapartin í gjár. Teir hava roynt eystanfyri og høvdu eini 120.000 pund, meginparturin upsi. Av hesum keypti Vestís eini 100.000 pund. Restin av veiðini hjá Vesturleika er seld øðrum virkjum. Sosialurin skilir, at Jóhannes Olsen á Toftum, sum er stjóri í Friomar í Føroyum, eisini verður stjóri í felagnum, sum nú kemur at reka Vestís í Sørvági. Eisini við Norðskála Fyrr í ár skifti fiskavirkið við Norðskála, sum Árni Dam og aðrir áttu, eisini eigara. Tað var felagið Friomar, sum keypti bygningin. Norska felagið eigur partapeningin í felagnum, sum nú eigur virkið við Norðskála. Á virkinum arbeiða eini 5-7 fólk. Tey pakka eitt nú longu, bromsu, havtasku og steinbít til útflutnings. Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Jóhannes Olsen, at Friomar í Noregi er eitt stórt og framkomið felag, sum tekur sær av at útvega rávøru og fiskavørur til ymiskar keyparar, bæði í Noregi og í evropeisku londunum annars. Spennandi samstarv – Eg haldi, at hetta verður eitt spennandi og mennandi samstarv við norðmenn, sum nú verður sett á kjøl, segði stjórin í Friomar í Føroyum, við Sosialin herfyri. Jóhannes Olsen eigur línuskipini, Eystur­oy­ing, Sigmund og Morgun­stjørn­ una. Friomar setir síni fingramerki á føroyskt vinnulív Eingin umsókn í landsstýrinum um ein Atlantic Navigator aftrat