Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • hósdagur • 20. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Saman við Atlantic Airways lutar Sosialurin í ár ikki færri enn 13 flogferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic.Ein vinnari verður hvørt umfarið í Formula-deildini Møguleikarnir fyri flogferðum úr Føroyum hava ongan tíð verið so stórir,sum teir verða tað í ár. Við fimm flogførum í støðugari flúgving eigur Atlantic Airways sín stóra lut í øktu valmøguleikunum,og nú kanst tú saman við Sosialinum og Atlantic verða partur í nøkrum av mongu fráferðunum. Eftir hvørt umfarið í Formula-deildini verður ein mynd at síggja her í blaðnum,har vit hava »sletta« bóltin úr myndini.Uppgávan hjá lesaranum er so at gita,hvar hesin bólturin eigur at vera. Við at senda SMS-boð á 1441 ber til hjá lesarunum at vera við í kappingini,har Atlantic Airways hevur eina flogferð tøka eftir annaðhvørt av teimum 27 umførunum í Formula-deildini. Heldur tú,at bólturin er í teigi 1,skal teksturin í SMS-boðnum vera »hvar 1«.Soleiðis skal hvørt boðið bara innihalda orðið »hvar« og so nummarið á teiginum,har tú heldur bólturin eigur at vera. Kostnaðurin fyri at senda boðini er 5 krónur umframt vanligan SMS-takst. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 FINNIÐ BÓLTIN Hvar er bólturin? Hvar heldur tú,at bólturin er? Við at senda eini SMS-boð til 1441 kanst tú vera við í lutakastinum um eina ferð á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Skrivað hvar og so nummarið á teiginum,har tú heldur bóltin vera. B36 og B68 leygardagin Sambært skránni skulu B36 og B68 spæla í Gunda­ dali í fimta um­fari kom­ andi sunnu­dag. Men nú boðar kappingarnevndin hjá FSF frá, at uppgerðin millum árstalsfeløgini er flutt fram til nú leyg­ ardagin. Feløgini hava bið­ ið um, at dysturin verður framskundaður. B36 skal annan leygar­ dag spæla í Atlantic Cup móti íslendska meistara­ liðnum FH. Tann dysturin verður í Gundadali annan leygardag kl. 13. Orsaka av Atlantic Cup verður grannauppgerðin millum HB og B36 í 6. umfari mikudagin 26. apríl. Nú dysturin móti B68 er fluttur fram til leygardagin, fær B36 fýra samdøgur at fyrireika seg til avbjóðingina móti grannunum í, ella eitt sam­døgur meiri, enn teir høvdu havt, um dysturin móti B68 hevði verið spældur sunnudagin. Dysturin millum B36 og B68 verður í Gundadali nú leygardagin klokkan 15. -jh Avgerðin flutt til mánakvøldið Kappingarnevndin fer á fundi mánakvøldi at taka avgerð um, hvørt tað skal fáa avleiðingar fyri HB, at spæliloyvið hjá Páll M. Joensen ikki var komið í rættlag, áðrenn spælt varð ímóti VB/Sumba í kapp­ingini um Løg­mans­ steypið. Ætlandi skuldi hetta ann­ars gerast á fundi í kvøld, men forfall millum onkrar nevndarlimir hevur flutt fundin, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini. -mørk Transfer-vindeygað ger, at tað ikki er gjørligt hjá spælaranum at skifta til annað útlendskt felag fyrr enn 1. juli. Og tí er sannlíkt, at landsliðsspælarin nú aftur verður í B36 - í hvussu so er fram til summarsteðgin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vóru nógv, sum gleddust saman við Inga Højsted, tá tað stutt undan ársskiftinum gjørdist greitt, at hann hevði gjørt sáttmála við enska Prem­ier League-felagið, Birm­ingham. Tilveran í næst størsta bý­num í Onglandi gjørdist tó ongan tíð nøkur sól­skins­ søga. At byrja við var Ingi annars fastur partur av hópin­um hjá eykaliðnum, og ta einu ferðina var eisini um reppið, at hann var við í fyrstaliðshópinum til FA- Cup dyst. Men síðani gekk heilt skjótt skeiva vegin. Ein lítil skaðasteðgur hevði við sær, at hann ongan tíð veruliga kom í nánd av einum byrjunarplássi á eykaliðnum, og at enda var hann somikið langt frá hesum, at hann og felagið samdust um at enda sáttmálan, sum annars hevði gildi til 30. juni. Læstur í vindeyganum Síðani hevur Ingi verið í samband við onnur feløg, og eitt nú var hann um páskini í Ipswich. Hvørt nakað fer at spyrjast burtur úr hesum sambondum, er ilt at siga. Men tað verður so ikki fyrr enn 1. juli, at Ingi kann skriva nýggjan sáttmála. Hetta tí sonevnda transfer- vind­eygað ikki letur upp aft­ ur fyrr enn tá. Fyri ein spælara, sum helst vil vera fastur partur av landsliðshópinum, er tó ikki nøktandi at halda frí frá fótbólti í fleiri mánaðir. Og tá Ingi samstundis sigst vera á veg til Føroya og familjuna her heima, er skjótt at gita, at hann nú aftur verður part­ ur av B36-miðvøllinum. Og er talan um at spæla áhuga­fótbólt í Føroyum, so rennur hetta ikki saman við altjóða reglurnar um flyting­ arvindeyga. Hvørki Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, ella Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórs­ havn (B36), vilja gera nakrar viðmerkingar til tíðindini yvirhøvur. Sum vit hava skilt tað, so er tó væntandi, at Ingi er í flogfarinum, sum fríggja­ dagin kemur til Føroya, og við aktuellu leysgevingini frá Birmingham skuldu ikki verið stórvegis trupulleikar at fáa galdandi spæliloyvi her í Føroyum. Um tað so verður longu leygardagin, er so ein annar spurningur. Ingi helst aftur í B36 Tilveran í Birmingham gjørdist eingin dansur á rósum. Nú tykist sannlíkt, at hann aftur fer at styrkja um hópin hjá B36 – í øllum førum fram til summarsteðgin