hósdagur 20. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 76 - 20. apríl 2006 ]
Høgni Klein varð
stóri vinnarin á
gallakvøldinum, tá
hann ferð eftir ferð
varð róptur á pallin
í HB-húsinum. Og
saman við honum
gjørdi eisini Kyndil
eitt sera gott hál
Gallakvøld
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Sum vant, so var lagið í topp,
tá hondbólturin skipaði fyri
sínum árliga gallakvøldi.
Annað árið á rað varð
hetta hildið í HB-húsinum
í Havn, og annað árið á rað
var tað felagið fyri føroyskar
hondbóltsdómarar, sum skip
aði fyri tiltakinum.
Tað skerst ikki burtur, at
tað hjá hondbóltinum er ein
serstakur stoltleiki kring
gallakvøldið. H71 var í 1999
fyrsta felagið, sum tók stig
til slíkt kvøld í Føroyum
yvirhøvur, og tó at flestar
aðrar ítróttagreinar nú eisini
hava líknandi kvøld, so vilja
hondbóltsfólk vera við, at
teirra kvøld hevur nakað
fram um hini.
Og kanska er tað ikki
heilt einki um reypið heldur.
Longu fyrstu reglurnar av
fyrsta sanginum rungaði
sangurin um veitsluhølini,
og lagið hevði ongan tíð
hug at følna tað allar minsta.
Við einum væl uppløgdum
Hilmar Jan Hansen sum
toast-mastara, og framúr
klavertónleikinum frá XXX,
vóru karmarnir av teimum
bestu, og so var bara at fylla
hesar út.
Villa á máltindinum
Ikki óvant, so er hæddar
punktið á slíkum veitslum,
tá ársins spælarar av ymsum
slag verða kosin. Soleiðis
var eisini hesa ferð, og varð
byrjað við máltindinum.
Tíverri mugu vit her á blað
num taka okkara part av
skuldini fyri, at ein villa hevði
sníkt seg inn í uppgerðina
av hesum. Sambært okkara
tølum, so hevði Blagoje
Buha hjá Neistanum skotið
132 mál, meðan Høgni Klein
hjá Kyndli hevði skotið 125
mál.
At gera slíkt mistak júst
við einum Kyndils-manni,
sleppur tó ikki ótalað framvið
borðinum. Umframt at vinna
hópin av meistaraheitum
hesi seinastu 50 árini, hevur
felagið eisini útmerkað seg
við neyvum skrásetingum av
mest sum øllum hagtølum. Í
dag er tað Annsy Høghamar,
sum hevur hesa ábyrgd, og
hon var skjót at staðfesta,
at Høgni Klein somuleiðis
hevði spílað meskarnar 132
ferðir. Eitt mistak, sum tó ikki
fær stórvegis avleiðingar, tí
fyrireikararnir hava givið til
kennar, at Høgni sjálvandi
eisini skal fáa sítt steyp fyri
avrikið.
Tók kortini sítt
Júst steyp var tó ikki tað, sum
Høgni hevði størsta tørvin á
hetta kvøldið. Eins og Daiva
Toumaita gjørdi hann mest
sum bart, tá bestu spælarar
skuldu kjósast. Daiva varð –
eins og Høgni – toppskjútti.
Tey vórðu bæði kosin bestu
álopsspælarar í kappingini,
og tá tosast skuldi um ársins
spælara, vórðu nøvndini á
teimum báðum eisini tey
seinastu, sum vórðu rópt
upp.
Daiva hevur á einum
nógv umskipaðum VB-liði
verið mest sum einsamalli
garanturin fyri, at liðið
alla tíðina helt kósina móti
heiðursmerkjum, og við
ikki færri enn 256 málum
í 23 dystum staðfesti hon
so ruddiliga týdningin,
sum hon hevur fyri liðið.
At hon so eisini er ein sera
góður verjuspælari ger ikki
styrkina minni, og tí mundu
tey flestu rokna við, at hon
fór at fáa heiðurin.
Hjá monnum hevur Høgni
í ár verið tað eyka kryddið,
sum hevur eitt sterkt Kynd
ils-lið seinasta vegin móti
oddinum. Ikki minst hevur
týdningurin verið sjónligur
í teimum dystum, har mest
hevur staðið á – eitt nú í
teimum báðum finalunum
móti VÍF. Og tí var valið
av honum kanska heldur
ikki so óvæntað. Nakað
sum Kyndils-borðini eisini
ásannaðu undir gallakvøld
inum, har tey byrjaði at rópa
navn hansara, so skjótt tað
stóð greitt, at hann hvørki
gjørdist nummar tvey ella
trý.
Steypavinnarar og
Kyndils-verjan
Tá tosað var um málverjar hjá
kvinnunum, mundi eingin
ivi vera um, hvør hevur
havt besta kappingarárið.
Manuela Stan Jensen hjá
Neistanum hevur víst at kalla
somu styrki, sum hon gjørdi
fyrstu árini í Føroyum, og
fram til tað seinasta stóð hon
eisini sum stór hóttan móti
favorittunum úr Stjørnuni.
Hjá monnunum fall valið
enn einaferð á Marian Cirlo
ganescu, sum aftur í ár
gjørdist steypavinnari við
strandingum. Sterki rumenin
hevur yvir drúgt áramál
sýnt sína sera stóru styrki,
og hóast talan altso ikki
gjørdist um heiðursmerki í
landskappingini, so kundi
stinni málverjin á ongan hátt
lastast fyri hetta.
Umframt málverjar, so
hava eisini verjuspælarar
sína ávirkan, tá forðast skal
fyri málum, og her gjørdi
Kyndil eitt ordans hál. Hjá
kvinnum fall valið á Jórun
S. Ludvig, sum nú aftur er at
finna í barndómsfelagnum.
Og hjá monnum vórðu tveir
spælarar – báðir úr Kyndli
– róptir á pallin. Teir báðir
vóru Marius Joensen og
Hans Áki Dal-Christiansen,
sum báðiðr áttu ein týðandi
leiklut í sterku og offensivu
Kyndils-verjuni, sum var ein
av hornasteinunum í gull
jagstranini.
Gamlar kempur
og stjørnuskot
Eisini hjá venjarunum gjørdi
Kyndil eitt hampuliga gott
hál. Hjá monnum stóð á jøvn
um millum Hannis Wardum
og Kára Nielsen. Og tó at
Hannis í ár – fram til triðja
seinasta umfarið – vandi
hoyvíkingar, so munnu tey
í Kyndli kenna seg eiga eitt
stórt partabræv í honum. Ikki
minst, tá hann eisini slapp á
vøllin seinasta finaludystin
at skjóta brotskast fyri
Kyndil. Og í Kára Nielsen
tykist felagið av álvara at
hava funnið ein mann, sum
ótroyttiliga altíð strembar
eftir tí besta – og ongum
øðrum.
Hjá kvinnunum fall valið
her á Inga Olsen, sum við
góðum úrslitum hevur vant
Neistaliðið.
Tað
kendist
púrasta
nostalgiskt, nú tríggjar
»gamlar« kempur stóðu á
pallinum, men teir vórðu
tó skjótt avloystir av yngri
kreftum. Tí stjørnuskot
skuldu eisini finnast. Tey
bæði
gjørdust
Louisa
Andreasen úr Stjørnuni
og Regin Joensen úr VÍF.
Hóast Louisa framvegis má
sita í skugganum av Joan
M. Djordjevic, so er fáur
áskoðari kring landið, sum
ivast í, at Stjørnan her hevur
ein komandi stórspælara. Og
við fleiri frálíkum avrikum í
ár hevur hon eisini sannført
um sínar møguleikar.
Í Vestmanna hevur Reg
in uttan iva verið fríski
íblásturin, sum áskoðararnir
helst fleiri ferðir hava sakn
að. Uttan stórvegis hóva
sták gjørdist hann móti
kappingarenda ein av ber
andi kreftunum á liðnum, og
við øgiliga høgginum er ikki
langt av leið at hugsa sær, at
VÍF her hevur funnið næsta
stórskjúttan.
Dómarar skuldu eisini
veljast, og ikki óvæntað fall
valið her á Eyðun Samuelsen
og Andreas F. Hansen, sum
í ár hava havt eitt sera gott
kappingarár. Ikki minst í
altjóða høpi, har teir nú hava
fingið sín elddóp.
Og so varð dansað
Og so kundi veitslan í HB-
húsinum annars halda fram.
Summi vóru glað, meðan
onnur vóru ónøgd. Og tó
at liðið, sum skrivandi fjøl
miðlarnir høvdu sett til
dystin, var atvold til miklan
orðadrátt, so var hetta tó
eisini til at liva við. Ymiskt
er, hvussu stórur álvari verð
ur lagdur í, tá slík lið verða
úttikin, men tað tóktist tó
greitt, at fleiri spælarum
dámdi lítið, at miðlarnir
høvdu givið sær sjálvum
mest sum púra leysar teymar,
tá liðið varð sett saman.
Onkur útskifting varð eisini
gjørd í seinastu løtu, tá tað
ikki var hildið ráðiligt at seta
nakran VB-ara á liðið, nú VB
ikki var partur av veitsluni.
Og heldur ikki tað fall í heilt
so góða jørð.
Men slík lið verða aloftast
sett upp við nakað av speisemi
fyri eyga, og upplegg til
ídnar diskussiónir vilja tey
væl altíð vera. Líkamikið,
hvussu væl gjøgnumhugsað
uppstillingin er. Undir øllum
umstøðum, so var talan um
enn eitt gott kappingarár
hjá hondbóltinum, og tí
setti galla-kvøldið eitt flott
punktum fyri.
Kyndil stóð ovast
Høgni Klein stóð sum
stóri sigursharrin á
gallakvøldinum. Hóast
máltindurin var vilstur
uttan um hann, so varð
hann kosin sum bæði
besti álopsspælari og besti
spælarin í fjør
Fyrsti vinnarin funnin
Síðani farið varð undir kappingina í Formula-deildini, hava vit her á Sosialinum
havt kapping við heitinum »Hvar er bólturin«. Her hava lesarar okkara havt
møguleika at gita, hvar bólturin eigur at vera á mynd, sum er hjáløgd.
Og tað hevur víst seg at vera rættiliga trupult at gitt, hvar bólturin eigur
at vera á ymsu myndunum. Fyrstu tvær vikurnar vórðu hópatals SMS send
okkum, men av hesum høvdu bara 9 gitt rætta puntin, tá bólturin skuldi
finnast.
Og millum tey 9, sum høvdu kollgitt, hava vit eisini funnið ein vinnara.
Hesin eitur Janus Dragasund, og býr hann á Lítlutrøð 8 í Havn.